Mentanarvikan í Runavík endaði við einum tjumsi á sjálvum Skálafjørðinum. Seinasta dagin í oktober mánaði høvdu leiðarin á Kunningarstovuni, Herbjørg Jøkladal, og svágarskapur hennara Vanja Justinussen skipað fyri havsvimjing – ella fjarðarsvimjing – sum man vera tað rættara í hesum førinum.
Komið var nakað væl út á hendan seinnapartin sunnudagin, tá fólk í hópatali úr øllum landinum møttust í gamla saltfiskahúsinum hjá Napoleon á Glyvrum - á Langanesi, sum var snákað nakað væl til, nú hetta nýbrotið skuldi fara av bakkastokki. Kaffi og køkur í ríkiligum máti vórðu serverað, og áðrenn sjálv svimjingin byrjaði í ófýsiliga veðrinum, spældi búskaparfrøðingurin Sverri Justinussen nøkur løg á harmoniku síni, og eftir tað flutti havnarmeistarin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, fram røðu, sum í stóran mun snúði seg um svimjing og vantandi møguleikarnar í so máta – í økinum.
Í vikuskiftinum frammanundan hevði formaðurin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy, eina spíska grein í bløðunum, har hann hartaði kommunalu myndugleikarnar á Skálafjørðinum fyri ikki at skipa fyritreytirnar fyri svimjing í økinum á nøktandi hátt. Hann róði í greinini framundir, at kanska fór nýggi havnarmeistarin í Runavík at boða frá onkrum nýbroti í so máta, við kommunalum mandati, tá setanarrøðan fór at verða hildin. So var ikki, mandatið var ikki til, men Tórbjørn Jacobsen var av heilum huga samdur við Jon í hansara atfinningum.
Søgan um svimjingina
Torbjørn Jacobsen segði í røðuni, at ongin vitsti, nær fyrsta menniskja í heiminum hevði lært at halda sær uppi.
– Kanska var tað onkur óskettin á tíðarinnar slóð, sum av óvart hevði funnið útav, at hetta var ein møguleiki, fyri at bjarga egnum lívi, og stendur hetta í grellari andsøgn til býfluguna, sum verkfrøðiliga ikki kann flúgva, hon ger tað bara, tí hon veit ikki betur. Í okkara tíðarmáti er tað gamalt at svimja, Ezekiel og Jesajas nevna tað í heilagu skriftunum, og eisini verður talað um svimjing í Apostlasøguni, segði Torbjørn Jacobsen
– Ongastaðni er tað meira neyðugt at duga at svimja enn í Føroyum. Tað, sum upp undan fjarar, er ikki meira enn 1399 ferkilometrar til støddar, ímeðan havvíddin vit varða av er 275 túsund ferkilometrar til støddar.
– Hyggja vit hagtalsliga rátt eftir hesum tølum, er statistiski møguleikin fyri at drukna 99,5%. Hevði meira verið gjørt við hendan spurningin frá øllum síðum, ikki minst landspolitiskt og frá kommunalari síðu, hevði mong vanlukkan helst verið spard. At mangir av teimum, sum manna skip okkara, ikki duga at flóta í sjóvarmálanum, er ein trupulleiki, átti ikki at borið til, og hetta kann eisini vera eitt problem hjá teimum, ið starvast og ferðast á landi, tá skjótt er at vera somikið óskettin framvið fjøru og havnaløgum, at tað ringasta kann henda.
Vánaligar umstøður
Tórbjørn Jacobsen nevndi, at hann lærdi at svimja, tá hann var við skipi í Kyrrahavinum sum smádrongur – 4-5 ára gamal. Seinni kom hann betur eftir tí í sminjingarhylinum omanfyri skúlan við Gøtugjógv og á sandinum í Syðrugøtu, men tá hann flutti út á Glyvrar at búgva, fram ímóti miðjuni av sekstiárunum, dugdi ongin annar næmingur í tí flokkinum hann gekk í, at svimja.
– Kanska er støðan batnað hjá teimum, sum búgva her, men tað er ikki myndugleikanum fyri at takka, tí umstøðurnar fyri svimjing eru líka eiðasørar ídag, sum tær vóru fyri hálvthundrað árum síðani. Hetta, hóast kandidatar til øll býráðsval hesi árini við plikt og bót hava lovað veljarunum, at nú fór tað at henda, at ein svimjihylur varð gjørdur. Stóra innsavningin einaferð í sekstiárunum munaði heldur onki, hóast væl av peningi, í tátíðarmáti, kom á kontu til endamálið, segði Tórbjørn Jacobsen, og hann helt fram:
– Jon Hestoy hevur rætt: Økið er í eini undantaksstøðu, tá tað snýr seg um møguleikar fyri svimjing. Kanska er tað orsøkin til, at fyrireikararnir hava heitt á havnarmeistaran í Runavík um at siga nøkur orð, nú fólk úr landinum eru savnað um einasta svimjingarhylin vit fjarðbúgvar eiga, og tó kanska tann størsta hylin í landinum, allan Skálafjørðin.
Torbjørn Jacobsen endaði við amerikanska hugtakinum frá Vietnam krígnum: »Sink or swim with Ngo Dien Diem.«
– Hugtakið stavar úr amerikanskum journalistikki, eftir at amerikanarar høvdu fløkt seg so væl ella illa uppí vietnamesiskan politikk, at annaðhvørt svumu teir, ella druknaðu teir saman við korrupta forsetanum í Suðurvietnam Ngo Dien Diem. Óneyðugt skuldi verið at sagt, hvør søgunnar dómur gjørdist.
Eftir fundin í saltfiskahúsinum leyp alt, sum krúpa kundi, á bláman, fólk hugnaði sær almikið, og eftir tað høvdu synirnir hjá Zachariasi Leitisstein latið hurðarnar á víðan vegg í neysti teirra, har møguleiki var fyri brúsing og at klæða seg aftur í gerandisdressið. Síðan prátaðu fólk saman, spælt var og sungið, ímeðan litrarnir af kaffi vóru konsumeraðir í ríkiligum máti.
Onkur varnaðist, at havnarmeistarin, sum fyrstur leyp á bláman, var ílatin føroysk tøvd undirklæði. Hann sigur, at hetta partvíst skal skiljast sum ein demonstratión ímóti, at myndugleikarnir ikki fáa uppí lag, at fáa ein svimjingarhyl til vega, og fyri at prógva, at hetta føroyska produktið ivaleyst er heimsins besta bjálvingarklæði hjá menniskjum ímóti kulda. Tað er prógvað í føroyskari siglingarsøgu, og tað var aftur prógvað hendan dagin í fjøruni á Glyvrum, tí havnarmeistarin var líka spelkin, tá hann klóraði seg uppá land aftur, sum tá hann kavaði út av Hvalsisrættarbrúnni.