Kristna fundamentalisman oyðileggur okkum

- Vit sita øll í sama toki og eru á veg til sama stað. Og Gud hevur ikki givið nøkrum av okkum boð um ella rætt til at blaka samkynd, útlendingar, kvinnur, fráskild ella nakran annan út. Jesus setti seg í okkara stað, fyri at læra okkum at gera tað sama móti okkara medmenniskjum. Alt annað er sjálvsøkið og ómenniskjaligt, sigur danski presturin og rithøvundurin Johannes Møllehave

Seinastu 14 árini hevur danski presturin Johannes Møllehave búð í Onglandi, har hann granskar sjónleikirnir hjá Shakespeare. Men Møllehave livir hvørki í einum øðrum heimi ella eini aðrari tíð. Tað er lívið her og nú, tað snýr seg um, og ikki minst hvussu vit eiga at feia fyri egnum duri, áðrenn vit byrja at rudda upp hjá øðrum. - Tak til dømis fundamentalismu - tíðarinnar størsta banniorð, men bara so leingi tað gongur fyri seg í einum arabiskum landi. Veruleikin er jú, at ringastu fundamentalistarnir ofta eru teir kristnu, sum ganga frítt ímillum okkum og standa enntá á okkara prædikustólum og fordøma og oysa hatur og hevndarhuga út yvir samkomuna. Eftir mínum tykki er hetta slagið av fundamentalismu verri enn tað, hon sigur seg stríðast ímóti, tí hon letur seg í ein borðbæran ham og kann vera trupul at kenna aftur. Fundamentalistiski hugsunarhátturin er einfaldur og kanska lættur at skilja, men frá einum kristnum sjónarmiði er hann andstyggiligur og oyðileggur okkum sum menniskju. Tað letur seg ikki gera at býta menniskju ella verðina sundur í gott og ónt uppá handan mátan, tí tað góða og tað ónda situr inni í tær sjálvum.  Hevur tú ikki skilt tað, hevur tú ikki skilt tann kristna boðskapin, sigur presturin avgjørdur.
Ógudiligir heidningar!
Tað undrar ikki Johannes Møllehave, at vit her heima javnan síggja lesarabrøv í bløðunum, har fólk verða hongd út sum ógudilig og heidningar, tí tey hava víst á tann humanistiska boðskapin í bíbliuni, ið tosar um fyrigeving og tolsemi heldur enn fordøming og revsing
- Hatta er ein vanligur framferðarháttur hjá teimum sokallaðu bíbliutrúgvu. Menniskju, sum halda seg kunna brúka  bíbliuna sum eitt sett av reglum, tey kunnu døma onnur út frá gerast altíð desperat til endan, tí tey finna ikki grundgevingarnar í kristindóminum og kunnu tí bara standa krampakent og rópa ógudligur heidningur eftir øllum. Uppaftur óhugnaligari verður tað, tá sovorðin fólk brúka bíbliuna til at rættvísgera sín sjúka hevndarhuga og geva øðrum fatan av, at tey eru noydd at hava hesar sannføringar fyri at liva í tráð við Guds orð. Hvussu langt skulu slík fólk sleppa, áðrenn onkur steðgar teimum? Nær endar tað við, at tey siga ?Tíverri ? dóttur mín liggur sundursorað og bløðir á gólvinum, tí tað stendur í bíbliuni, at eg skal tukta tann eg elski.?, spyr Johannes
Møllehave og vísir á, at Gud ongantíð hevur givið nøkrum boð um at døma ella útihýsa onnur menniskju. Tí skulu vit heldur ikki góðtaka prestar, sum til dømis ikki vilja loyva kvinnum at virka sum prestar ella sýta fyri at gifta fráskild.
- Í okkara kirkju er hjúnarbandið ikki eitt sakramenti, og tí er tað ikki nakað halgibrot at loysa eitt par og teirra børn úr eini støðu, har øll pínast. Tað er menniskjaligt. Viðvíkjandi kvinnuligum prestum, so vóru kvinnurnar jú tær fyrstu at boða frá Jesu uppreisn og harvið tær fyrstu at boða gleðiboðskapin, so vit eru neyvan tey røttu at gera av, um tær eisini skulu sleppa tað nú.
- Eygleiðir tú teir bibliutrúgvu fundamentalistarnar eitt sindur, vísir tað seg skjótt, at grundgevingarnar ikki hanga saman. Og tað gera tær ikki, tí tær eru tiknar úr síni heild og pentaðar saman av nýggjum á ein hátt, sum Gud ongantíð hevur ætlað. Vit kunnu so spyrja okkum sjálvi, hví hesi fólkini sum oftast velja tey mest menniskjafíggjundaligu brotini og taka tey úr sínum samanhangi fyri at misbrúka tey. Eg havi onki svar, annað enn at hetta ofta tykist at vera ein ávís typa av menniskjum, sum mangla evnini at granska seg sjálvan og taka ábyrgd fyri tí, tey siga. Slík fólk lata seg ofta hugtaka av tí fundamentalistiska hugsunarháttinum, tí hann fær tey at tykjast sjálvsikkur. Í mínum eygum eru tey mest vandamikil, tí tey megna ella vilja ikki at liva seg inn í støðuna hjá sínum medmenniskjum og eftir øllum at døma ikki lata seg ávirka av, at tað, tey siga og gera, pínir onnur. Hvat er tað fyri menniskju, sum ikki lata við seg koma, tá tey skaða onnur við sínum atburði?, spyr Johannes Møllehave hugsunarsamur.
Kjakið tagnaði
Johannes Møllehave undrar seg yvir, hvussu leingi vit í Vesturheiminum ætla at blíva við at billa hvørjum øðrum inn, at fundamentalisma er eitt eyðkenni fyri tey arabisku londini, fjart frá okkara egna hugunarhátti.
- Hygg bara at Bush. Har situr heimsins valdmiklasti maður og heldur seg kunnu gera av, hvør er yvirgangsmaður, samstundis sum hann og hansara stjórn fremja yvirgang av ringasta slag hvønn dag. Hvussu kanst tú hava virðing fyri einum manni, sum ikki himprast við at seta streym til eitt annað menniskja, so tað líður ein spakuligan og pínufullan deyða í? Hvønn rætt hevur ein slíkur maður til at gera av, at arabarar, samkynd ella tey, sum velja fosturtøku, ikki eru menniskju, sum onnur?
- Ein av trupulleikunum við Bush og øðrum kristnum fundamentalistum er, at tað ber ikki til at kjakast við teir, tí eitt grundleggjandi eyðkenni við fundamentalismu er jú, at hon ikki hýsur øðrum hugsunarháttum enn sínum egna. Úrslitið síggja vit nú, við tað at amerikanska fólki er býtt sundur í tveir bólkar, og alt landið er avskorið frá restini av verðini. Vit vita jú, at tað finst eitt annað Amerika, men tá Bush og hansara menn komu framat, tagnaði kjakið í sjálvum tí, sum skuldi vera heimsins mest framkomna fólkaræði, sigur Johannes og hugleiðir víðari um rákið í okkara tíð, har fordømingin og burturvísingin av okkara medmenniskjum er gjørd til borðbæran politikk á hægsta stigi innanfyri okkara egnu landamørk.
Útlendingakjakið
- Hetta er sami hugsunarháttur, sum stýrir okkara útlendingakjaki. Vit hava gjørt tað til ein spurning um okkum og so hini, og harfrá hava vit tikið okkum rætt til at standa við dyrnar og sortera menniskju. Og soleiðis fara vit at halda fram, so leingi vit ikki megna ella vilja liva okkum inn í støðuna hjá okkara medmenniskjum. Hesin trupulleikin verður jú ikki loystur, fyri tað um vit beint nú gera av at læsa dyrnar fyri øðrum. Tað fara altíð at vera menniskju, sum mugu flýggja úr sínum egna landi av náttúruvanlukkum, kríggi ella av øðrum orsøkum. Tað, sum vit gera beint nú, er at royna at halda havinum aftur við eini teskeið, og tað ber jú ikki til.
- Hetta er eisini rættiliga undrunarvert, tí vit vilja øll so sera fegin vera í sambandi við restini av heiminum gjøgnum internet og mail og handilsavtalur, men tá tað ræður um at taka felags ábyrgd fyri okkara medmenniskjum, sum líða hungur og órætt, vilja summi av okkum ikki vera við longur.
Tú segði í einum fyrilestri, at um vit bara einaferð hava hoyrt ævintýrið hjá H.C. Andresen um gentuna við svávulspinnunum, gloyma vit ongantíð aftur, at tað eru menniskju, sum sita uttanfyri og frysta. Hava vit ikki gloymt kortini?
- Vónandi ikki innast inni. Fyri meg er ein tann týdningarmesta søgan í bíbliuni fyri menniskju í dag, søgan um tann miskunsama samariubúgvan.  Eftir at tveir teir fyrstu vóru farnir framvið tí bløðandi manninum stendur at lesa, at tann triðji setti seg niður og setti seg í hansara stað. Síðani legði hann mannin á ryggin á eslinum og fekk hann á eitt herberg, har hann kundi fáa hjálp. Hann lat also særda mannin koma í sítt stað. Beinleiðis umsett úr griskum stendur, at hann fekk ilt í innvølirnar av at síggja hann. Og tað vita øll foreldur, sum hava sæð sítt barn koma til skaða: Tú fært eina veruliga pínu í búkin av tí. Tað er sjálvandi ein meining við, at vit hava tað í okkum, sum skal til, fyri at vit kunnu seta okkum støðuna hjá øðrum, tí tað er tað, kristindómurin grundleggjandi snýr seg um. Jesus setti seg í okkara stað, tók okkara syndir á seg, so vit kundu koma í hansara stað, og tað gjørdi hann, fyri at læra okkum at gera tað sama móti okkara medmenniskjum.
Í sýrubað
Í sama fyrilestri segði tú, at vit menniskju fara við lívinum, soleiðis sum vit síggja uppá lívið. Er tað eitt eyðkenni fyri modernaði menniskju at lata sjálvsrættvísi og fordómar stýra okkara atburði?
- Í ein ávísan mun, ja. Onkuntíð havi eg hug at siga, sum Einstein, at tað harmar meg at liva í eini tíð, har tað er lættari at spalta eitt atom enn at taka ein fordóm burtur. Vit eru ov skjót at døma hvønn annan og duga ómetaliga illa at siga ?Umskylda, eg tók feil.?
- Men eg eri ikki beiskur, tí eg trúgvi uppá, at tað ber til at broyta menniskju. Eg eri sjálvur uppvaksin í einum rættiliga strangum heimi. Ikki tí, eg hevði ein eydnuríkan barndóm og var ómetaliga góður við míni foreldur. Men tey høvdu sínar strangu reglur, og eg tók tær til mín uttan at seta spurnartekin við tær. Mítt egna tolsemi er ikki komið fyrr enn seinni, og tað er ikki minst einum frálíkum lærara, eg hevði í millumskúlanum, fyri at takka. Hann legði meg í eitt sýrubað, so eg kundi blíva eitt ordiligt menniskja, sigur Johannes flennandi og heldur fram.
- Tað sermerkta við hesum læraranum var, at hann ongantíð gav nakað svar, men bara spurdi og spurdi. Tá vit so svaraðu, spurdi hann bara aftur, ?Ná, sigur pápi tín tað ? hví man tað vera?? Tað vardi sjálvandi ikki serliga leingi fyrr enn vit sóðu, at vit ikki fingu grundgivið fyri okkara meiningum, tí tær bara vóru endurtøkur av tí, sum onkur annar hevði sagt. Soleiðis bleiv eg tvingaður til at byrja at hugsa sjálvur, og eg má siga, at eg havi verið mínum lærara ómetaliga takksamur síðani, sigur Johannes og heldur fram, at tey, ið ikki hava verið so heppin at hava ein sovorðnan lærara, kunnu uppliva nakað tað sama við at liva seg inn í listina.
Hvør dagur er ein gáva
- Listin hevur í øllum førum tveir heilt sermerktar eginleikar: Hon setir spurningar og sær tað, vit onnur ikki síggja. Og listafólk prógva hvønn dag, at tað bara ber til at skilja heimin og víðka tín sjónarring, um tú elskar. Ein listamálari kann bara ganda fram eitt listaverk, um hann elskar at arbeiða við máling, ein rithøvundur kann bara skapa skaldskap, um hann elskar orð og málið. Og vit kunnu bara skilja okkara medmenniskju gjøgnum okkara kærleika til tey. Tá tú fært eitt barn, er tað kærleikin sum fær okkum at skilja og rúma tingum, vit aldrin hava dugað at ímynda okkum fyrr. Kærleikin letur okkara eygu upp, so vit kunnu gleðast yvir lívið heldur enn at ræðast tað, sigur Johannes og hyggur út gjøgnum vindeygað eftir ársins fyrstu kavaflykrum.
- Eg eri ómetaliga takksamur fyri lívið, og eg harmist ikki um, at eg eri við at gerast gamal. Ongin lovaði mær, at eg skuldi upplivað eitt langt hjúnarband fult av kærleika og fáa børn og abbabørn, sum eg gleðist um hvønn dag. Hvør dagur er ein gáva, sum eg takki fyri, og tá tað ikki verða fleiri, fari eg at takka fyri allar teir, eg fekk.