The Dreams í 13 londum

Mánadagin kemur nýggjasta fløgan hjá The Dreams, Revolt, í føroysku og donsku handlarnar. Í næstum kemur fløgan eisini út í 13 øðrum londum, og føroyski bólkurin ætlar at enska fløga teirra skal vera næsta fetið út í heim. Sosialurin hevur vitjað The Dreams í venjingarhølum teirra í Vanløse í Danmark

Teir syngja á enskum. Tónarnir eru broyttir nakað. Okkurt lag hevur enn tá gittarsolo’ir. Nógv er broytt síðani The Dreams sungu Sasa sa, sa í ítróttarhallum kring Føroyar fyri nøkrum árum síðani.
Í gjárkvøldið vandu Hans Edward, Eirikur, Corfitz og Heini teir sangirnar, sum teir hava arbeitt við seinasta hálvaannað árið. Hetta gjørdu teir í einum myrkum og køldum venjingarhølum í Vanløse í Danmark. Aftaná venjingina pakkaðu teir ljóðførini niður, tí í dag byrjar konsertferð teirra kring Danmark.
– Vit spæla mest fríggjakvøld og leygarkvøld. Hetta er nakað, vit kunnu avgera sjálvir, nú vit eru vorðnir stórir í Danmark, greiða teir frá.
Tað er annars púra vanligt, at bólkar spæla konsertir mitt í viku, men við fløguni Den nye by, sum bólkurin lat av hondum fyri tveimum árum síðani, hevur The Dreams av sonnum markerað seg sum ein av heilt stóru bólkunum í Danmark.
Teir fóru frá at liggja nummar eitt á 15 teimum við løgum av fyrstu fløguni Tazy, og sendandi beint inn á fyrsta plássi á Boogie. Tilsamans fýra løg hjá The Dreams endaðu á ovastu rók á tónleikahittlistanum hjá Danmarks Radio, men hetta var ikki nóg mikið hjá The Dreams.

Vaksnir dreingir
Bólkurin arbeiðir støðugt við at endurnýggja seg. Higartil hava teir tikið tað stig fyri stig. Við føroysku útgávuni løgdu teir Føroyar og føroyska ungdómin fyri sínar føtur. Við donsku útgávuni gjørdu teir innrás í Danmark og ein heilur hópur av donskum tannáringum – ikki minst gentur – hava elt bólkin síðani.
Teir fýra leggja dent á, at teir eru sera fegnir um allan stuðul, teir hava fingið frá donsku tannáringa fjepparunum.
– Men hesin tónleikurin, vit gera nú, kemur eisini at venda seg til eitt eldri ættarlið, siga teir.
Hans Edward greiðir frá, hvussu teir hava arbeitt við ikki at læsa seg fastar, men at menna seg allatíðina.
– Tað, sum vit hava gjørt higartil, hevur hóskað væl til okkum tá. Henda fløgan, vit nú geva út, er meira optimistisk enn tann seinasta. Meira vaksin, heldur Hans Edward.

Røkka langt
Uttan mun til aldursbólkar, so kemur Revolt at venda seg til nógv fleiri fólk, enn undanfarnu útgávurnar hjá The Dreams. Bólkurin hevur nevniliga fingið avtalur í lag við plátufeløg í 13 ymiskum londum, soleiðis at fløgan eisini verður útgivin har í næstum. Hesi lond fevna um stóran part av Evropa.
– Øll tey skandinavisku londini, stórur partur av eysturblokkinum, Spania og Týskland, reksar Hans Edward upp, tá hann verður biðin um at fortelja hvørji lond talan er um.
Harumframt er bólkurin í samráðingum við plátufeløg í fleiri øðrum londum, har tað eisini sær ógvuliga lovandi út. Millum annað við USA og Rob McDermott, sum er manager hjá Linkin Park. Hetta kunnu tit lesa um aðrastaðni á hesum síðum.
Verður bólkurin væl móttikin í teimum ymsu londunum er tað als ikki óhugsandi, at The Dreams fer á konsertferð út í heim.
Men sum við so nógvum øðrum í dag, so er rættiliga nógv eisini ein spurningur um pengar hjá The Dreams. Tónleikavinnan er hart rakt fíggjarliga og hevur verið tað leingi. Alheimsfíggjarkreppan bøtir ikki upp á hetta.
– Tí hevur tað eisini tikið so langa tíð at fáa hesa fløguna út. Vit noyðast at arbeiða soleiðis, at vit kunnu blíva mettir hvønn dag og tá er tað trupult at møtast og spæla inn, samstundis sum vit eisini skulu laga okkum í mun til Chief One og onnur fólk.
– Seinasta mánaðin hava vit tó vant hvønn dag, og nú er hetta eisini fulltíðar arbeiði hjá okkum, siga Hans Edward, Eirikur, Corfitz og Heini í The Dreams, sum fara á pall í Albertslund í kvøld.
Hetta er byrjanin upp á nakrar vikur við konsertum, venjingum, samrøðum við fjølmiðlar og eina rúgvu av autografum.

--


FAKTA
Mánadagin kemur fløgan Revolt í førosku og donsku handlarnar. Hetta er fjóðra fløgan hjá The Dreams. Fyrsta fløgan Tazy kom út í 2006. Næsta fløgan Den nye by í 2008 og í 2009 gav bólkurin út útgávuna Den nye by 09 – Sakin live.

Skráin hjá The Dreams næstu dagarnar er tann, at teir spæla í Albertslund í kvøld. Fríggjakvøldið spæla teir í Aalborg, leygarkvøldið í Lyngby og mánadagin í Keypmannahavn, men eisini eftir hetta eru hópin av konsertum á skránni.

Teir fýra, sum manna bólkin eru Hans Edward Andreasen, forsangari og gittar, Eirikur Gilstón Corfitz Andersen, bass og kós, Heini Gilstón Corfitz Andersen, gittar og kór, Heini Mortensen, trummur.