Russar og vit

Oddagrein:

Tað er komið illa við, at Skálaberg nú hevur verið afturhildin í russiskari havn í skjótt tvær vikur. Trolarin varð tikin, tí viðurskifti vórðu umborð, sum russiska eftirlitið ikki helt vóru í lagi. Seinni er komið fram frá føroyskari síðu, at hetta byggir mest á misskiljingar.

Hvussu er og ikki eru vit ikki før fyri at meta um. Men tað kemur sjálvandi sera illa við fyri bæði manning og reiðarí, at skipið verður afturhildið í so langa tíð, ikki minst nú tað skal latast nýggjum eigarum.

Samstarv eisini millum tjóðir byggir á álit og virðing. Tí eiga eisini vit, tá okkurt kemur óvart á okkum og sum vit ikki halda er fair og rætt, at brúka samráðingarvegin. Eru brot á lógir og reglur farnar fram, so eigur hetta sjálvandi at verða handfarið hareftir. Er talan um misskiljingar millum tveir partar, so eigur alt at verða gjørt fyri at byggja brýr aftur og eigur dialogurin sjálvandi at byggja á virðing og verða í einum siðiligum tóna.

Vónandi fær hetta mál eina virðiliga loysn. Hava vit gjørt mistøk eiga vit sjálvandi at bøta fyri tey. Byggja mistøk á misskiljingar, so eiga samráðingarevnini at verða brúkt optimalt.

Vit kunnu so heldur ikki gloyma tann veruleika, at Russland er eitt stórt land, har tingini ikki koyra so skjótt og har uttan iva eisini ymiskar mannagongdir verða brúktar. Vit kunnu so heldur ikki útiloka, at valdsmisnýtsla og møguliga eisini korruptión er partur av mongum málum.

Tí ræður um hjá okkum sum eitt lítið land, sum hevur søguliga traditiónir við samstarvi við russar at telva rætt. Og ein partur av telvingini er fyrireiking og at læra av royndunum og her eisini mistøkum gjørd av báðum pørtum. Vit eiga tí at lurta eftir russiska konsulinum í Føroyum, sum í Sosialinum í dag heitir á løgmann um at bjóða umboðum fyri russisku sendistovuna í Keypmannahavn til Føroya á vitjan. At fáa gongd á ein siðiligan og gevandi dialog, har tosað verður um tað góða søguliga samstarvið, sum hevur verið millum londini, og at man frá føroyskari síðu ynskir at halda fram við tí og menna tað. Her er ikki bara talan um býti av kvotum og fiskirættindi. Tað snýr seg eisini um samhandil, har vit t.d. selja russum laks og aðra vøru. Og eisini eiga vit at samstarva um annað.

Vit minnast øll, hvussu tað fór kalt niður eftir rygginum hjá mongum føroyingi, tá russiska eftirlitið eftir vitjan her bráddliga kappaði á stokkinum og setti forboð fyri innflutningi av stórum føroyskum laksi. Hetta er tað, sum kann henda, tá tað ræður um millumlanda handil. Vit fór straks í gongd við tí so týðandi dialoginum, og endin varð, hóast tað tók tíð, at vit innflutningsbannið varð avtikið.

Latið okkum hava virðing fyri russum, og latið okkum umvegis tann góða dialogin royna at fáa russar at hava virðing fyri okkum. Júst nú eru samráðingar um kvotur fyri næsta ár. Her er sjálvandi trupulleikar, og ein er, at antin mugu vit fáa størri toskakvotu frá russum ella mugu teir fáa minni svartkjaft, tí virðisbýtislutfallið millum hesi fiskasløg er so nógv broytt. Hetta er sjálvandi ein barriera, sum vit gjøgnum virðiligar samráðingar mugu loysa upp fyri.