Fyri tey flestu er eitt knúst hjarta ein kensla. Tað er kenslan av, at hjartað vil treingja út gjøgnum bróstkassan – ella, at hjartað er skotið í pettir. Men, fyri onnur kann hetta gerast meira enn ein kensla. Hjá nøkum fær sorgin hjarta til at syndrast, og tá verður hetta á fremmandamáli rópt, ”Broken Heart Syndrome”.
Eitt hjarta kann ikki bókstaviliga bresta, og tað kann ikki syndrast í smápetti. Tað kann ikki knúsast á sama hátt sum ein rútur. Og tó; eitt hjarta kann broyta skap og gerast sovandi í eina tíð.
Men, hvat kann so loysa út ein slíkan baksláttur, um vit kunnu rópa tað so?
Jú, tað kann hjartasorg, vanlukkur og ymiskir sálarligir stoytir. Vit skulu minnast til, at hjarta er altíð ein partur av okkum. Tað er ikki ”krøkt” úr restini av likaminum og verður tískil ávirkað av okkara sinnisstøðu.
Einaferð hevur tað helst verið óhugsandi í læknafrøðiligum samanhangi, at sinnið kann taka lívið av okkum, men soleiðis er tað nú einaferð.
Vitanin um hjartað er vorðin so viðurkend, at henda líðing í dag ikki bara hevur fingið eitt ella tvey, men heili trý heiti – ”Broken Heart Syndrome”, ”Stress Kardiomyopati” og ”Takotsubo Cardiomyopathy”.
Síðstnevnda heiti hevur tilknýti til japanskt mál, tí tað var í 1991, at ein japanesari varnaðist hesa líðing og gav henni navn eftir tí skapi, sum hjartað hevur, tá tað fer í knús.
Tað, sum hendir, tá hjartað fer í ”knús”, er, at partur av hjartanum gevst við at sláa, og vinstra høvuðskamar bólgnar upp. Tá hetta hendir, fer hjartað at líkjast einari fellu, sum japanesarar gjøgnum tíðirnar hava brúkt til veiði eftir blekkspruttu ella høgguslokki.
Tað kann ljóða ógvusligt og næstan ófatiligt, at hjarta á ein slíkan hátt kann steðga við sínum virknaði, men hetta hendir eitt nú fyri umleið 30 danir um árið.
Hetta er eitt tal, sum sambært www.helse.dk hevur verið rættiliga støðugt, síðan henda líðing varð staðfest í 1991, men hevur helst verið á leið hitt sama í árunum fyri hesa tíð.
Av einum tali á 30, siga hagtøl, at talan helst er um einar 27 eldri kvinnur. Orsøkin til, at talan er um fleiri kvinnur enn menn, kann hava nakað við hormonir at gera – ella, at menn og kvinnur ikki hava eins nógvar nervar í hjartanum.
Í læknaverðini halda tey, at ein triðingur av tilburðunum hava sína orsøk í sálarligari tyngd, ein triðingur í likamligari møði – og síðan duga læknarnir ikki at greiða frá, hvør orsøkin er til hin seinasta triðingin.
Tá hugt verður eftir teimum tilburðum, sum læknaverðin kennir orsøkina til, eru nøkur felagseyðkenni. Tí tað, sum hendir, tá fólk uppliva ógvusliga møði – likamliga ella sálarliga – er, at heilin mælir okkum til antin at ”flýggja” ella at ”stríðast”.
Tá hetta hendir, verða eitt nú leysgivin stórar mongdir av strongdar-hormonum, og sambært Patrick O’Gara, hjartalækna á Brigham and Women’s Hospital, lamma hesi hormonir snøgt sagt hjartað.
Patrick O’Gara leggur dent á, at hetta er ástøðið, sum tey í løtuni arbeiða við, men tað er framvegis nógv, sum læknaverðin enn ikki veit um ”knúst” hjørtu.
Danski læknin, Thomas Emil Christensen, sum hevur skrivað eina phd. um ”Broken Heart Syndrome”, stuðlar undir tað, sum Patrick O’Gara er komin eftir.
Tá hjartað verður knúst á ein slíkan hátt, kann støðan gerast vanlukkulig. Í flestu førum kemur hjartað kortini fyri seg aftur – og pumpar víðari – til tað verður knúst eina aðru ferð.
Men, hetta er ikki einasti háttur, at hjartað kann gerast ávirkað av sinninum.
Ein amerikansk kanning frá 2011 vísir, at eldri, sum hava mist sín hjúnafelaga ella sambúgva, eru í nógv størri vanda fyri at fáa hjartatilburð enn onnur. Í mun til fyribrigdið ”Broken Heart Syndrome”, sum serliga rakar kvinnur, er deyðstíttleikin sum heild størri millum einkjumenn eftir, at hjúnafelagi ella sambúgvi er farin.
Ein orsøk kann vera økta strongdarstigið í likaminum, sum ávirkar immunverjuna og soleiðis ger, at fólk eru meira viðkvom móti øðrum sjúkum, men sambært www.helse.dk er frágreiðingin ikki kannað til botns.
##med2##
Niðurstøðan er, at hjartað kann ikki spreingjast í bróstinum, men tað kann fara í knús, og hjartað kann saktans gerast ávirkað av sinninum – og sinnið kann gerast ávirkað av okkara hugburði.
Eingin okkara er tryggjaður móti eitt nú hjartasorg, vanlukkum ella mistum sambúgva, men vit hava eina ávirkan á, hvussu vit loysa trupulleikan, sum er uppstaðin. Soleiðis kunnu vit eisini minkan um vandan fyri, at særda hjartað ikki verður til eitt sovandi hjarta.