Teldupostgølan kann raka Hillary Clinton meint

Amerikanska forsetavalið verður um lítið meir enn eina viku. 8. november skulu amerikanarar í valhølini at velja. Tað eru onnur enn bert Donal Trump og Hillary Clinton, sum bjóða seg fram, men tað verður annar teirra, ið fer at vinna. Tað er eingin, sum ivast í tí.

 

Valstríðið hevur verið ógvuliga langt og ógvuliga litríki – uppá gott og ilt. Sjáldan áður hevur mann uppliva kandidatar, ið eru farnir so persónliga eftir hvørjum øðrum og sjáldan hava vit uppliva ein so litríkan kandidat sum Donald Trump. Hann líkist ikki tí, ið vit vanliga síggja og hann tosar ikki sum ein vanligur politikkari. Hann umboðar alt tað, ið politiska skipan og Hillary Clinton, ikki ger. Tað hevur verið hansara styrki og hevur m.a. verið eina partur av orsøkini til at hann er komin so langt. Fyri nøkrum vikum síðani sá tó út til, at tað fór ikki at bera longur. Hillary Clinton sá út at verða farin somikið langt framum Trump, at hann fekk hana ikki aftur. Hon fór at gerast forseti.

 

Teir tríggir kjakfundirnir vístu seg eisini at verða til hennara fyrimun. Donald Trump vísti seg ikki frá síni bestu síðu, men fór í tann vælkenda ákærandi og persónliga hamin, ið Hillary Trump fekk at kenna sviðan av. Soleiðis sá tað út í øllum førum. Donald Trump royndi at sannføra fólk um at Hillary Clinton var kriminell og enn eitt forsetavalevni, ið bert umboðaði tað sama, ið fólk eru blivin so troytt av. Enn er ikki staðfest um hon er kriminell ella ikki, men Hillary Clinton er enn einaferð komin í mótvind vegna nakrar teldupostar.

 

Teldupostgølan

 

- Teldupostgølan hjá Hillary er í tveimum. Tað fyrsta er hennara privati servari heim og hitt eru mailarnir, sum WikiLeaks sendir út næstan dagliga. Tað eru mailar serliga frá John Podesta, sum er leiðari á valstríðnum hjá Hillary Clinton. Teldupostarnir vísa nógv skitið og nógv, sum er næstan kriminelt. Teir vísa eina samanvavstur ímillum uttanríkisráðið, valstríðið hjá Hillary og Clinton-Foundation. Millum annað hevði hon sína privatu og statsligu teldupostar á sama servara, ið hevði eina sera vánaliga trygd, sigur Tóri Højgaard, løgfrøðingur, ið hevur fylgt væl við í amerikanska valinum.

 

Tóri Højgaard sigur, at FBI hevur kannað málið um teldupostarnar hjá Hillary í eini tvey ár, millum annað fyri at vita um nakað hon hevði brúkt sín privata teldupost til viðurskiftir, ið høvdu beinleiðis samband við uttanríkisráðið. Tier komu til eina niðurstøðu, sum seg, at hon hevði verið ógvuliga óansin í síni framferð, men at tað var ikki nokk at døma hana fyri nakað.

 

- Taktikkurin hjá Hillary Clinton og hennara starvsfólkum hava verið at lata verða við at viðmerkja sakina sjálva og bert vísa á niðurstøðuna hjá FBI. Eisini hava tey sagt, tað hetta eru russiskir teldusníkar, sum hava hacka seg inn á teldupostarnar og senda teir út, fyri at órógva amerikanska valið, sigur Tóri Højgaard.

 

Nýggja teldupostgølan

 

Nú eru nýggir teldupostar komnir undan kavi, ið ikki vórðu kannaðir av FBI í fyrsta umfarið. Hesir kunnu eins væl og teir fyrru gera, at Hillary Clinton kemur í trupulleikar, men tað er ov tíðliga at staðfesta.

 

- Hennara fyrrverandi persónliga hjálparfólk, Huma Abedin, hevði ein mann, sum hevur stilla upp til fleiri politiskt størv. Hann er nú ákærdur fyri at ónærisligan atburð og í tí sambandið verður hann kannaður. Tá alt teldupost samskifti bleiv kannað, millum annað tað hjá Huma Abedin, komu teldupostar hjá Hillary Clinton undan kavi, sum ikki eru sæddir áður. Minimum er talan um eini 10.000 teldupostar, sigur Tóri Højgaard.

 

Tað sum síðan er hent, sigur Tóri Højgaard, er at stjórin í FBI, James Comey, nú vil leggja afturat sínum vitnisburði í samband við teldupostsakina hjá Hillary Clinton. Tað eru teir nýggjastu teldupostarnir, ið hann vil leggja afturat.

 

- Tað er eitt óvanligt stig hann hevur tikið, men tað sigur kanska at har er okkurt at koma eftir, sigur Tóri Højgaard.

 

Kann raka hana meint

 

Tað er ringt at siga hvussu teldupostgølan kemur at raka Hillary Clinton. Avísin Chicago Tribune hevur longu biði hana um at trekkja seg, men tað hava tey sjálvandi avvíst.
Niðurstøðan í málinum verður ikki gjørd áðrenn valið hevur verið, tí kemur tað at hanga omanyvir henni tað, ið eftir er av valstríðnum.

 

- Tað er sjálvandi ringt at gera nakra niðurstøðu nú, men Donald Trump hevur havt ein ávísan viðvind í seinastuni og hetta hálpir honum sjálvandi. Hetta kann raka hana meint og kann hava havt ein avgerandi týdning, um hon endar við at tapa, sigur Tóri Højgaard.