Hanus Kamban
Kirsten Brix
--------------------
Politiskur høvundur
Í dag, tann 10. desember, fær ein týsk-rumensk kvinna, klænvaksin og lítil, við stórum lýsandi eygum, nobelvirðislønina í bókmentum. Hon eitur Herta Müller, er fødd í 1953 og uppvaksin í bygdini Nitzkydorf í tí týska landspartinum Banat í Rumenia. Í 1987, tvey ár áðrenn ríkið hjá Ceausescu fall, flýddi hon til Týsklands, og hon býr nú í Berlin. Hon hevur skrivað 25 bøkur. Tann seinasta, skaldsøgan Atemschaukel (Andareiggjan), kom í ár og verður nú umsett til heimsins høvuðsmál.
Herta Müller er ein í odd og egg politiskur rithøvundur. Á ungum árum róði hon andróður móti tí kommunistiska stýrinum í Rumenia. Hon kom upp í Aktionsgruppe Banat, ein bólk, sum virkaði fyri frælsi og fólkaræði í tí týska landspartinum. Tá ið tann rumenska loynitænastan Securitate royndi at fáa hana at njósnast fyri seg, noktaði hon.
Hon gjørdist av hesi grund óynsktur persónur í Rumenia, misti sítt arbeiði á eini verksmiðju og føldi, við sínum viðkvæma sinni, at tað ríkið, hon var borgari í, í síni grund var meinlíkt tí týska naziríkinum, sum fall í 1945. Sjálv sigur hon:
Alt tað, sum eg helt hava týdning í lívinum, alt sum eg vildi vera, var forboðið. Og alt, sum ríkið beyð mær í staðin, vanvirdi eg.
Angistin og træmálið
Longu við síni fyrstu bók, Niederungen (Lágmark), gjørdi Herta Müller uppreistur, í hesum føri móti teimum svabisku bókmentunum í Banat, við teirra tjóðskapi og afturhaldi. Tá ið bókin kom út, spýttu fólk í heimbygdini eftir henni, og hárskerin sýtti fyri at klippa abba hennara.
Hon kom soleiðis, sum aðrar bøkur komu út, at hava bæði sítt týska heimland og tað totalitera Ceausescu-stýrið ímóti sær. Angistin var allastaðni, ein angist, sum dreiv inn í merg og mønu, drap alt lív, gleði, vinskap, kærleika. Í hesi støðu bleiv skaldskapurin, skrivingin, einasti útvegur, ein
lykil, sum ein kann heingja sínar dagar á, eisini um eg veit, at tað ikki broytir lívsins veruligu hendingar. Tað finnast bøkur, sum geva einum henda møguleika, tær hjá Paul Celan, hjá Thomas Bernhard ... Eg vildi liva og vera soleiðis, at eg kundi vera vinur hjá teimum, eisini um teir vóru deyðir ella eg ikki hevði kent teir. Eg leit á, at teir tóku undir við tí, eg skrivaði. Eg spurdi teir, innantanna: “Riggar hatta? Er tað gott?”
Tey, sum hava lisið Paul Celan, vita, at hansara skaldskapur tók seg upp sum eitt slag av glíming við eitt týskt mál, sum nazistarnir høvdu spilt. Nakað tað sama kann verða sagt um málið hjá Hertu Müller, munurin er bara, at í hesum føri hevði tað totalitera Ceausescu-valdið, við sínum hugmyndafrøðiliga “træmáli”, skapt ta málsliga spilluna.
Eg fekk djúpa andstygd fyri træmálinum. Har var ein gjógv millum hetta orðabraskið um framburð og um fólksins lukku og so hesi menniskjuni, sum ein sá ganga til grundar.
Týskarar burturfluttir
Í eftirskrift síni til skaldsøguna Atemschaukel skrivar Herta Müller, at Rumenia var sameindur hjá Týsklandi undir 2. veraldarbardaga til 1944, tá ið tað gav seg yvir til tann reyða herin og síðan fór upp í kríggið móti Nazitýsklandi.
Í januar 1945 kravdi tann sovjetski herovastin Vinogradov vegna Stalin, at allir týskarar, sum vóru búsettir í Rumenia, afturfyri skuldu sendast til Sovjetsamveldið at byggja tað krígsherjaða landið uppaftur. Allir menn og allar kvinnur millum 17 og 25 ár í hesum fólkabólki vórðu tá tvingilsflutt í sovjetskar arbeiðslegur. Tað er søgan hjá hesum fólkum, Herta Müller lýsir í skaldsøguni.
Innihaldið í skaldsøguni byggir á samrøður við fólk úr hennara egnu heimbygd, mamma hennara var eisini fimm ár í arbeiðslegu, men høvuðskeldan er Oskar Pastior, sum hon upprunaliga ætlaði at skriva skaldsøguna saman við. Men hann doyði óvæntað í 2006, so úrslitið bleiv, at hon burtur úr tilfarinum skrivaði skaldsøguna um tann unga mannin, sum 17 ára gamal saman við 100-tals øðrum verður fluttur við toki, i kríatúrvognum, til eitt ókent stað í Sovjetsamveldinum, har hann er i fimm ár.
Tvífalt útlagin
Leopold Auberg, sum tann ungi høvuðspersónurin í skaldsøguni eitur, er, tá ið boðini koma, ikki ónøgdur við at verða sendur burtur. Góðtrúgvin sum hann er, sær hann hetta sum ein møguleika til at sleppa burtur úr bygdini, har “allir steinar høvdu eygu”. Og, hugsar hann, verður tað ikki ov ringt, er tað kanska gott fyri meg. Hann er nevniliga samkyndur, og hetta var tá, og líka til 1968, í Rumenia tað sama sum at vera brotsmaður. Varð hann tikin, hevði revsingin verið í minsta lagi fimm ára fongsul:
Heldur enn at kenna ræðslu hevði eg hetta dulda ótolnið. Og eina ringa samvitsku, tí at listin, sum fekk míni skyldfólk at falla í vónloysi, fyri meg var ein støða, eg kundi góðtaka. Tey stúrdu fyri, at okkurt fór at henda mær har burturi. Eg vildi til eitt stað, sum ikki kendi meg.
Í eftirskriftini sigur Herta Müller, at evnið burturflyting ongantíð varð umrøtt beinleiðis, tað var tabu, tí tað minti um ta fascistisku fortíðina hjá Rumenia. Í sinum uppvøkstri hevur hon tí ikki hoyrt um, hvat fór fram í hesum legum. Tosað varð bara um tey árini við tilsipingum og ábendingum, sum hon ikki skilti:
Innihaldið í teimum skilti eg ikki, men eg kendi ræðsluna á mær.
Paul Celan
Kanska er tað hetta, sum býr undir stílinum í skaldsøguni. Søgan er fortald í tíðarrað, men tað er ikki sjálv gongdin, sum ber søguna, tað eru myndheildirnar, tær surrealistisku og absurdu myndirnar, sum saman við eini staðfestandi, undirdrivnari lýsing av perverteraðum veruleika, av illgerðum og kýnismu, smúgva inn undir húðina á lesaranum.
Tað óunniliga, ófrættakenda huglagið, metaforurnar og tann samstundis næstan beri, í støðum eitt sindur góðvarið forteljandi stílurin fær ein at hugsa um tann jødiska yrkjaran Paul Celan, sum eins og Herta Müller vaks upp í Rumenia við týskum sum móðurmáli. Her verður serliga hugsað um yrkingina “Todesfuge”, har Celan við endurtiknum motivum, sum í eini fugu, á kynstrugan hátt, men stutt og frystandi, lýsir líðingina í kz-legunum.
“Eg veit, tú kemur aftur”
Áðrenn Leopold Auberg fór avstað, hevði omma hansara sagt við hann: “Eg veit, tú kemur aftur”. Øll fimm árini í leguni er tað hetta, sum heldur honum uppi. Onga løtu var hann í iva um, at hann skuldi fáa frælsið aftur. Tá ið hann so kemur heim, kemur hann til ein gerandisdag, sum hann ikki kennir. Í leguni snúði tað seg um ikki at lata lívið og siðvenjuna har fáa vald á tí, sum var hansara samleiki ella sál, men at verja tað móti øllum ágangi. Heimkomin upplivir hann so, at tann heimliga verðin er tað fremmanda, at hann við sær ber eina aðra verð – leguverðina – sum hini ikki kenna, og sum hevur broytt hann upp á ein máta, so tey heldur ikki kenna hann.
Tað finnast eingi hóskandi orð fyri tí at líða hungur. Eg noyðist enn í dag at vísa svongdini, at eg eri sloppin undan henni. Eg eti bókstaviliga lívið sjálvt, eftir at eg ikki nýtist at svølta longur. Eg eri stongdur inni i matsmakkinum, tá ið eg eti. Eg havi, síðan eg vendi aftur úr leguni fyri trýss árum síðani, etið móti hungursdeyðanum.
Tey endurgivnu brotini eru tikin úr:
Herta Müller: Atemschaukel. Carl Hanser Verlag. München 2009.
“Herta Müller, “brisée” mais résistante.” Samrøða í Le Monde 4. desember 2009.