Grøna oyggin ikki gloymd

Eftir at sokallaða nólsoyarætlanin varð slept hava privat áhugamál saman við Jarðfeingi gjørt av at seta í verk eina minni, men avgjørt spennandi verkætlan, ið gongur út upp á at bygdin skal hitast við varandi orku

Frá 2003 og fram til í fjør var Nólsoy miðdepilin í einari partvíst altjóða fíggjaðari ætlan ið gekk út upp á, at oyggin skuldi vera sjálvveitandi við orku.
Talan var um at framleiða orku við vindmyllum og síðani goyma hesa sum vetni, ið síðani skuldi nýtasst at hita hús og stovnar, umframt at veita streym til bygdina.
Av ymsum orsøkum datt hendan royndar verkætlan niðurfyri – í hvussu er fyribils.
Men nú eru so stig tikin á privatum grundarlagi at endurreisa ein part av nólsoyarætlanini.
Tað eru Thorman Kruse, sum saman við nólsoyingunum Bjarta Thomsen og Jógvan Thomsen, ið fyrst og fremst standa aftan fyri ætlanina, men eisini Jarðfeingi er áhugað og stuðlar undir við vitan og hagtølum.
Kunnandi fundum um verkætlanina var so í Nólsoy í gjárkvøldið, har Thorman Kruse greiddi frá sínum royndum á vindmylluøkinum, og Kári Mortensen frá Jarðfeingi greiddi frá tí, teir arbeiða við innan økið.
Eisini Bjarti Thomsen greiddi eitt sindur frá kanningum av orkuframleiðslu frá vindmyllum og samanbar tað við hitanýtsluna hjá ávikavist einum sethúsum í Nólsoy og einum fjarhitahúsum í Hoyvík.
Jógvan Thomsen samanbar kostnaðin av einum oljuhitaðum húsum við kostnaðin, um vindorka varð nýtt.

Ítriv
Thorman Kruse, ið annars eigur fyritøkuna teletech, ið ikki sum so hevur nakað við orku og hita at gera, greiddi frá, at hansarra áhugi í verkætlanini byrjaði sum ítriv heima framman fyri telduskíggjanum.
Hann royndi ymisk modell í sambandi við eina verkætlan, ið umfataði Hvalba, og á einari simulatorskrá á telduni royndi hann ymsar orkuhættir, serliga vatn og sól.
Men tað vísti seg at vera trupult t arbeða við, serliga tí so fáar royndir finnast innan hesar orkuframleiðslur. Hann kom tí til, at besta og eisini nógv mest framkomna alternativa orkukeldan var vindur.
- Tað vísti seg kortini, at áhugin fyri verkætlanini ikki var serliga stórur í Hvalba, og tá eg visti um royndirnar í Nólsoy, vendi eg mær til Jarðfeingi, ið beinanvegin var til reiðar at hjálpa til við hagtølum yvir vindmátingar, sum eru gjørdar í Nólsoy, sigur Thorman Kruse.
Frá Jarðfeingi fekk hann tey ráð at seta seg í samband ivð Jógvan Thomsen, stjóra á Fjarskiftiseftirlitinum, ið er nólsoyingur, og soleiðis tók hendan mini nólsoyarverkætlanin ser upp.

Uttan vetni
Verkætlanin gongur í stuttum út upp á at seta eina vindmyllu upp á Stongini, sum síðani umvegis kaðalar skal veita øllum húsarhaldum í bygdini hita.
Setast skal upp ein goymslutangi til vatn á 2000 litrar, sum síðani verður hitaður upp við orkuni frá vindmylluni.
Mátingar av vindi í Nólsoy samanhildið við hagtøl frá vindmyllunum hjá SEV og Røkt vísa, at sera gott samsvar er millum framleiðsluorkuna hjá vindmyllunum við nýtsluna hjá húsarhaldum. Framleiðslan av orku er minst um summarið og tá er nýtslan ikki óvæntað hjá húsarhaldum eisini minst.
Størsta broytingin frá upprunaligu verkætlanini er, at í nýggju ætlanini er ein sonevnd back-up skipan, har ein generatorur automatiskt slær til, um vindmyllan stendur still ov leingi.
Tekniskt kann sigast, at skipanin skal verða soleiðis háttað, at orka verður veitt húsunum í tann mun tey hava brúk fyri orkuni. Alt verður stýrt umvegis automatikk.
Størsta broytingin í mun til uppruna ætlanina er so, at vetni skal ikki goymast, og tað hevur eisini eina »positiva« ávirkan á prísin.

16 milliónir
Soleiðis, sum uppleggið á fundinum i Nólsoy í gjárkvøldið var, er ætlanin, at øll bygdin skal verða við í skipanini.
Í dag verða ikki framleiddar vindmyllur undir 850 kW, og tað er ríkiligt at nøkta tørvin hjá allari bygdini. Ein slík mylla kostar einar 10 milliónir krónur.
Síðani skal kaðal og hitaskipan leggjast til og í hvørt hús, og tað verður mett at kosta fimm milliónir krónur. At enda verður neyðugt við einari back-up skipan at taka yvir, skuldi vindstilli verið í fleiri dagar, og ein slíkur generator við tilhoyri verður mettur at kosta eina millión krónur.
So ein slík skipan fer at kosta tilsamans 16 milliónir krónur.
Í faldara, sum Nólsoyar Orkufelag hevur gjørt, verður ein møgulig fígging sett upp á slíkan hátt, at lán verður tikið á 10 milliónir krónur, partapeningur á tríggjar milliónir og stuðul á tríggjar milliónir.
Men á fundinum vórðu eisini umrøddir aðrir møguleikar, sum til dømis at keypa eina brúkta vindmyllu við færri íbindingum. Tá verður talan um munandi bíligari loysn, men tað hevur so aftur aðrar vansar við sær.
Semja var tó um, at arbeiða víðari við málinum og fyrst og fremst kanna eftir, hvussu áhugin er millum nólsoyingar at fáa fjarhita og harvið gera Nólsoy til eina grøna oyggj.