politisku ambitiónir, ið nú hava leitt hann upp á ovastu rók í Sambandsflokkinum? - Tað hevur havt stóran týdning fyri meg, at familjan hevur bakkað meg upp, eitt hundrað prosent. Síðan Lisbeth L. Petersen [...] ivaleysa long tíð at ganga í skúla. Hóast lítlu skúlagongdina metir hann seg hava fingið eina barlast hesi fýra árini, ið avgjørt er komin honum til góðar seinni. Kaj Leo Johannesen nevnir disciplin, ábyrgd [...] hjá Fiskasøluni. Har var hann til 1995, tá hann fekk í boði at vera við til at byggja eina søludeild upp á Kósini í Klaksvík. Í 1997 stovnaði Kaj Leo Johannesen, saman við Róa Egholm, sølufyritøkuna Farex
gjørdist fullveldi. Í Føroyum atkvøddu 50,7% av eini luttøku upp á 63,7% fyri loysing. Telja vit ógyldugar atkvøður við, valdu 48,6% av eini luttøku upp á 66,4% loysing. Tilsamans av teimum, ið høvdu atkvøðurætt [...] fleiri grundum rættiliga áhugavert. Kjartan nemur við nakrar av teimum spurningum, undirritaði tók upp, men ger tað eftir mínum tykki sum heild heldur grunnliga. Áhugavert er, at Kjartan velur at loypa [...] til æru, at hansara grein er saklig og fólkaliga orðað, og at hann nemur við týðandi spurningar. Av hesi orsøk, og av tí at tey mál, sum kronikkin og svarið sum heild fevna um, ikki bara eru viðkomandi,
segði Torbjørn Jacobsen – Ongastaðni er tað meira neyðugt at duga at svimja enn í Føroyum. Tað, sum upp undan fjarar, er ikki meira enn 1399 ferkilometrar til støddar, ímeðan havvíddin vit varða av er 275 [...] eiðasørar ídag, sum tær vóru fyri hálvthundrað árum síðani. Hetta, hóast kandidatar til øll býráðsval hesi árini við plikt og bót hava lovað veljarunum, at nú fór tað at henda, at ein svimjihylur varð gjørdur
virkað á Flatlondum. Mítt minsta land Men kennir ein seg lítlan á hesi ferð undir vatnskorpuni, er kanska frægast at leita upp á turt aftur. Upp aftur á klettarnar á Mítt minsta land. Lagið tey flestu munnu [...] er altíð stuðlandi og letur røddina, tað avgerandi ljóðførið á hesi fløgu, bera sangin. Tað er nevniliga hon, ið fortelur okkum um hesi havdjórini, ið skaldið so væl hevur eygfarið. Her er talan um smáverur [...] opinberaður okkum fyrr. Smáverur við sjálvsáliti Tær fyrstu verurnar í Havinum, vit sleppa at heilsa upp á, eru Hvalspýggjan og Taraloppan, hvørs upplivingar og ofta truplu livikor verða lýst í melodiøsum
við fremmanda stjórn ella ætlar at taka upp samband við altjóða stovn um samstarv. Sum nú er eru Føroyar heilt uttan innlit í verju- og hernaðarmál, sjálvt um hesi snúgva seg um føroyskt land- og sjóøki [...] spurningur um, hvat hini Norðurlondini vilja ganga við til. Danmark átti tí at tikið henda spurning upp á diplomatiskm støði við brøðratjóðirnar heldur enn at vísa til grundlógina. Landsstýrið átti at trýst
kenningar hittast. Gestablídni er í hvørjum húsi og prátið gongur. Stak hugnaligt at vera ein partur av hesi atmosferu millum fjøllini. Vit hittast at hugna okkum. Vit hava stundir at hugna okkum í 3-4 dagar [...] eisini, at honum tykist tað mest láturliga av øllum vera at hava ringa tíð. At skunda sær eftir øllum. Hesi menniskju, sum ikki hava stundir at ganga men nærum renna, duga ikki at liva, sigur Kierkegaard. Nú [...] Men løtu seinni standa somu fólk lið um lið og bíða, tí Knippelsbro í Keypmannahavn verður heysað upp, tí eitt skip skal undir hana. Í dag síggja vit tað sama, tá ið bilførararnir dystast um at koma fyrstir
Í seinasta Vikuskiftis Sosialinum kom fram, at sera lítil undirtøka hevur verið fyri at stilla upp til skúlastýrisvalið. Á summum uppstillingarfundum verið næstan færri fundarfólk enn tað skulu í skúlastýrið [...] so lítil, so má skipanin takast av ella broytast grundleggjandi. Eisini skeyt Helena Dam á Neystabø upp, at ein roynd kundi verið gjørd, har øll sleppa at velja, men bert foreldur hava valbæri. Øllum hesum [...] við. Tað kundi eisini verið, at hann fyri sín skúla hevur grein í sínum máli, tí har møttu 40 fólk upp til uppstillingarfundin, og hóast formaðurin er keddur av, at tað ikki vóru fleiri, ið møttu, vóru
Fjallatopparnir strekkja seg upp um hetta ullinta hav, sum stoltir sigursharrar eftir drúgvan bardaga, ið geva vón og áræði til tey fáu eftirstandandi, sum skoða yvir henda stilla og rúnarbindandi vígvøll [...] Trøllkonufingur reisir seg upp um lág-sveimandi skýggini, sum ein ófrættakendur og ræðandi boðberi úr dýpinum av myrkari tíð. Trøllkonufingur er sum ein dularfullur og hóttandi minnisvarði úr fyrndini
henda vegin at spæla fótbólt, skulu sleppa upp í part í landskappingini. Nú sigst á Skála, at teir eru komnir í umsetingartrolið, sum tað hevur verið tosað um í hesi vikuni. - Tað er harmuligt, at tað ikki [...] Vit høvdu tosað um, at tað ikki mátti koma fyri, at vit mistu sinniliga yvirskotið og harvið lótu upp fyri, at tað skuldi ganga soleiðis, sum tað hevur gjørt nógvu tær seinastu ferðirnar á heimavølli ímóti
væl av teimum, og tað havi eg so gjørt, sigur Katrin. Og tað er ikki nógv, ið Katrin ikki veit um hesi djórini, sum hon so væl tekur sær av. Í bilportrinum stendur ein kaninkassi, sum abbi hennara hevur [...] smala djúpa holu millum stóra fjørugrótið. Har inn fara børnini við hvørt, og tey djarvastu klintra upp eftir steinunum fyri at koma uppaftur í erva. - Við bryggjuna hava vit ein krabbahyl, har vit goyma