Jesper vann plakatkappingina

- Eg kendi onki til Føroyar, men helt avbjóðingina síggja sera spennandi út, sigur 17 ára gamli Jesper Cidlik úr ejle, sum vann plakatkappingina, sum varð útskrivað í sambandi við ólavsøkuna 2006 í Keypmannahavn


Fyri at geva ólavsøkuhaldinum í Keypmannahavn eitt gjøgnumgangandi sjónligt eyðkenni, útskrivaði stýrisbólkurin herfyri eina plakatkapping. Einastu krøvini vóru, at yvirskriftin Ólavsøkan 2006 umframt føroyska flaggið á onkran hátt skuldi hava pláss á plakatini.

Kannaði bøkur um Føroyar
Í eini skúlastovu í Vejle fekk 17 ára gamli Jesper Cidlik eyga á lýsingina fyri kappingina ein dagin hann sat og leitaði á netinum.
- Eg plagi at halda eyga við slíkum kappingum, tí tær hava ofta onkrar stuttligar og øðrvísi avbjóðingar við sær, sigur Jesper, sum dámar sera væl at arbeiða við grafiskum myndum og sniðum á teldu.
Tað einasta, Jesper visti um Føroyar, var at lundin er ein rættiliga vanligur fuglur har, og at hann ofta verður brúktur á postkortum.
- Lundan vildi eg hava við, tí litirnir og skapið hóska væl til grafisk snið av hesum slag. Restina, so sum litirnir annars og sóljurnar havi, eg funnið fram til í bókum um Føroyar, sum eg lænti á bókasavninum, sigur Jesper, sum samstundis gørdist sera forvitin eftir at sleppa at uppliva hetta landið. Tí var hann eisini serliga fegin um vinningin, sum var ein flogferð frá Atlantic Airways fyri tvey aftur og fram til Føroyar.
- Eg fari at bjóða pápa mínum og einum vinmanni við. So mugu vit bara finna eitt tíðspunkt, tá tað er gott veður í Føroyum, smílist Jesper, sum fer undir útbúgving sum miðlagrafikari aftaná summarfrítíðina.