Á beinari kós

Landsstýrið er við at koma til sættis við donsku stjórnina um uttanríkispolitisku heimildirnar. Almenningurin hevur ikki fingið nógv at vita um hetta mál, men tað, sum er komið fram bendir á, at talan er um ein skipan, ið er nógv øðrvísi enn verandi skipan á økinum. Sum nú er, skal landsstýrið útvega sær fultrú frá danska uttanríksmálaráðnum, hvørja ferð landsstýrið ætlar at samráðast við fremmanda stjórn ella ætlar at taka upp samband við altjóða stovn um samstarv. Sum nú er eru Føroyar heilt uttan innlit í verju- og hernaðarmál, sjálvt um hesi snúgva seg um føroyskt land- og sjóøki. Hetta er ódámligt. Her má vend koma í.

Andstøðan er atfinningarsom og metir ætlaðu skipanina sum eitt afturstig. Almenningurin fær illa tikið støðu, tí ein kennir ikki uppskotið nóg væl. Hetta er spell, tí tað forðar fyri einum betri og meira kvalifiseraðum almennum og sakligum orðaskifti um uppskotið. Ein atfinningin er, at uppskotið, sum semja nú tykist vera um, forðar sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Hetta er mikið spell. Landsstýrið eigur ikki at bakka fyri donsku stjórnini í hesum spurningi. Hetta er ikki ein spurningur um donsku grundlógina, men ein spurningur um, hvat hini Norðurlondini vilja ganga við til. Danmark átti tí at tikið henda spurning upp á diplomatiskm støði við brøðratjóðirnar heldur enn at vísa til grundlógina. Landsstýrið átti at trýst stjórnina meira í hesum spurningi og eigur ikki at sleppa spurninginum.

Tá hetta er sagt, so bendir alt hóast alt á, at komandi avtalan við Danmark um uttanríkspolitisku heimildirnar er eitt stig á beinari kós í uttanríkispolitiskum málum. Føroyar fáa innlit í verjumál og í uttanríksmál og hetta er hart tiltrongt. Tá hugsað verður um, hvussu Føroyar eru hildnar uttanfyri innlit og ávirkan higartil, kann eingin ivi vera um tann spurningin. Landsstýrið fer eisini at kunna samráðast beinleiðis við stjórnir og við altjóða felagsskapir. Tað kann bara vera gott. Hartil kemur, at avtalan er eitt stórt stig á sjálvstýrisleið - tað er eisini gott. So er bert eftir at vóna, at eitthvørt landsstýri hereftir fer at nýta hesar nýggjur møguleikarnar til gagns fyri mentan, búskap og vinnulív. Tað er tí at vóna, at tær forðingar, ið enn standa eftir, verða fingnar av vegnum, so avtalan fæst uppá pláss skjótast.
Sosialurin