Fríggjakvøldið setti Kaj Leo Johannesen seg í formansstólin í flokkinum, sum hóast størstur í atkvøðutali gjørdist stóri taparin við seinasta val.
39 ára gamli havnarmaðurin, við sterkum røtum til Mykinesar, tók yvir dagin eftir at floksfelagi hansara legði eitt fíggjarlógaruppskot fyri tingið, ið vísir yvir eina fjórðings milliard í undirskoti. Og hann tekur yvir í einum flokki, sum í seinastuni hevur verið raktur av innanhýsis persónsstríði.
Hann skal leiða ein flokk við ikki færri enn tveimum fyrrverandi formonnum millum tinglimirnar, umframt ein sterkan næstformann, ið eitt stutt skifti eisini hevur verið formaður.
Tí hevur Kaj Leo Johannesen frá fyrsta degi gjørt greitt, at hansara uppgáva verður at fáa Sambandsflokkin fram og persónarnir í bakgrundina. Og hann vil rætta eina hond út til samarbeiði, bæði innanfloks og við aðrar flokkar.
Vil síggja úrslit
Kaj Leo Johannesen umboðar eitt nýtt ættarlið í Sambandsflokkinum. Meðan flokkurin í eygunum á mongum higartil hevur umboðað tað varliga, onkur vildi kanska sagt afturhaldssinnaða, leggur nýggi formaðurin stóran dent á at útstrála ein dynamikk og eina orku, ið skal síggjast aftur í einum offensivum politikki.
- Mín veika síða er kanska, at eg eri bráur, havi ringt tol. Eg vil síggja úrslit, heldur í dag enn í morgin, sigur Kaj Leo Johannesen og sipar til royndirnar úr vinnulívinum.
- Kanska serliga tjóðveldisfólk hava havt eina ímynd av Sambandsflokkinum sum ein defensivan flokk. Men hetta er ikki so. Báðir partar ynskja tað besta fyri Føroyar, men vit eru grundleggjadi ósamd um mátan at gera tað uppá. Tó hava vit nógvar felagsnevnarar, ið vit kunnu brúka í politiska arbeiðinum.
Kaj Leo Johannesen kemur inn á grundvirði Sambandsfloksins, ið er ein framhaldandi ríkisfelagsskapur við Danmark.
- Men hvør hevði fyri 10 árum síðan trúð, at vit fóru at koma við einum nýskipanaruppskoti, har Føroyar verða roknaðar sum partur av einum ríki, ið er samansett av trimum javnbjóðis pørtum. Vit eru í eini tíð við broytingum, vísir Kaj Leo Johannesen á.
7 ár er nóg mikið
Í 1979 fór tann tá 14 ára gamli Kaj Leo Johannesen úr skúlanum. Júst liðugur við 7. flokk fór hann við Váðasteini hjá Jóhan í Hoyvík á Flemish Cap, og har var hann í fýra ár.
- Tá metti eg, at sjey ár vóru ivaleysa long tíð at ganga í skúla.
Hóast lítlu skúlagongdina metir hann seg hava fingið eina barlast hesi fýra árini, ið avgjørt er komin honum til góðar seinni. Kaj Leo Johannesen nevnir disciplin, ábyrgd og gott samanhald sum førningin frá hesum árum.
Seinni tók hann skipsføraraútbúgvinig og sigldi síðan úti í tvey ár, fyrst hjá Maersk og seinni við farmaskipinum Herborg hjá Hans Paula Johannesen, áðrenn hann legðist uppi á landi.
Skipsdekkið varð skift út við Toyotabilarnar hjá Reyni Service, ið hann seldi eitt tíðarskeið, til hann í 1989 fekk starv sum sølumaður hjá Fiskasøluni. Har var hann til 1995, tá hann fekk í boði at vera við til at byggja eina søludeild upp á Kósini í Klaksvík.
Í 1997 stovnaði Kaj Leo Johannesen, saman við Róa Egholm, sølufyritøkuna Farex.
- Tað var ein dreymur, ið eg hevði havt síðan tíðuna á Fiskasøluni. At gerast mín egni harri, greiðir Kaj Leo Johannesen frá.
Hann starvast enn á Farex, men tó eru tímarnir har fækkaðir, samtíðis sum politiska uppgávan er vaksin.
Ja til Evropa
Politiska leiðin hjá Kaj Leo Johannesen byrjaði í 1988. At tað júst gjørdist Sambandsflokkurin komst ikki av støðu floksins til ríkisfelagsskapin, men heldur støðan til Evropa og ES.
- Tá føldi eg, at Sambandsflokkurin var hin einasti, ið segði ja til Evropa og ES. Hin einasti, ið tordi at tosa um globaliseringina, og tað neyðuga at fáa okkara vinnulív nærri restina av heiminum. Og tað var hetta, ið fekk meg at lima meg inn í flokkin, sigur Kaj Leo Johannesen og heldur fram:
- Í dag er støðan at kalla hin sama, burtur sæð frá at vit eru enn størri eftirbátur. Vit lata alsamt størri part av okkara rávøru óvirkaða til ES, og tað er ein trupulleiki, ið vit mugu gera nakað við.
Familjan
Kaj Leo Johannesen er giftur við Jórun, og saman eiga tey synirnar Heina, sum er fýra, og Jákup, ið er tvey ár.
Men hvat sigur familjan til hansara politisku ambitiónir, ið nú hava leitt hann upp á ovastu rók í Sambandsflokkinum?
- Tað hevur havt stóran týdning fyri meg, at familjan hevur bakkað meg upp, eitt hundrað prosent.
Síðan Lisbeth L. Petersen fór frá sum forkvinna í flokkinum, hevur Kaj Leo Johannesen vitað, at ein formanssessur kundi koma uppá tal. Og konan hevur vitað, hvat hann hevur viljað.
Kaj Leo Johannesen greiðir frá, at hann hoyrir til tað nýggja ættarliðið, ið hóast eitt krevjandi starv setir prís uppá at vera saman við familjuni,
- Í síðsta enda gevur tað tær nakað við aftur til arbeiðis.
Hann heldur tað vera av alstórum týdningi at duga at sleppa trupulleikunum, eisini mentalt, áðrenn ein fer til hús eftir loknan arbeiðsdag. Hann trýr uppá, at tað ber til, eisini sum ein politiskur leiðari.
- Tað er ein spurningur um at leggja til rættis, sigur hann sannførandi.
Manglandi royndir
Kaj Leo Johannesen er ikki seinur at viðganga, at hansara politisku royndir eru avmarkaðar. Hann sat á tingi í ein mánað í 1996 sum varamaður, men varð annars fyrstu ferð valdur á løgting í 2002. Harumframt sat hann í býráðnum í Havn frá 1996 til 2000.
Men sum ein góður sølumaður skal gera, so vendir hann eisini hetta til nakað positivt:
- Tað kann eisini vera ein styrki. Tað ger, at eg kanska hugsi ótraditionelt fyri at finna loysnir.
Kaj Leo Johannesen vísir á sínar royndir úr vinnulívinum og eisini ítróttinum, har hann millum annað spældi 300 dystir við 1.deild hjá HB, umframt at hann í fleiri ár var partur av landsliðshópinum.
- Her havi eg fingið nakrar eginleikar, ið hava við menniskju at gera. Eina vinnaramentan!
Men Kaj Leo Johannesen ásannar samtíðis, at hann hevur nógv at læra, og hann ætlar sær eisini at lurta eftir eldru og meira royndu kreftunum í flokkinum.
- Eg komi nokk altíð at gera feilir ella skeivar dispositiónir. Mín lívsáskoðan er, at tú við hvørt mást tora at taka kjansin, mást tora at gera feilir. Tí tað er partur av framdriftini. Men týdningarmiklast er tá, at tú torir at viðganga tær skeivu dispositiónirnar, ið tú gert, og vera til reiðar at rætta tær.
Kaj Leo Johannesen sigur seg dáma væl at vera offensivan, enntá "bombastiskan" viðhvørt, fyri at selja boðskapin. Men samtíðis er hann greiður yvir, at nú hann gerst formaður, fangar borðið í størri mun.
Støðufesti
Kaj Leo Johannesen leggur stóran dent á at skapa eitt støðufesti, ein stabilitet, í Sambandsflokkinum. Og tí er hann eisini til reiðar at sita í formanssessinum í eitt longri tíðarskeið, um umstøðurnar eru til tess.
- Men tað er sjálvandi treytað av, at eg klári at liva upp til hesa ábyrgd. At eg klári at lyfta flokkin. Klári eg tað, so fái eg eisini nøkur góð og lærurík ár, sigur hann sannførandi.
Politiska leiðin:
1988: Limur í Sambandsflokkinum
1994: Fyrstu ferð uppstillaður til løgtingið
1996: Valdur í býráðið í Havn, stillaði eisini upp til fólkatingsvalið
2001: Nummar fimm á Sambandslistanum til fólkatingsvalið
2002: Valdur á løgting við 263 atkvøðum
2004: Afturvaldur við 551 persónligum atkvøðum, formaður í Sambandsflokkinum









