munnu nógv gleða seg til at síggja Dólgarnar aftur, sum vórðu sendir fyri eini 20 árum síðani. Hin sendingin er Jólagøtan, sum var send fyri fýra árum síðani. Tann sendingin varð tikin upp úti á Reyni í Havn [...] Jólakalendarin, sum tey fara at senda, hevur 14 partar, og tí verða teir sendir hvønn gerandisdag frá 7. desember. Annars fer sjónvarpið hjá Kringvarpinum at senda ein tíma hvørt kvøld til børnini. Hóast talan
skipinum, sum bert tók 300 skippund, til Grønlands. Tá veður var til tað á ferðini yvir, bleiv riggað til at sleipa. Trossar og slíkt varð gjørt klárt. Teir komu til Tovkusak á kvøldi. Eitt av teimum gomlu [...] teir 17 menninir doyðu. Tey flestu líkini komu aftur og vórðu grivin í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík. Her mátti Alfred vera við til at eyðmerkja líkini og annars at hjálpa til við jarðarferðini. Í 1928 [...] fyrst læra seg enskt og fór tískil fyrst til Skotland at læra málið. Her ætlaði hon at vera, til hon dugdi so frægt av enskum, at hon kundi halda leiðina fram til Amerika. Hon fekk sær húspláss í Aberdeen
Skálaberg nú hevur verið afturhildin í russiskari havn í skjótt tvær vikur. Trolarin varð tikin, tí viðurskifti vórðu umborð, sum russiska eftirlitið ikki helt vóru í lagi. Seinni er komið fram frá føroyskari [...] Vónandi fær hetta mál eina virðiliga loysn. Hava vit gjørt mistøk eiga vit sjálvandi at bøta fyri tey. Byggja mistøk á misskiljingar, so eiga samráðingarevnini at verða brúkt optimalt. Vit kunnu so heldur [...] í Sosialinum í dag heitir á løgmann um at bjóða umboðum fyri russisku sendistovuna í Keypmannahavn til Føroya á vitjan. At fáa gongd á ein siðiligan og gevandi dialog, har tosað verður um tað góða søguliga
vn til Føroya at tosa um viðurskiftini. - Eg haldi, at løgmaður skuldi bjóðað russiska sendimanninum í Keypmannahavn til Føroya, har sínámillum viðurskifti landanna millum kundu verið tikin upp til umrøðu [...] reduni út fyri Murmansk, og í dag eru 14 dagar, síðan russiska vaktartænastan tók skipið til lands. Høvuðsorsøkin til tøkuna sigst vera, at trolarin hevur fiskað av kvotu, sum Sundaberg eigur, og eisini hava [...] undan og onkur, sum ringdi til mín her úr Føroyum, segði, at menninir noyddust at gera sær vatn burtur úr kava á dekkinum. Eg ringdi beinanvegin og bað um 30 tons av vatni til skipið. Teir søgdu seg vilja
ein sá ganga til grundar. Týskarar burturfluttir Í eftirskrift síni til skaldsøguna Atemschaukel skrivar Herta Müller, at Rumenia var sameindur hjá Týsklandi undir 2. veraldarbardaga til 1944, tá ið tað [...] Ceausescu fall, flýddi hon til Týsklands, og hon býr nú í Berlin. Hon hevur skrivað 25 bøkur. Tann seinasta, skaldsøgan Atemschaukel (Andareiggjan), kom í ár og verður nú umsett til heimsins høvuðsmál. Herta [...] Rumenia, afturfyri skuldu sendast til Sovjetsamveldið at byggja tað krígsherjaða landið uppaftur. Allir menn og allar kvinnur millum 17 og 25 ár í hesum fólkabólki vórðu tá tvingilsflutt í sovjetskar arbeiðslegur
Høvdu tað verið donsk viðurskifti, hevði tað svara til at 100 skip hjá Mærsk vórðu tikin, kanska av sjórænarum í Somalia, og at einir 4000 mans vórðu tiknir gíslar, segði Jørgen Niclasen. Hann metir tí [...] uttanríkismálaráðið og fiskimálaráðið arbeitt í døgndrift líka síðani hendingina og til nú, og tað fara tey eisini at gera heilt til málið er loyst. - Vit gera tað, vit kunnu, men russiskir fiskivinnumyndugleikar [...] Skálaberg. - Hetta hevur verið ein longri tilgongd, og longu sama kvøldið at Skálaberg varð tikin, fór uttanríkismálaráðið til verka, og vit hava arbeitt uttan íhald líka síðani, segði Jørgen Niclasen. Hann segði
Nólsoy, vendi eg mær til Jarðfeingi, ið beinanvegin var til reiðar at hjálpa til við hagtølum yvir vindmátingar, sum eru gjørdar í Nólsoy, sigur Thorman Kruse. Frá Jarðfeingi fekk hann tey ráð at seta seg í [...] hita hús og stovnar, umframt at veita streym til bygdina. Av ymsum orsøkum datt hendan royndar verkætlan niðurfyri – í hvussu er fyribils. Men nú eru so stig tikin á privatum grundarlagi at endurreisa ein [...] generatorur automatiskt slær til, um vindmyllan stendur still ov leingi. Tekniskt kann sigast, at skipanin skal verða soleiðis háttað, at orka verður veitt húsunum í tann mun tey hava brúk fyri orkuni. Alt
stórar trupulleikar, tí nú noyðist kommunan endaliga at taka støðu til, hvørjar ætlanir hon hevur við Atlantis. Ásannast má, at ikki ber til at reka húsið víðari eftir verandi umstøðum. Stóri spurningurin [...] kommunan yvirhøvur er før fyri at finna eina loysn, tí søguliga sæð hevur gingið illa. Á vári 2001 vórðu stig tikin, av Klaksvíkar kommunu, at umskipa bygnaðin fyri ognina Atlantis, ogn hjá Klaksvíkar kommunu [...] ikki lat seg gera, gjørdu vit av at seta dagligan leiðara. Í tíðarskeiðnum frá 15. nov. 2001 til 1. mars 2004 vórðu ymsar royndir gjørdar viðvíkjandi dagligum leiðara. Roynt varð at hava leiðara fulla tíð
við landinum aftur, norður í Dunnuvíkina, sum av mannahondum ikki er til longur. Hópurin av staðarnøvnum eru nevnd, men um øll eru tikin við, skal kendari maður enn eg svara upp á. Einki er tó at ivast í [...] týdningarmikið arbeiði, sum er við til at gera verkið meiri læruríkt og virðismikið. F itt verður eisini gjørt burtur úr haganum í Nólsoy. Greitt verður frá, at fram til 1808 var Nólsoy býtt upp í tríggjar [...] Hagarnir vórðu nevndir Uttastitriðingur, Miðtriðingur og Heimastitriðingur. Nólsoyggin er 48 merkur, og tað er óvanliga stórt markatal fyri eina so lítla oyggj. Við útskiftingina í 1987 vórðu hagarnir
við “Smirli”. Tað bar ikki til at leggja at, so tær vórðu førdar umborð við báti. Men tað var einki, sum æt at fara beinleiðis til Havnar. Nú gekk rutan til Eiðis og síðan til Víkar. Tað var nógv frakt [...] realskúlan til Lauridsen. Her kom Anna at arbeiða saman við pápa sínum, sum var fyrsti pedellurin við realskúlan til eina løn, sum var 85 kr. um mánaðin. Tað, at tey arbeiddu saman, merkti eisini, at tey hjálptu [...] fór til Kollafjarðar at ferðast við teirri “rutu”, sum tá var. Giftust undir fótbóltsdysti Tey giftust 26. juli 1925 í Havnar kirkju. Tað var Jákup Dahl, sum gifti tey, og framvegis bar tá bert til at verða