Týr á Napalm Records DVD

Týr skrivaðu fyrr í ár undir sáttmála við Napalm Records, hetta hevur havt við sær konsertferð, endurútgávu av Eric The Red og upptøku av eini nýggjari Týr fløgu, og nú er bólkurin við á nýggju Napalm Records DVDini The Realm Of Napalm Records.

Á fløguni eru tvey sjónbandaløg við Týr, Hail To The Hammer og Regin Smiður, umframt løg við bólkum sum Atrocity, Battlelore, Beseech, Darkwell, Elis, Hurtlocker, Korpiklaani, Lacrimas Profundere, Leaves Eyes, Sinamore, Visions of Atlantis, Live: Enthroned, Saltatio Mortis, Midnattsol og Wigwam. DVDin er at fáa á heimasíðuni hjá Napalm Records.
Tað gongur væl hjá Týr í løtuni. Sambært Dimmalætting í dag fer bólkurin komandi vikurnar á konsertferð í Týsklandi, Eysturríki, Sveis og Slovenia saman við finska bólkinum Let Me Dream og týsku bólkunum Apokalyptischen Reiter og Hämatom. Konsertferðin byrjar sunnudagin í Berlin og  heldur fram til 30. august, tá hon endar við eini konsert í Bern.