Gongst sum ætlað, verða eini 100 nýggj parkeringspláss gjørd í miðbýnum í Havnini.
Tað sæst í eini ætlan, sum í hesum døgum er til viðgerðar í Tórshavnar Býráði fyri at bøta um parkeringsviðurskiftini í miðbýnum.
Fólk hava leingi illneitast inn á tey vánaligu parkeringsviðurskiftini í miðbýnum í Havn.
Og hesi seinastu tíðina hevur gongdin verið tann, at heldur enn at útvega fleiri parkeringspláss í miðbýnum, hevur býráðið tikið burtur av teimum fáu plássunum, sum eru, so at parkeringsplássini eru blivin færri og færri, heldur enn fleiri og fleiri.
Hinvegin hevur mangan verið víst á, at bilførarar skulu parkera uttanfyri býin og so koyra ímillum miðbý og bil í Bussleiðini, sum er ókeypis.
Men boðskapurin slær ikki ordiliga ígjøgnum og støðan er nú tann, at bæði politikarar og handilsfólk hava stúrt fyri trivnaðinum og handilslívinum í miðbýnum, verður ikki bøtt munandi um parkeringsviðurskiftini í miðbýnum.
- Miðbýurin er alt ov deydligur, fyri ikki at siga steindeyður, halda nógvir politikarar.
100 nýggj P-pláss
Og nú ætlar Tórshavnar Býráð sær av álvara at seta skjøtul á arbeiðið at bøta um parkeringsviðurskiftini og sostatt eisini um trivnaðin.
Enn er ongin avgerð tikin, men umsitingin hevur verið runt um í miðbýnum og kanna eftir, hvussu fleiri parkeringspláss kunnu útvegast, varð upplýst á seinasta býráðsfundi í Havn.
Og fyribils er niðurstøðan, at tað ber væl til at útvega nýggj 57 parkeringspláss í miðbýnum, uttan at órógva ferðsluna og uttan at byggja nakað serligt út.
Ein máti at gera tað upp á, er at loyva parkering í ovara borði í Havnargøtu, sum er ivaleysa breið til tað og annars er pláss fyri fleiri nýggjum parkeringsplássum á Bursatanga.
Parkeringsøkið við Perluna í Tórsgøtu, sum varð tikið fyri nøkrum mánaðum síðani, verður latið upp aftur og annars sæst í talvuni, hvar tað ber til at skipa nýggj parkeringsøki.
Hetta verða alt parkeringspláss við tíðaravmarking, har grundreglan verður, at tess nærri miðbýnum, talan er um, tess styttri verður loyvi at parkera, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Eisini skúlaløðini
Men harumframt verður eisini umhugsað at lata skúlalaðið í Kommunuskúlanum og Sankta Frans Skúla upp eftir skúlatíð, so at tey kunnu brúkast til parkeringspláss seinnapartar, um kvøldið, um náttina og annars, tá ið eingin skúlagongd er.
Á skúlalaðnum við Kommunuskúlan verður pláss fyri 16 bilum og verða allar hesar ætlanirnar til veruleika, verða tað tætt við 100 nýggj parkeringspláss í miðbýnum í Havnini um stutta tíð.
Spurningurin skal fyrst viðgerðast í umsitingini í býráðnum og í avvarðandi býráðsnevndum, áðrenn tað verður lagt fyri Býráðið, sum so tekur eina endaliga avgerð.
20 bilar
Samstundis sum Tórshavnar leitar eftir nýggjum parkeringsplássum í miðbýnum í Havn, er tað eisini greitt, at nú verður eiini tíðaravmarkað parkering á stórum parkeringsplássum, har tað fyrr hevur verið óavmarkað parkering.
Onki fyriliggur um tíðaravmarking á parkeringsplássinum á Glasheyggi ella í Frúðutrøð.
Men ein av fyrstu døgunum verða skelti sett upp sum vísa, at á Skálatrøð verður hereftir bara loyvt at parkera í átta tímar.
Hetta fer at gera, at tað framvegis ber til hjá fólki at seta bilin frá sær á Skálatrøð ímeðan tey eru til arbeiðis, og tað ber eisini til hjá fólki, sum búgva nærhendis, at brúka Skálatrøð til parkeringspláss, sigur Heðin Mortensen.
Higartil hevur óavmarkað parkering eisini verið á Svínaryggi, men nú verður í mesta lagi loyvt at parkera har í fýra tímar.
Tað merkir, at har fer ikki at bera væl til hjá fólki at seta bilin ein heilan arbeiðsdag.
Tórshavnar Býráð heldur, at tað er neyðugt at gera hesar avmarkingar fyri at fáa ein javnan streym av bilum oman í miðbýin.
Hinvegin verður forðað fyri, at parkeringsøkini verða ”misbrúkt” til langtíðarparkering.
- Tað hevur verið ein stórur trupulleiki, at parkeringsplássið á Skálatrøð hevur verið brúkt til langtíðarparkering – og tað skal takast heilt bókstaviliga.
- Tað hevur ikki verið óvanligt, at fólk hava havt bilin standandi á Skálatrøð í fleiri vikur ímeðan tey eru uttanlands og ferðast, ella eru til skips.
Tað er ein stór forðing fyri fólki, sum ætla at parkera í Skálatrøð ímeðan tey eru til arbeiðis ella hava drúgv ørindi í miðbýnum.
Heðin Mortensen sigur, at tað gav at bíta, tá ið skoytibreytin skuldi setast upp á Skálatrøð.
Tá stóðu einir 20 bilar í vegin og tað gekk ómetaliga tórført at finna fram til eigararnar.
Men tað vísti seg, at talan var um eigarar úr øllum landinum, sum høvdu sett bilin á Skálatrøð ímeðan teir vóru uttanlands í feriu ella í ørindum, ella vóru til skips.
Úrslitið er, at vit máttu sleipa 20 bilar burtur, áðrenn vit fingu sett skoytibreytina upp, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir hinvegin á, er tørvur á langtíðarparkering, ber til at seta bilin í Gundadali ella á onkrum plássi uttanfyri miðbýin.
Les eisini greinina: Vilja fáa loyvi at taka gjald fyri at parkera