2. partur
Kongavitjan
Anna mintist kongavitjanina í 1907, tá ið Fríðrikur 8. kom inn í Føroyum á veg til Íslands. Anna var tá bert seks ára gomul, men hon mintist væl, at hon og systkinbarnið Billa úr Fuglafirði fóru út á Skansan at eygleiða hesa stóru hending.
Anna gjørdi tá tað mistak, sum fleiri børn hava gjørt aftaná hana. Hon helt nevniliga amtmannin vera kongin. Hansara búni var jú so nógv flottari enn tann hjá konginum, so her var lætt at fara skeivur. Kongabrúgvin, sum upprunaliga var gjørd til kongavitjanina í 1874, var gjørd størri í sambandi við hesa kongavitjan. Við á ferðini var eisini statsministarin J.C. Christensen og 40 ríkisdagslimir
Kongur var í Føroyum í tríggjar dagar og vitjaði hann eisini Nólsoy, Klaksvík og Tvøroyri.
Petra í Horni visti frá vermammu síni eina skemtiliga søgu frá hesi kongavitjan. Beint við amtmansborgina var ein stórur køstur við loki á. Fyri betri at síggja kongin, tá ið hann kom framvið, vóru fleiri fólk farin uppá lokið á køstinum. Tey hava verið fleiri enn gott var, tí knappliga fer lokið undan við teimum avleiðingum, sum hetta mátti fáa!
Tríggir dagar við Smirli frá Gjógv til Havnar
Í fyrra partinum varð greitt frá, tá ið Anna fór at ferðast til Kollafjarðar við árabáti. Hon hevði eina aðra søgu um, hvussu ferðingarmøguleikarnir vóru tá. Hon átti ein mammubeiggja, Dánjal, sum búði við Gjógv. Einaferð fara Anna og mostir hennara, Súsanna, sum tænti hjá apotekaranum, Jóhannes Djurhuus, til Gjáar at ferðast.
Norður eftir fara tær við “Ruth” til Oyrar. Haðani verður gingið til Gjáar. Á ferðini eru tær í fylgi við eini skipsmanning, sum skuldi sama veg.
Heim aftur skuldu tær fara eitt fríggjakvøld við “Smirli”. Tað bar ikki til at leggja at, so tær vórðu førdar umborð við báti.
Men tað var einki, sum æt at fara beinleiðis til Havnar. Nú gekk rutan til Eiðis og síðan til Víkar. Tað var nógv frakt, so alt tók sína tíð. Tað bøtti heldur ikki um, at veðrið var ringt. Anna mintist, at tey tosaðu um, at veðrið var so ringt, at skrúvan javnan kom upp úr sjónum. Av Vík var farið til Klaksvíkar, hagar tey komu mánamorgun, og loksins varð kósin sett móti Havnini, hagar tær komu eftir ferð í tríggjar dagar. Tað tók tískil nógv longri úr Gjógv til Havnar, enn tað í dag tekur til Danmarkar við “Norrønu”. Jógvan Næssaa, pápi Hjørdis Háberg, var kokkur. Hann syrgdi í hvussu er fyri, at tað fekst nóg mikið at eta á ferðini.
Útferð við Tom
Annars kundi familjan eisini loyva sær eitt sindur av luksus tá á døgum. Einaferð leigaðu tey Tom, sum jú var ein kendur fergumaður, á útferð norður til Kollafjarðar. Við vóru mamman, systrarnar, Sanna í Gong, sum var systkinabarn ommuna, hon búði í Danmark, og frøken Nørholt, sum var ein kunningi úr Danmark. Tom bíðaði eftir teimum og so aftur til Havnar. Hendan útferðin kostaði, sum Anna minnist, 20 kr.
Í 1920 byrjaðu fergumenninir at fáa sær motorfergur. Lias í Rættará bygdi tvær og Laurits í Mortanstovu eina. Eftir at vanliga ferguvirkið fyri ein stóran part var søga, vórðu fergurnar dúgliga leigaðar til bæði gagns- og stuttleikaferðir. Annars hava sovæl Mourentius við Stein sum Petur Háberg skrivað áhugaverdar frásagnir um fergutrafikkin í Havn.
Strikaði seg úr Avhaldsfelagnum
ein dag
Pápi Onnu og Marthu, Jákup, hevði eina greiða støðu móti rúsdrekka. Jákup var alt sítt lív ein trúfastur limur í Havnar Avhaldsfelag, tó við undantak av einum degi! Tað sigst, at hann vildi fegin skeinkja til brúðleypið hjá sær. So hann meldaði seg úr Avhaldsfelagnum dagin fyri og inn aftur dagin eftir brúðleypið!
Avhaldshúsið, nærinds núverandi Hotel Hafnia, var ein miðdepil fyri nógv mentunarligt virksemi í Havnini. Millum annað var jólatræ á hvørjum ári..
Undir 1. heimsbardaga bar tó ikki til at útvega jólatræ. Hetta mátti so smíðast av tilfari, sum kundi útvegast, og tað varð pyntað við mosa.
Til hesi jólahald stákaðust tey í fleiri vikur frammanundan at klippa jólapynt, og tað sum hoyrir til. Aftaná jólahaldið fingu tey pyntið heim við sær. Dreingirnir fingu vanliga fløggini og genturnar tær kliptu rósurnar saman við onkrum tinganest.
Tey høvdu eisini jólatræ heima, men hetta máttu tey ikki sleppa at síggja, fyrr enn pápin var liðugur at pynta træið. Træið var tí innilæst í stovuni.
Annars plagdu tey eisini at hava samanskotsgildi í Avhaldshúsinum, eins og her var bókasavn, so avhaldsfelagið hevði eitt sera fjølbroytt virksemi. Bergtóra hjá Onnu minnist, at presturin Absalon Joensen plagdi at fortelja søgur fyri børnunum. Hetta var eisini sera hugnaligt. Tey vóru mestsum grannar við Landavegin.
Thorshavn Totalafholdsforening varð stovnað í 1878, og eldsálin í hesum var sum á so nógvum øðrum økjum Djóni í Geil, hann gjørdist eisini fyrsti formaður.
Tað var eisini hetta felag, sum av fystu tíð gav fráhaldsblaðið Dúgvuna út, og Djóni gjørdist eisini blaðstjóri. Tað er ikki fyrr enn í 1910, tá Djóni var blivin illa sjúkur, at losjan helt áfram við blaðnum.
Losja verður stovnað í Havn í 1902. Hetta er vegna ónøgd við avhaldsfelagið, har fráhaldslyfti bert skuldi gevast fyri 3 mánaðir í senn. Sum frá leið gjørdist tað losjan, sum kom at mynda fráhaldsrørsluna í Havn, men avhaldsfelagið hevði stóran týdning ta tíð tað var.
Jørgen, beiggi Onnu og Marthu, var serliga virkin í Avhaldsfelagnum og seinni í losjuni. Men hann var kortini eisini trúfastur móti Avhaldsfelagnum, sum vist enn er til á pappírinum.
Anna gerst vaksin
Men tíðin gongur, og tann 11. april 1915 verður Anna konfirmerað av Jákupi Dahl, prósti. Hetta gekk tá framvegis fyri seg á donskum. Tað vóru bert 18 konfirmantar, 15 úr Havn, og hinir vóru úr Nólsoy og Velbastað. Vanliga vóru tað fleiri konfirmantar á heysti enn á vári. Millum konfirmantarnar saman við Onnu var Knút Petersen, kendur sum skómakari. Nógv ár seinni giftust barnabørn hjá teimum báðum, nevniliga dóttir Onnu hjá Knút og sonur Bergtóru hjá Onnu.
Genturnar vóru tá allar í svørtum kjóla. Men tær vóru tá byrjaðar frammanundan at vera í hvítum. Hetta sæst í Havnabókini hjá Birgar. Her sæst eisini, at allar genturnar høvdu beinan reik, tá ið Anna varð konfirmerað. Hetta man hava verið móti tá. Dreingirnir høvdu stíva flipp, men nakrir vóru í matrósaklæðum.
Men nú var at fáa nakað at gera. Fyrsta arbeiðið hjá Onnu var, at hon fór til Lauridsen, danska yvirlæraran við realskúlan, at vera morgungenta. At vera morgungenta merkti, at hon arbeiddi frá kl. 8 á morgni til kl. 1 seinnapartin. Lønin var nú ikki tann heilt stóra, nevniliga 5 kr. um mánaðin. Ein av uppgávunum var at bera morgunmat í realskúlan til Lauridsen. Her kom Anna at arbeiða saman við pápa sínum, sum var fyrsti pedellurin við realskúlan til eina løn, sum var 85 kr. um mánaðin. Tað, at tey arbeiddu saman, merkti eisini, at tey hjálptu hvørjum øðrum.
Tá høggijarn mátti brúkast til sukrið
Síðan kom Anna at arbeiða hjá Poul Restorff, sum hevði handil í grannalagnum hjá Onnu. Hetta hevur neyvan verið heilt tilvildarligt. Mamma Onnu tænti sum ung hjá gamla Restorff, og tað hevur verið eitt tætt samband millum familjurnar. Besta prógvið fyri hesum er, at Martha, systir Onnu, er uppkallað eftir Martin, sum var ein beiggi Poul Restorff, sum doyði ungur. Handilin hjá Poul er í dag PE-handilin í Sigmundargøtu.
Breyðprísirnir vóru ikki teir somu sum í dag. Teir vóru 40 oyru fyri rugbreyð og 20 oyru fyri franskbreyð.
Millum vørurnar í handlinum, sum ikki eru kendar í dag, vóru sukurtoppar. Teir vóru kanska dupult so stórir sum eitt krúss, og teir máttu høggast sundur við høggijarni.
Restorff-familjan var yvurhøvur kend fyri sín tónleik. Tað, sum Anna mintist til tónleik, var, at mamma Poul, Sofía Helena, hevði klaver í stovuni. Pápi hennara var annars Jørgen Frands Jacobsen, sum var abbi rithøvundan av sama navni. Jørgen Frants varð føddur í 1819 og doyði í 1917, 97 ára gamal.
Jørgen Frands var eisini langabbi William Heinesen. Anna plagdi at síggja hann niðri í Vágsbotni. Tað sigur nakað um hennara aldur, at hon mintist langabba William Heinesen, sum varð føddur meira enn 185 ár áðrenn, hon sjálv doyði.
Sofía Helena var omma William Heinesen, og var av honum í eini stuttsøgu umrødd sum ”min romantiske bedstemor”. Hesir Restorfarar eru allir umrøddir í røðini Hendur ið Sleptu.
Anna sum fotografur
Anna hevði fyri eina unga gentu tá í tíðini sjáldsaman áhuga fyri at fotografera.
Oluffa, systir Onnu, arbeiddi í gamla bókhandlinum, og har keypti Anna eitt kassafototól fyri 18 kr.
Her skal skoytast uppí um Oluffu, at hon giftist ongantíð, hóast nógvir dreingir lógu framvið. Bróðursonurin Heri Mørkøre hitti eina ferð ein eiðismann, sum kom eftir sambandinum teirra millum. Hesin hevði gingið á skiparaskúla, og hann fortaldi fyri Hera, at tað vóru ”nógvir blýantar keyptir til svart onga nyttu” frá Oluffu í bókahandlinum!
Anna keypti so eisini framkallaratól, og hon keypti løgin til framkallingina í bókhandlinum. So dró hon gardinurnar fyri, og tá var kamarið hjá henni eitt myrkakamar, og hon kundi framkalla tiknu myndirnar. Í myrkakamarinum hevði hon petroleumslampu við reyðum lampuglasi. Tað er óneyðugt at siga, at hesar myndir, hon hevur tikið, eru ein dýrgripur í dag, sum eisini okkara lesarar fáa høvi til at ásanna.
Fór niður á handarbeiðsskúla
Men sum frá leið mátti Anna gevast at arbeiða úti. Mamman mátti hava hjálp, so hvørt tað komu fleiri systkin. Tískil mátti Anna heim at hjálpa til.
Men Anna varð forlovað heilt ung, og hon vildi royna nakað, áðrenn hon bant seg. Hetta var sera vanligt hjá ungum gentum tá í tíðini.
Í 1924 fór hon niður á Husflidsskolen, sum var í Gothersgade 125 stutt frá Nørreport í Keypmannahavn. Anna var sera fitt í hondunum og hevði hug at fáa sær eitt slag av útbúgving innan hetta økið. Anna hevði sjálv spart sær saman til hetta. Tað var latið tvey pláss til føroyingar á hesum skúla hvørt ár. Hin, sum fór niður hetta árið, var Tulla, dóttir Ludvig Poulsen, blikkinsláara. Tulla giftist seinni við Ísaki Petersen, skómakara. Ein sonur teirra var Dánjal í Skóbúðini, sum doyði fyri nøkrum árum síðan. Tær fóru niður við ”Sleipner” hjá DFDS. Á vegnum niður varð lagt lagt inn í Leith, sum lá á leiðini. Skúlin vardi fimm mánaðar. Her lærdu tær ymisk handarbeiði sum at knipla, brodera og at seyma hattar. Aftaná skúlan fór Anna upp aftur við ”Sleipner”. Aftaná 80 ár sat Anna framvegis og bant. So ein kann ætla, at tað er ikki smáting, sum liggur eftir hana á hesum økinum.
Forlovað 16 ára gomul
Nú var Anna komin í giftingaraldur. Hon hevði upplivað eitt sindur av hvørjum og var búgvin at binda seg. Hon og Símun høvdu gingið saman í 8 ár. Hon var bert 16 ár, tá tey funnu saman. Hetta var sera ungt, men kanska ikki heilt óvanligt. Tey ungu høvdu síni ”stevnumøti” og fóru svermitúrar oman eftir Áarvegnum og niðan eftir Amtmannsbrekkuni. Onkuntíð varð farið út á Skansan.
Í dag bjóða dreingirnir gentunum hjá sær ein biltúr. Hetta bar ikki til tá í tíðini. Símun var tó ikki fyri nothing. Hann bjóðaði Onnu ein siglingartúr til Kollafjarðar at vitja familjuna hjá henni. Tey bæði fóru við deksbátinum “Rosa” hjá Carl á Lag. Og sum tann gentlemaður, sum Símun var, lat hann gentuna sleppa at stýra. Hon gjørdi ikki vandari enn at sigla innan fyri Hoyvíkshólman. Hetta var vanlig leið hjá smærri fartoyum, og hesa leiðina sigldi hon jú, tá hon fór til Kollafjarðar at ferðast við teirri “rutu”, sum tá var.
Giftust undir fótbóltsdysti
Tey giftust 26. juli 1925 í Havnar kirkju. Tað var Jákup Dahl, sum gifti tey, og framvegis bar tá bert til at verða giftur á donskum. Tey høvdu ætlað, at ikki nógv skuldu vita av, so tey løgdu víglsuna samstundis sum fótbóltsdystin undan ólavsøku. Men slíkt frættist altíð, so tað var fitt av fólki í kirkjuni.
Brúðleypið varð hildið heima hjá Jóan Jakku skómakaranum, sum var giftur við Poulinu, systir Onnu. Tað var ikki nógv gjørt burturúr tá. Tey høvdu afturfyri eitt stórt silvurbrúðleyp.
Eitt sindur um Askham
Askham er eitt kent navn í sambandi við smiðjuarbeiði. Og her kunnu vit hóskandi greiða frá upprunan til Askhamættina, sum kom úr Bretlandi.
William Askham, ættaður úr Hull, var abbi Símun. Hann kemur fyrstu ferð til Føroyar í 1860. Hann hevur orð fyri at vera sera ágrýtin og verður umrøddur sum ”spekulanturin”. Hann kom til Føroyar við vørum at selja. Hann bygdi pakkhús á Eiði og fær handilsloyvi. Pakkhúsið á Eiði selur hann longu árið eftir og byrjar at handla í Fuglafirði. Í 1862 byggir hann pakkhús á Marknoyri í Vági og byrjar at keypa fisk frá hetlendskum og skotskum sluppum, sum hann virkar til klipfisk at flyta út. Hetta var áðrenn føroyingar sjálvir byrjaðu havfiskiskap.
William var pápi Tummas Askham, sum vanliga verður kallaður ”Gamli Askham”. Kona hansara var Julianna, fødd Johannesen, ættað av Velbastað. Hon arbeiddi hjá Østrøm á Skálatrøð og flutti við Tummasi til Bretlands,.har tey giftust. Tískil var Símun bretskur ríkisborgari.
Ólavur á Heygum, kendur framburðsmaður, fekk Tummas Askham upp til Føroya at vera á bedingini í Vestmanna.
Tummas keypti seinni smiðjuna, sum vit vanliga kalla Askhams smiðju á Skálatrøð, har Glitnir er nú.
Tá gamli legði frá sær, varð smiðjan rikin av beiggjunum Símun, Thorstein og Thomas Juul, vanliga nevndur Ullaba. Ullaba fór seinni burturúr og byrjaði smiðju fyri seg sjálvan.
Teir arbeiddu mest fyri seg sjálvar, men høvdu eisini rættiliga nógvar lærlingar. Her vóru eisini sveinar. Her var nóg mikið at gera, og hetta var serliga, tá skipini fóru um várarnar. Bretsku trolararnir góvu eisini ein hóp av arbeiði.
Fann kodubókina hjá Lincoln City
Símun arbeiddi eisini sum kavari. Hetta kundi geva serligar uppgávur undir krígnum. Ein av teimum var, tá hann varð sendur niður eftir kodubókina hjá ”Lincoln City”, sum varð bumbaður og søktur á Havnarvág í 1942. Tá mátti Símun fara framvið tí deyða telegrafistinum fyri at fáa gjørt síni ørindi, sum eisini eydnaðust at enda.
Kodubókin varð tó ikki funnin beinanvegin, tí hon lá ikki har, sum skiparin segði hana vera. Hon var reyð og innbundin í blýggi, so hon skuldi søkka, um illa bar á, so hon var lættari at finna. Tað gingu fýra dagar, áðrenn Símun fann bókina. Teir dagarnar setti ovastin hjá bretska herinum, Crowther kapteynur, eyka vakt á Viðarnesi, Argjum og helst aðra staðni við. Tá kodubókin var bjargað, gjørdist arbeiðið meira avslappað. Kortini arbeiddi Símun tríggjar mánaðar við ”Lincoln City”. Tó varð ikki kavað hvønn dag, tí hendingin fór fram í februar, og tá er veðrið ikki altíð tespiligt á Havnarvág. Umframt lóður og djúpvatnsbumbur vórðu eisini kanónin á bakkanum, maskinbyrsurnar á brúgvavonginum og kanónin afturi á keysini tikin upp.
Símun arbeiddi eisini umborð á ”Caroline Torden”, sum var eitt finskt ferðamannaskip, sum varð bumbað av týskarum. Hann bøtti so frægt um skipið, at tað kundi sleipast norður í Sundalagið og setast uppá land á Hvalvíksoyruna. Her varð hol sett á hana, so eldurin endiliga kundi sløkkjast.
Aftaná kríggið arbeiddi Símun eisini sum kavari, tá nýggja kain í Norðragøtu varð bygd. Tá búði hann hjá Kristinu og Eyða (Gøthe) á Fløtti. Børnini plagdu ofta at fara til Gøtu at ferðast, og onkuntíð var Anna við. Hvussu var og ikki, fyrst í 50-unum giftast elsti sonur Onnu, Thorleif, við Marjun, dóttir tey bæði Kristinu og Eyða. Marjun og Thorleif búsettust í Danmark.
Víglsan av havnini i Norðragøtu gjørdist annars minnilig, tí gestirnir fingu mateitran og leyst lív. Her var ringt skil hjá nógvum, sum nógvar søgur hava verið um. Men Símun slapp væl, tí hann hevði etið so nógv aðra staðni eisini.
Símun arbeiddi nógva staðni í landinum við havnaarbeiði. Vinskapur fyri lívið stóðst vanliga við tey hús, har tey búðu, meðan arbeitt varð sum kavari.
Tað finst ein sera vøkur søga um Símun. Í 1914 komu tveir móðurloysingar at búgva hjá Margrethu og Sigmundi av Argjum, sum búðu har Dr. Jacobsensgøta er í dag. Hesir dreingir vóru komnir úr Íslandi við pápanum Jens Fredrik Jensen, sum vildi hava nøkur av sínum børnum at búgva hjá ætt í Føroyum, eftir at mamman var deyð.
Símun Askham, sum búði á Landavegnum, kom ofta inn til tey hjá Sigmundi. Hann fekk serligan tokka til annan av hesum dreingjum, og ein dagin tók hann dreingin heim við sær. Her bleiv hann uttan nakað roks bara verandi, og her bleiv hann roknaður sum ein partur av familjuni alla sína tíð. Hann er eisini við í teirra ættartalvu.
Drongurin var Oskar Jensen, sum seinni fór aftur til Íslands, og sum doyði fyrr í ár heili 102 ára gamal. Tá ið sonur hansara Ómar vitjaði í Føroyum í 2006, kom hann sjálvandi eisini inn á gólvið hjá hesi síni føroysku ”ætt”.
Hjá Tummasi og Juliannu var sanniliga hjartarúm. Í Leith høvdu tey tikið sær av eini gentu, sum ongan góðan átti. Hon kom heim við til Føroyar og gjørdist eisini sum eitt barn av húsinum.
Katolikkatrøðin
Julianna var katolikkur, meðan Tummas var baptist. Einaferð kom Tummas við Victor Danielsen inn fyri at fáa ”skikk” uppá katólska prestin Boekenoogen, sum var hollendari. Men tað hendi tó ikki meira enn, at teir fingu eitt hugnaligt prát yvir ein drekkamunn, sum Anna hevði gjørt, og uttan at teir fingu umvent hvønn annan.
Tey fluttu niðan á Tinghúsvegin á eina trøð, sum upprunaliga var tillutað katolikkunum. Men tá katolikkarnir fingu eina størri trøð, Rossatrøðna, uppi undir Varða, har teir bygdu skúla og kirkju, seldu katolikkarnir Askham-familjuni ta fyrra trøðna, hon varð lutað ímillum Símun og Ullaba, og teir bygdu báðir á henni.
Stór ætt
Simun og Anna búðu fyrstu árini við Landavegin, men tey fluttu á Tinghúsvegin í 1936. Símun doyði í 1967, 71 ára gamal. Hann var íðin B36-ari, og hann doyði undir einum fótbóltsdysti. Hann hevði havt trupulleikar við hjartanum, men hann arbeiddi til seinasta dag hann livdi.
Anna var sera virkin í kristiligum virksemi. Hon var í nógv ár við í Ytri Missiónsringi, eins og hon var við í Sjómanskvinnuringi. Her var systir hennara Poulina formaður. Ein onnur í hesum ringum var Jona Henriksen. Hon gav Onnu tað ummæli, at hon var eitt ”vælsignað menniskja”.
Anna og Símun fingu átta børn. Av hesum komu tey seks undan. Ommubørnini vórðu 26. Tá hon fylti 100, vóru langommubørnini 60 í tal. Tey eru nógv fleiri í dag. Anna upplivdi, at talið á hennara eftirkomarum var omanfyri 100, og hon hevði skil á teimum øllum.
Børnini vóru Begga, f. 1926, Thorleif f. 1928, Svend, f. 1932, f. Sonja 1933, Martha f. 1934, Johannes Juel f. 1936. Thorleif og Svend eru deyðir..
Anna hevði eina góða heilsu. Sum 70 ára gomul fekk hon tó pacemaker, ið skuldi stuðla hjartasláttinum. Tað var hildið at vera eitt sindur ivasamt, um tað loysti seg at spandera hetta tól uppá eina so gamla konu! Men hon fekk tó 34 ár afturat.
Dóttirin, Bergtóra, sigur eisini, at mamman var so røsk, at tað gjørdi henni ikki mun, um hon ikki slapp til songar eina nátt. Hetta kundi ofta henda í einum húsi, har nógv var at gera, og náttin mátti takast til nýtslu. Hon helt áfram við sínum arbeiði annan dag, sum um einki var hent. Vit hava havt mong slík konubrot.
Martha javngomul við Tórshavnar Kommunu
Martha varð fødd 21.oktober 1909. Hetta árið varð Sjálvstýrisflokkurin formelt skipaður, føroysk skip fara regluliga at fiska á suðurlandinum í Íslandi, Jákup Dahl søkir um at sleppa at halda seinnapartsgudstænastu á føroyskum, háskúlin flytur til Havnar, og fyrsta føroyska skaldsøga Bábelstornið verður prentað sum framhaldssøga í Tingakrossi.
Martha upplivdi eins og Anna stórt sæð allar broytingar í landinum og ikki minst í Havn. Her er nógv broytt, síðan hon saman við vinkonuni Nellu (Dahl), plagdi at fara við neytunum í hagan út eftir Landavegnum!
Martha skuldi eisini eita Vilhelmina, men tá ið pápin innskrivaði hana hjá presti gloymdi hann hetta navnið. Hon gjørdist tí tað einasta av systkjunum, sum bert hevði eitt navn.
Martha mintist 1. veraldarbardaga. Millum annað minist hon skamtunarkortini, og greytin tey fingu, og sum minti um saguspønur. Saftin tey fingu var rabarbusaft. Hon var jú føroysk framleiðsla og útlendsk saft fekst ikki.
Sum ung arbeiddi Martha í Ullvøruhúsinum eina tíð. Men húsið var stórt, so eins og aðrar gentur mátti hon vera heima og hjálpa mammuni við húsarhaldinum.
Jona: Sámal Matras var framúr sum menniskja og lærari
Í 1933 giftist hon við Sámal Erik Matras av Brekkumørk á Viðareiði.
Hann var føddur í 1898 og var til skips fyrstu árini eftir, at hann fór úr skúlanum. Sámal Erik tók læraraprógv í Haslev í 1922, arbeiddi fleiri tiðarskeið sum lærari niðri. Hann fekk fast starv við kommuskúlan í Havn í 1925.
Sámal Erik var serstakliga kendur sum fimleikalærari. Eisini var hann leiðari hjá mannliga liðinum hjá Havnar Fimleikarfelag í mong ár, eisini á Noregsferð í 1938. Hann stovnaði Tórshavnar Handilsskúla í 1936 og var leiðari skúlans til 1951, tá ið hann gjørdist sjúkur. Sámal Erik var eisini blaðstjóri á Tingakrossi 1940-1943. Hann hevur verið ein sera fjølbroyttur maður við einum dyggum ”heimafronti,” nevniliga Marthu.
Tey blivu gift av danska prestinum Faulenborg, sum hevði verið prestur á Viðareiði, og sum hevði konfirmerað Sámal Erik. Hann var tá í Føroyum og ferðaðist. Kona hansara, sum var dóttir Vilhelm Mohr í Havn, hevði koyrt prestakragan í viðførið, um hann skuldi fingið brúk fyri honum. Hann lænti kjólan frá Jákup Dahl, sum hevði bæði doypt og konfirmerað Marthu.
Martha og Sámal Erik búsettust í Havn. Fyrst niðri í Vágsbotni, men í 1949 fluttu tey í egin hús í Dj. í Geilsgøtu. Men longu fáar mánaðar eftir, at tey vóru flutt, fyrst í 1950, fekk Sámal Erik heilabløðing og lammaðist. Hetta broytti umstøðurnar hjá Marthu, sum nú mátti nýta alla sína orku at passa mannin. Martha segði, at hetta var ein tung tíð. Tað var eingin hjálp fyri sjúkuni, almenni stuðulin til røktina var tá sera avmarkaður. Men tað sum lætti nógv um her var tað serstaka samanhald, sum var í familjuni, og sum fólk eisini tóku til. Familjan kendi tað sum sína ábyrgd at vitja og at hjálpa til, har tað kundi hjálpast. Støðan hjá Sámal Erik versnaði so líðandi, og hann doyði í 1960.
Jona Henriksen hevði Sámal Erik sum lærara alla sína skúlatíð. Hon tók til, hvussu einastandandi hann var bæði sum menniskja og lærari, øll vóru so góð við hann.
Martha og Sámal Erik áttu tvær døtur. Bjørg var gift við Hera Jensen. Tey doyðu bæði í góðum árum. Jórun er gift við Petur Ellefsen.
Bergtóra sigur, at hon saman við systkinabarninum Solveig (Dam) sum barn kom nógv til Marthu. Tær báðar bera henni, at hon var eitt stásfólk. Martha var sera undirhaldandi og dugdi væl at greiða frá. Børnini høvdu eina slíka virðing fyri henni, og segði hon nakað, so aktaðu tey eisini.
Blíð var hon eisini. Tað kundu ásannast av ættarfólkunum hjá Sámal Erik, sum ofta gistu hjá Marthu, tá ið tey komu av Viðareiði til Havnar. Ein teirra var systirdóttir Sámal Erik, Marita, sum seinni gjørdist løgmaður. Hon búði hjá Marthu og Sámal Erik, tá ið hon gekk á læraraskúla. Jórun hjá Marthu og Marita gjørdust bestu vinkonur. Hesum greiðir hon væl frá í bókini um Maritu, har hon eisini lýsir tey góðu viðurskiftini millum ættarfólkið.
Tað var eitt upplivilsi at koma at kenna hesar báðar systrarnar. Fyrst og fremst vóru tær so positivar. Javnan var stokkið inn á gólvið hjá teimum á ellisheiminum, serliga tá okkurt var at spyrja um. Við teirri vitan, tær høvdu, fekst eisini altíð okkurt burtur úr.
Tað var heppið at fáa teirra søgu, áðrenn tað gjørdist ov seint. Her kann skoytast uppí, at øll hesi níggju systkin búðu alla sína tíð í Havn.
Komandi partur
Í komandi parti verður fyrsti partur av eini frásøgn
hjá tí 93 ára gamla Sofus Gregersen úr Syðrugøtu.
Hetta verður eitt áhugavert íkast til Gøtu søgu