Nú nýggja stýrið í Mentanarhúsinum Atlantis, hevur lagt frá sær, meta undirritaðu, fyrrverandi limir í stýrinum, at hetta fer at geva Klaksvíkar kommunu stórar trupulleikar, tí nú noyðist kommunan endaliga at taka støðu til, hvørjar ætlanir hon hevur við Atlantis. Ásannast má, at ikki ber til at reka húsið víðari eftir verandi umstøðum. Stóri spurningurin er, um kommunan yvirhøvur er før fyri at finna eina loysn, tí søguliga sæð hevur gingið illa.
Á vári 2001 vórðu stig tikin, av Klaksvíkar kommunu, at umskipa bygnaðin fyri ognina Atlantis, ogn hjá Klaksvíkar kommunu. Húsini vóru sett í stand og rikin av Klaksvíkar Sjónleikarafelag, men Klaksvíkar Sjónleikarafelag megnaði ikki uppgávuna. Tá varð avgjørt at seta á stovn “Grunnin Mentanarhúsið Atlantis” við heimstaði í Bøgøtu í Klaksvíkar kommunu, handa ognina matr. nr. 672 til grunnin, samstundis sum grunnurin átók sær skyldurnar, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevði yvirfyri Norðoya Sparikassa í samband við umbyggingina, sum í høvuðsheitum varð gjørd frá 1995 til 1997.
Sambært viðtøkum stovnsins, ið eru gjørdar av Klaksvíkar kommunu, er grunnurin ein sjálvsognarstovnur, ið verður umsitin av einum stýri við 3 limum, valdir av Klaksvíkar kommunu. Endamálið við grunninum er at vera karmur um mentanarlig virksemi í býnum, t.e. gjøgnum sjónleik, filmsfyrivísan, kvøldsetur, upplestur, sang og tónleik, fundir og annað fyri slík hús líknandi virksemi, og kunnu bólkar, einstaklingar og feløg gera nyttu av húsinum.
Fyrsta stýrið varð mannað av Nikolinu Olsen, Súsonnu Olsen og Jógvani Ravnsfjall. Heidi Vágsá og Fróði Løksagarð hava somuleiðis verið limir í stýrinum í styttri tíðarskeið.
Stýrið legði út við at dagføra húsið innan. Húsið varð ruddað og vaskað, og farið varð beinanvegin í gongd við at gera bygnaðin fyri stovnin. Avtala varð gjørd m.a. við Norðurlandahúsið um samstarv, og í samstarvi við Havnar Bio varð biografur settur á stovn 15. desember 2001.
Tað fyrsta hálva árið varð alt arbeiðið í húsinum gjørt av stýrinum sjálvum, men tá hetta framhaldandi ikki lat seg gera, gjørdu vit av at seta dagligan leiðara.
Í tíðarskeiðnum frá 15. nov. 2001 til 1. mars 2004 vórðu ymsar royndir gjørdar viðvíkjandi dagligum leiðara. Roynt varð at hava leiðara fulla tíð, og tá hetta vísti seg at vera trupult fíggjarliga, varð leiðarin settur niður í hálva tíð. Seinni varð eisini roynt at reka húsið við ongum leiðara, men aftur her máttu vit ásanna, at hetta als ikki bar til. Hesar royndir hava lært okkum, at tað er alneyðugt, at húsið hevur ein dagligan leiðara í fullum starvi. Núverandi leiðarin varð settur í starv tann 1. mars 2004.
Av tí at stovnurin framvegis hevur eitt stórt lán, ið stavar frá umbyggingini hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag í 1990’unum, at dragast við, fer stórur partur av stuðlinum frá Klaksvíkar kommunu til rentur og avdrøg hvønn mánað. Húsið hevur eisini aðrar fastar útreiðslur, og haraftrat er avmarkað, hvussu stórar inntøkur ein mentanarstovnur hevur.
Tað hevur verið trupult at rikið Mentanarhúsið Atlantis. Øll hesi árini hava vit ferð eftir ferð heitt á kommununa um at nýta Mentanarhúsið Atlantis til tiltøk, ið kommunan skipar fyri, men aloftast hava onnur høli í býnum verið nýtt. Heldur ikki hevur mentanarleiðarin hjá Klaksvíkar kommunu víst húsinum áhuga, og hetta hevur undrað okkum øll hesi ár.
Tá nýggja býráðið í vár í fjølmiðlunum boðaði frá, at kommunan skuldi spara, bóðu vit beinanvegin um fund við borgarstjóran. Okkum varð sagt, at í samband við endurskoðaðu fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2009 fóru sparingar at vera á ymiskum økjum. Á fundinum kom fram, at borgarstjórin onki kundi ella vildi siga okkum um ætlaðu sparingarnar, men at hetta fór at verða kunngjørt á almennum býráðsfundi 29. apríl 2009. Gjørt varð borgarstjóranum greitt, at Atlantis onki kundi spara her og nú, men at ein og hvør sparing fór at gera, at húsið mátti steingja. Tá hevði gamla býráðið longu skert stuðulin við kr. 50.000,-.
Tá so býráðsmeirilutin á býráðsfundi tann 29. apríl 2009 kortini samtykti at skerja játtanina fyri 2009 við kr. 100.000 aftrat, var okkum greitt, at húsið framhaldandi ikki kundi rekast.
Sama kvøld skrivar Norðlýsið, eftir at hava tosað við forkvinnuna í stýrinum, at Atlantis fer at steingja, tí at stovnurin ikki kann liva við so stórari skerjing í stuðlinum.
Dagin eftir, hósdagin 30. apríl eftir døgurða, verður forkvinnan í stýrinum ringd upp av mentanarleiðaranum hjá Klaksvíkar kommunu. Hann segði, at vit ikki skuldu leypa framav og taka nakrar drastiskar avgerðir, men at hann og borgarstjórin ynsktu at tosa við okkum beinanvegin. Tá hetta ikki læt seg gera, eingin stýrislimur var í Klaksvík henda dag, skuldu vit fáa fundarboð sama kvøld. Men tíverri hoyrdu vit onki aftur frá mentanarleiðaranum.
Seint sama kvøld varð einmælt samtykt at siga okkum frá sum stýrislimir frá 1. mai 2009, og skriv varð handað kommununi tíðliga næsta morgun.
Eitt nýtt stýri varð valt við dugnaligum fólki, men vit kunnu staðfesta, at tey heldur ikki hava megnað at rikið húsið eftir fíggjarligu kørmum býráðsins.
Gongdin í hesum máli vísir greitt, at Klaksvíkar kommuna ikki megnar at fylgja egnum samtyktum, samanberandi viðtøkunum fyri sjálvsognarstovnin Atlantis. Tí er spurningurin: vil kommunan annaðhvørt broyta sínar samtyktir, ella vil kommunan veita húsinum neyðugan stuðul fyri at reka tað? Ella vil kommunan steingja Atlantis?
Fyrrverandi limir í stýrinum fyri Mentanarhúsið Atlantis