Trøllkonufingur reisir seg upp um lág-sveimandi skýggini,
sum ein ófrættakendur og ræðandi boðberi úr dýpinum av myrkari tíð.
Trøllkonufingur er sum ein dularfullur og hóttandi minnisvarði úr fyrndini
- ein áminning um eina hvílandi, tó máttmikla, ónda og ræðandi megi.
Hinumegin fjørðin er mótpolur svikaligu Trøllkonufingurs:
Reystur og bulmikil situr tolni risin, Skælingsfjall,
sum ein kongur, ið skoðar yvir sítt fyrndargamla ríki.
Virðingarverdur situr risin herðabreiður og støðufastur
- ræðandi á einum ringum degi, men rættvísur -
og hevur altíð eitt vaki eyga í ein útsynning.
Skýggini gloypa um firðir og dalar, sum ein syndaflóð,
og umgyrða fjøllini sum brúsandi hav um sker.
Fjallatopparnir strekkja seg upp um hetta ullinta hav,
sum stoltir sigursharrar eftir drúgvan bardaga,
ið geva vón og áræði til tey fáu eftirstandandi,
sum skoða yvir henda stilla og rúnarbindandi vígvøll.
Sum her er vakurt! Stórsligið, bratt, grásvart og ræðandi;
lyng-brúnt, grønt, friðsælt og uggandi – alt í senn.
Angin av grasi og lyngi rennur saman
við tí reinu og sól-hitaðu fjallaluftini,
kitlar og kínir mínar sansir,
áðrenn hann fyllir míni lungu,
fyri síðani at fara yvir um markið
millum kropp og sál
- nertur við mítt sinn,
gleðir og nørir mína sál.
Dávid Isfeld, 06.05.08, Sornfelli










