Seinastu árini eru Føroyar blivnar nógv reinari. Umhvørvið er ikki longur eitt sveimandi hugtak, sum øll tosa um, men sum onghin ger nakað við.
Tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina av, at umhvørvislógin verður hildin.
Og hóast tað mangan er funnist at kommununum, at tær gera lítið og onki við umhvørvismál, tykist tað, sum um tær nú rættiliga hava fingið blóð uppá tonnina.
Startskotið til nýggja umhvørvismedvitið, var, táið 16 kommunur vóru við í einum norðurlendskum umhvørvistiltakið.
Tað var Durita Brattaberg, sum samskipaði arbeiðið í Føroyum og tað endaði, táðið Sandavágur bleiv vald til Føroya reinastu bygd.
Men kommunurnar vóru so væl nøgdar við tiltakinum, at 23 kommunur meldaðu seg til tá ið hildið varð fram við arbeiðnum.
Nú varð tað undir leiðslu av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har ið Durita Brattaberg varð sett í starv sum samskipari.
Kommunurnar, sum vóru við, vóru: Svínoyar, Klaksvíkar, Kunoyar, Mikladals, Leirvíkar, Gøtu, Runavíkar, Nes, Kollafjarðar, Tórshavnar, Kirkjubøar, Vestmanna, Kvívíkar, Sandavágs, Sørvágs, Mykinesar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar, Hvalbiar, Fámjins, Porkeris og Vágs kommuna.
Annað stigið í umhvørvisarbeiðnum endar nú 1. mars.
Men framvegis eru kommunurnar sinnaðar at halda fram við arbeiðnum, so nú verðu triða stigið fyrireikað.
Í tí sambandinum hava allar kommunurnar fingið innbjóðing frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at vera við í tiltakinum.
Kommurnar fíggja sjálvar tiltakið, saman við landskassanum.
Men tað er bíligt. Kommunurnar betala eitt grundgjald uppá 3.500 krónur, og afturat tí betala tær 1 krónu fyri hvørt fólk í kommununi.
Av røttum skuldu kommunurnar melda til í seinasta lagi í dag. Men av tí at tað er misjavnt, hvussu ofta tey ymsu bý- og bygdaráðini hava fund, ber eisini til at melda til í komandi viku, sigur Durita Brattaberg.
Helst fer hetta umfarið at vara í eitt ár, men sumamr kommunur vilja hava tað at vara í tvey ár.
Saman við fólkinum
Durita Brattaberg á heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at hon hevur lagt stóran dent á at tey tiltøk, sum eru framd, eru framd í tøttum samstarvi við kommunurnar.
Tí hevur hon gjørt nógv burturúr at ferðast kring landið at halda fundir við kommunufólk um, hvat tey halda, er mest átrokandi at fara í holt við.
Hon sigur, at mangan verður orðið umhvørvið uppfatað sum nakað sveimandi og fløkt.
? Men tað, hetta snýr seg um, er nærumhvørvið - tað umhvørvið, sum borgarin dagliga ferðast í, og ávirkast av, t.d. kloakkir og órudd o.s.fr.
Og hon sigur, at av tí at nógvar kommunur hava avmarkaða umsiting, er týðiliga komið til sjóndar, at upplýsing og leiðbeing er tað, sum stórur tørvur er á.
Tí er eitt úrslit av arbeiðnum hetta seinasta hálva árið, at ein hondbók er gjørd við ymsum leiðbeiningum í.
M.a. er umhvørvislógin umskrivað til vanligan tekst, tí lógartekstur kann vera sera trupul og fløktur at lesa hjá leikfólki.
Somuleiðis eru nøkur standardskriv gjørd, sum kunnu brúkast í ymsum sambondum.
T.d. táið kommunan vil hava ein borgara at beina eitt gamalt bilvrak burtur, ella at taka eitt gamalt hús niður, sum kann verða til ampa. Ella talan kann verða um, at ein borgari klagar um annan borgara, sum er so órøkin, at tað er til ampa hjá ørðum.
Hetta er gjørt, tí at tað er ongin loyna, at fólk ofta ikki
vitað, hvussu tey skulu skriva slík brøv - og til hvønn, tey skulu stílast.
Men ikki minst kann slíkt verða trupult at hava við at gera, á smábygd, har í viðurskiftini eru smá.
Hom mælir tó til at brúka hesi standardbrøvini við størsta varsemi, tí tað er heldur einki stuttligt at búgva í eini bygd, har ið annarhvør borgari er klagaður um hetta ella hitt.
Í hesi hondbókini eru eisini upplýsingar til borgaran um umhvørvismál.
Vilja halda fram
Nú eru so kommunurnar sinnaðar at halda fram við arbeiðnum.
M.a. er ætlanin at gera ein vegleiðing í umhvørvismálum, tí Durita Brattaberg heldur, at tilvitanin um umhvørvismál er ikki altíð líka góð.
Men tað heldur hon er onki løgið, tí tað er ikki lætt hjá leikfólkið at seta seg inn í fløktan lógartekst.
Hon heldur eisini, at henda vegleiðingin kann umfata ymisk ávís mál. Tvs, hvussu kommunan eigur at vera seg at í ávísum førum.
Durita Brattaberg heldur, at ein slík vegleiðing kann lætta munandi um arbeiðið hjá teimum í kommununi, sum hava ábyrgdina av umhvørvismálum.