Í Fuglafirði hava teir fótbóltsliga havt nógv at gleða seg um í tveimum teimum fyrstu umførunum. Sunnudagin fekk GÍ teir tvær ferðir aftur, eftir at ÍF hevði verið frammanfyri við einum máli, men í 2. hálvleiki megnaði ÍF at gera tað, sum skuldi til fyri at vinna.
- Vit høvdu tosað um, at tað ikki mátti koma fyri, at vit mistu sinniliga yvirskotið og harvið lótu upp fyri, at tað skuldi ganga soleiðis, sum tað hevur gjørt nógvu tær seinastu ferðirnar á heimavølli ímóti GÍ. Tað eydnaðist, og tað styrkir um sjálvsálitið. Nú er takið at hava fokus á uppgerðini á Skála í morgin, og eg eri vísur í, at allir okkara taka uppgávuna í stórum álvara. Tað var í fjør sjón fyri søgn, hvat Skála stendur fyri í fótbólti, og í teimum báðu fyrstu umførunum hava teir víst, at teir eru á sama sporinum, staðfestir ÍF venjarin, Petur Simonsen.
Magni á Lakjuni, sum síðsta sunnudag kom inn í 2. hálvleiki og var rættuliga eyðsýndur, verður ivaleyst eisini hesa ferðina á ÍF beinkinum. Hann hevur verið burturstaddur í vikuni og hevur tískil ikki vant. Bartal Eliasen, sum kom inn í 2. hálvleiki, verður ikki við, tí hann fer av landinum í morgin.
Tað kann roknast við, at ÍF liðið fer at verða soleiðis mannað, sum tað var ímóti GÍ. Á beinkinum vera so unglingaspælarin Frank Poulsen, Áki Petersen, sum hevur verið skaðadarvaður, Atli Petersen og eykamálverjin Emil Toftegaard.
Á Skála bíða teir framvegis eftir, at fremmandu menninir, sum fyri nakað síðani komu henda vegin at spæla fótbólt, skulu sleppa upp í part í landskappingini. Nú sigst á Skála, at teir eru komnir í umsetingartrolið, sum tað hevur verið tosað um í hesi vikuni.
- Tað er harmuligt, at tað ikki skal bera til, at teir skulu spæla við. Vit hava avgjørt brúk fyri teimum. At støðan er soleiðis, sæst eisini aftur í venjingunum. Tað ber ikki til at hava teir við í taktiskum venjingum, harmast Johan Nielsen, venjari hjá Skála.
Á Skála bíða teir eisini eftir, at Alexandur Johansen skal fara at venja. Í hondbóltinum varð hann fótskaddur, og skaðin plágar so mikið, at tað ikki ber Alexanduri til at renna og tískil heldur ikki til at venja við bólti á vøllinum á Skála, har tað hóskvøldið var so mikið ótýdligt, at teir vandu í høllini.
Í 2001 vóru hvørki ÍF ella Skála í bestu deildini. Nú er talan um toppdyst, so tað kann ikki sigast annað, enn at nógv er broytt. Einasta ferðin, at ÍF og Skála higartil hava spælt landskappingardyst í bestu deildini ímóti hvørjum øðrum á Skála, var í fjør, tá ið heimaliðið eftir undirhaldandi uppgerð vann 4-3.