Kanska álvarsamasta málið í fiskivinnusøguni

Undir svarinum av einum áfráboðaðum fyrispurningi á Tingi í morgun segði Jørgen Niclasen, uttanríkismálaráðharri, at talan er kanska um álvarsamasta mál í føroyskari fiskivinnusøgu. – Vit umhugsa í løtuni, um vit skulu skjóta málið inn fyri ein altjóða dómstól, segði uttanríkismálaráðharrin

Tað førdi eina røð av viðmerkingum við sær, tá Jørgen Niclasen í morgun fekk ein ófráboðaðan fyrispurning viðvíkjandi Skálaberg.
- Hetta hevur verið ein longri tilgongd, og longu sama kvøldið at Skálaberg varð tikin, fór uttanríkismálaráðið til verka, og vit hava arbeitt uttan íhald líka síðani, segði Jørgen Niclasen.
Hann segði, at russar hava handlað langt frá vanligari siðvenju í hesum máli.
- Sektaruppskotið er púra burtur við og er heldur ikki í tráð við altjóða lóg, og vit gera tí hvat vit kunna. Fyri at gera status beint nú – hetta er jú ein long søga – er Fiskimálaráðið í holt við at leggja seinastu hond á eitt bræv til russiska fiskimálaráðið um, at hetta ikki kann góðtakast frá føroyskari síðu, og at hetta málið setur spurnartekin við fiskivinnusamstarvið millum Føroyar og Russland, segði Jørgen Niclasen.
Samstundis er uttanríkismálaráðið við at orða eitt skriv til russiska uttanríkismálaráðið um álvarsemið í hesum málinum.
- Vit vísa á havrættardómstólin í Hamburg sum eitt amboð hjá okkum, eins og eg í morgun havi biðið um ein fund við danska uttanríkismálaráðharran, Per Stig Møller. Framman undan hevur samskiftið verið við ráðið oig við donsku sendistovuna í Moskva, segði Jørgen Niclasen.
Hann segði, at uttanríkismálaráðið ger alt tað er ment, fyri at loysa málið, men hann kundi ikki í Tinginum í dag siga nær og hvussu málið kann loysast.

100 donsk skip
Havt var á munni, at var talan um donsk viðurskifti, hevði talan verið um ógvuslig tøl.
- Høvdu tað verið donsk viðurskifti, hevði tað svara til at 100 skip hjá Mærsk vórðu tikin, kanska av sjórænarum í Somalia, og at einir 4000 mans vórðu tiknir gíslar, segði Jørgen Niclasen.
Hann metir tí, at hetta uttan iva er álvarsamasta málið í føroyskari fiskivinnusøgu, og tí hevur bæði uttanríkismálaráðið og fiskimálaráðið arbeitt í døgndrift líka síðani hendingina og til nú, og tað fara tey eisini at gera heilt til málið er loyst.
- Vit gera tað, vit kunnu, men russiskir fiskivinnumyndugleikar eru ikki tað, ið vit kalla lættir at samstarva við. Tað vóru teir fyrr, men tað eru teir ikki nú, so her er broyting komin í, segði Jørgen Niclasen.
Tað er eisini orsøkin til, at føroyskir myndugleikar umhugsa at leggja málið inn fyri ein altjóða dómstól.
- Tey sektaruppskotini, sum higartil eru komin fram, liggja so langt frá tí, sum er rímiligt, og sum vit vita, at altjóða dómstólurin í Hamburg fyrr hevur ógildað, at tað er nakað, vit umhugsa, segði Jørgen Niclasen.
Hann vónar sjálvandi, at kunna loysa málið uttan at taka tað stigið.
- Men skal tað stigið takast, eru okkara formligu viðurkifti soleiðis, at tað verður saman við dønum, so tað verður danski staturin, ið kemur at leggja tað málið fram. Tað verður so okkara uppgáva at sannføra teir um, at tað er rætt, segði Jørgen Niclasen.