at Edmund Joensen ikki hevur allan flokkin aftan fyri seg í stívrendu støðu síni. Keldan sigur, at fleiri av nýggjaru tingmonnunum í flokkinum eru fyri at broytingar verða gjørdar í Heimastýrislógini, [...] eisini fingið síni stórmál ígjøgnum. Eygleiðarar vilja tí vera við, at meiriluti hesaferð kann verða fyri uppskotinum. Løgmaður hevur fyrr, tá hetta málið hevur verið til viðgerðar, gingið við tí viðgitna [...] Føroyum greitt, at teir mugu verða við til broytingarnar - annars verður Sambandsflokkurin settur uttan fyri ávirkan. Spennandi spurningurin er so, um nýggjaru sambandsmenninir vinna - og um eldru sambandsfólkini
gomul genta seg um, at nú orkaði hon ikki at ganga longur. Har var toluliga tátt, og hon setti seg niður. Einir tveir dreingir lótu hana fáa ávikavist eina troyggju og ein jakka aftrat yvir seg, men meðan [...] deils var gentan vorðin so illa fyri. Ætlanin var, at fara til næsta hús og haðani ringja til politiið, fyri at fáa teir at hjálpa teimum. Meðan tey soleiðis ganga, sortnar fyri gentuni og stutt eftir fellur [...] Hon kendi seg ikki kalda, og kendist heldur ikki køld. Knappliga var tað tó, sum hon stívnaði og kølnaði. Tey ungu vistu ikki síni livandi ráð, men so við og við batnaði, og gentan kom fyri seg. Hon hevur
ikki lætt hjá leikfólkið at seta seg inn í fløktan lógartekst. Hon heldur eisini, at henda vegleiðingin kann umfata ymisk ávís mál. Tvs, hvussu kommunan eigur at vera seg at í ávísum førum. Durita Brattaberg [...] til Føroya reinastu bygd. Men kommunurnar vóru so væl nøgdar við tiltakinum, at 23 kommunur meldaðu seg til tá ið hildið varð fram við arbeiðnum. Nú varð tað undir leiðslu av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni [...] er bíligt. Kommunurnar betala eitt grundgjald uppá 3.500 krónur, og afturat tí betala tær 1 krónu fyri hvørt fólk í kommununi. Av røttum skuldu kommunurnar melda til í seinasta lagi í dag. Men av tí at
tíverri kann eg ikki siga hetta um nakað av tí, sum Eilif Samuelsen førdi fram og gjørdi seg til talsmann fyri. Lat meg fyrst siga, at eg í mínum naiviteti havi hildið, at landsstýrismaðurin í skúlamálum [...] sum er á sama stigi sum líknandi skúlar í grannalondum okkara. Omaná at hann vísti seg at hava lítla fatan og virðing fyri undirvísingarumhvørvinum hjá okkum segði hann í tveimum førum beinleiðis ósatt. Hann [...] snýr seg um at skaffa limunum í Yrkisfelagnum meiri arbeiði. Hetta er beinleiðis ósatt og haraftrat hent hjá landstýrismanninum, um hann ynskir at seta okkum í ringt ljós. Vit eru í verkfalli fyri at verja
bað um at fáa meira stíl yvir orðalagið. »Vit, sum sita her, gera tað fyri atkvøður. Tað hevur Eilif Samuelsen ikki fyri neyðini fyri at vera í politikki,« segði Óli Breckmann. »Hann hevur roynt, men hann [...] skipaði fyri hóskvøldið, gekk ein stórur partur út upp á at siga hvør øðrum, hvussu tvørur Eilif Samuelsen er. Og sum ikki einaferð var tað Óli Breckmann, umboðandi Fólkaflokkin, sum toygdi seg longst. [...] ikki var møttur. Fyri Sambandsflokkin møtti Bjørn á Heygum, meðan Fólkafloksstólurin stóð tómur, tá fundurin byrjaði. Trý korter eftr, at fundurin var byrjaður, kom Óli Breckmann og setti seg í stólin. Men
og eru vorðnir gíslar í einum máli, sum átti fyri langari tíð síðan at verið loyst. Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur víst á sparingar sum grundgeving fyri, at flokkar verða lagdirsaman og at 28 næmingar [...] løgtingslógini um talið á skúlanæmingum í hvørjum flokki lagt fram. Hetta seinni nevnda uppskotið snýr seg í stuttum um, at undantaksloyvi til flokkar við fleiri enn 24 næmingum bert kann gevast eftir samtykki [...] fortreytirnar eru sostatt til staðar hjá landsstýrismanninum at fingið málið loyst. Men tá ikki røkist fyri hesum, verður skotið upp at veita eykajáttan til at haldast kann fram við umtalaðu tveimum flokkunum
afturat, sigur Predrag Nikolic og vísir á, at eftir eina ringa byrjan upp á árið í fjør kom hann fyri seg aftur móti endanum av árinum. Talv, kríggj og fótbóltur Borgarakríggið í gamla Jugoslavia hevði [...] fingið nógvar vinir í Føroyum og serliga í Klaksvík. Hetta er eftirhondini næstan sum eitt annað heim fyri meg, sigur hann. Predrag Nikolic sigur, at síðani hann var í Føroyum fyrstu ferð, hava føroyingar [...] eisini hevur týdning er, at fleiri ungir telvarar eru á veg fram. Jerevan-liðið var ungt og kláraði seg væl. Ætlanin má vera, at tað skal vera sum ein kavabóltur, ið fer á rull og veksur. Hetta ættarliðið
eitt stig aftan fyri VÍF á ovasta plássinum og kann við einum sigri í dag taka plássið frá vestmenningum ? í øllum førum í ein dag. Neistin hevur ikki havt nakað gott kappingarár, og fyri hálvu aðrari viku [...] kjallaran í 1. deild. Sum kappingarárið hevur lagað seg higartil, verða tað Neistin og KÍF, sum fara at stríðast einsamøll í botninum, og tí eru útlitini fyri sigri til Neistan móti strandingum í dag heldur [...] vikuskiftið er ivaleyst tann í Havn millum Kyndil og H71. Bæði liðini hava framvegis møguleika fyri at gera seg galdandi, men til tað krevst ein sigur í morgin. Kyndil og H71 hava ávikavist 6 og 7 stig, meðan
og Sumba kemur ístaðin fyri vegin, sum varð gjørdur fyri góðum 60 árum síðani. Gamli sumbiarvegurin varð gjørdur í 1929-33. Hann er tríggjar metrar breiður og møtipláss eru fyri hvørjar umleið 200 metrar [...] ein Harrans lætti. Hetta skuldi bara verið gjørt fyri langari tíð síðani. Fáur veit betri enn Rudolf Midjord á Økrum, hvussu stóran týdning tað hevur fyri sumbingar, at teir nú hava fingið tunnil undir fjallið [...] annars um veðrið. ? Men eingin kann tryggja seg 100% ímóti veðrinum, og báði ta ferðina, hann fór tvørur á vegnum, og ta ferðina, bussurin fór útav, tók stormurin seg brádligari og øðrvísi upp, enn væntað.
útjaðarapláss stúra fyri, tá ið sambandið við ?umheimin3 batnar, er, at tað sindri av virksemið, sum er, verður flutt á tey størri plássini. Men soleiðis verður neyvan í Sumba fyri tað um tey nú hava fingið [...] bankakanningina. ? Samfelagið skal ganga víðari. Og fólkið má fáa møguleika at klára seg. Og tað førir onga leið, bara at stara seg blinda uppá eina bankakanning, sum kanska onki gevur í síðsta enda. Men annars [...] bygdini. Og at kalla einasta vinnulív, sum er, eru tveir handlar. Men hvørki av handilsfólkunum stúrir fyri, at sumbingar fara til Vágs at keypa, nú tað er blivið lagaligari at koyra. Elna Poulsen, sum hevur