hann undirvíst í Hoydølum (1979), fleiri ferðir á Føroyamálsdeildini og síðani 1980 á eftirútbúgvingarskeiðum fyri lærarar. 1975-76 var Árni á ársskeiði á Fróðskaparsetrinum í føroyskum máli og bókmentum [...] lærari í Klaksvík. So var hann í trettan ár á Venjingarskúlanum. Frá 1977 var hann tímalærari á Læraraskúlanum, og síðani 1983 hevur Árni verið í føstum starvi á Læraraskúlanum, har hann hevur undirvíst í [...] leggja til rættis annað tilfar. Hann var í blaðstjørnini á Skúlablaðnum 1976-81, og hann var blaðstjóri og blaðmaður á Fríu Føroyum 1983-93. Tørvurin á undirvísingartilfari í føroyskum hevur altíð verið stórur
flaggið á onkran hátt skuldi hava pláss á plakatini. Kannaði bøkur um Føroyar Í eini skúlastovu í Vejle fekk 17 ára gamli Jesper Cidlik eyga á lýsingina fyri kappingina ein dagin hann sat og leitaði á netinum [...] arbeiða við grafiskum myndum og sniðum á teldu. Tað einasta, Jesper visti um Føroyar, var at lundin er ein rættiliga vanligur fuglur har, og at hann ofta verður brúktur á postkortum. - Lundan vildi eg hava [...] Restina, so sum litirnir annars og sóljurnar havi, eg funnið fram til í bókum um Føroyar, sum eg lænti á bókasavninum, sigur Jesper, sum samstundis gørdist sera forvitin eftir at sleppa at uppliva hetta landið
Midnattsol og Wigwam. DVD in er at fáa á heimasíðuni hjá Napalm Records. Tað gongur væl hjá Týr í løtuni. Sambært Dimmalætting í dag fer bólkurin komandi vikurnar á konsertferð í Týsklandi, Eysturríki, Sveis [...] Á fløguni eru tvey sjónbandaløg við Týr, Hail To The Hammer og Regin Smiður, umframt løg við bólkum sum Atrocity, Battlelore, Beseech, Darkwell, Elis, Hurtlocker, Korpiklaani, Lacrimas Profundere, Leave
mánadagin. Og hóast bretar vóru tað yngri enn okkara U19-landslið, so vóru teir líka fyri sum føroyingar á øllum økjum. Tá vanliga leiktíðin var farin stóð var framvegis talan um ein málleysan dyst. Tá hevði [...] leiktíðini, valdu føroyingar at satsa frameftir. Tveir defensivir leikarar vórðu fluttir longur fram á vøllin í eini roynd at vinna dystin, tí tað var als ikki nøkur ómøgulig uppgáva. Hetta var eisini um [...] vøllinum. Hetta var ein avgerð, sum ikki fall í góða jørð hjá føroyingunum, og royndu teir eisini at vísa á, at Sam Jacobsen var beint við, og at tað tí ongantíð kundi vera talan um neyðbremsu frá Jóhan Davidsen
loddrøtt lygn, framborin av einum løgtingsmanni á landsins hægsta palli. Hví Finnur Helmsdal førir seg so ómansliga at, skilja vit ikki rættiliga. Dimmalætting fekk eisini toyggið hendan dagin, nú teir sambært [...] sleingir um seg við ósonnum skuldsetingum, bara tí at hann av eini ella aðrari orsøk hevur fingið ilt eyga á einstakar persónar ella fyritøkur. Tað sum serliga órógvar okkum er, at hetta ikki er fyrstu ferð og
Danmarkar, har teir settu egið virkið á stovn, og hava teir úr at gera har, sigur Hans Tausen Olsen, at enda. -- Á heimasíðuni hjá SEV verður greitt frá um streymslitið á Ólavsøku: Tað tók góðar fimm tímar [...] streymveitinga í rættlag aftur á ólavsøku, og tí fer SEV eisini at endurskoða mannagongdir og styrkja telduskipanir og neyðstreymsskipanirnar, sum taka við, tá brek eru á netinum. Tað gekk sera illa í hond [...] Ólavsøkumorgun fór streymurin, og nærum alt landið fór í svart. Seks tímar seinni kom rættlag á aftur, og Klæmint Weihe, stjóri í SEV, hevði úr at gera, at greiða frá um orsøkirnar og at lova broytingar
við datomerktu matvørunum á handilshillunum. Er farið um dagin, sum stendur á pakkanum, so er kundin ikki áhugaður. Lesarin tímir heldur ikki at lesa óaktuellar greinar. Og teir á Sosialinum kunnu siga, [...] eina ella fleiri ferðir. Dimmalætting Seinastu árini havi eg tí bert sent Dimmalætting og Oyggjatíðindum greinar mínar. Og eru tær altíð slopnar við fyrsta farti. Haldi Dimmalætting í so máta hevur livað [...] tamarhaldið á sær sjálvum og tí, hann sigur. Ikki ókent fyribrygdi á Sosialinum, tað at fara eftir persóninum. Tó kann eg ugga bæði skribent og lesarar við, at har var hvørki illsinni ella mist tamarhald á nakran
Eirikur Lindenskov blaðstjóri á Sosialinum Í Sosialinum mánadagin hevur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður fyri Tjóðvelidsflokkin eitt aftursavar upp á eina oddagrein í Sosialinum í síðstu viku. Oddagreinin [...] Oddagreinin var ein reaktión upp á skuldsetingar, framsettar av Finni Helmsdal á løgtingi í sambandi við umrøðuna av ólavsøkurøðu løgmans, har hann segði, at »fleiri tjóðveldisfólk hava verið útihýst í Sosialinum [...] Hann vil vera við, at vit her á blaðnum beinleiðis úthýsa lesarabrøvum og viðmerkingum frá ávísum tjóðveldisfólkum, t. d. Finni Helmsdal sjávlum. Eftirsum at eg eri blaðstjóri á Sosialinum, so havi eg rættiliga
ætlanin kann gjøgnumførast. Í verandi støðu eru Føroyar alvorliga eftirbátur á økinum, og bara tað at koma nær teimum førandi á økinum, krevur eitt veldugt arbeiði. Við hesum kunnu vit brádliga fara í y [...] gerandisdegnum. Somikið avgjørdur er Heini Zachariassen, føroyski stjórin í Bullguard, sum dagliga virkar á altjóða marknaðinum innan KT-økið. Verða gigabit-ætlanirnar hjá Finn Helmer, sum hava verið lýstar her [...] og fremst tí TDC ikki hevur verið við í arbeiðinum. Í verandi støðu hevur TDC mest sum monopol upp á net-kervið. Og tí er tað avgjørt eingin sjálvfylgja, at teir eru serliga hugtiknir av eini slíkari ætlan
Bert eitt ár aftan á fyrsta IM-normin, hevur Helgi nú ognað sær sín triðja og seinasta norm í Vlissingen Open í Hollandi. Beinhørð venjing, umframt talent og vilji, hevur hjálpt Helga á mál. Helgi hevur [...] Helgi aftrat. Aftan á vakra sigurin skuldi Helgi í seinasta umfarinum hitta 13 ára gamla stórtalentið úr India, Parimarjan Negi, sum um tveir mánaðir verður kosin stórmeistari(!) á FIDE-kongressini. Fekk [...] orkuríkt, djarvt og sera væl. Spennandi var at fylgja talvinum, ið varð varpað beinleiðis út í heim á netinum. Helgi var í roynd og veru ongantíð í vanda og fekk ein væl uppibornan javnleik. Ikki ráð at halda