Á tingfundinum í gjár legði Tordur Niclasen fram eitt uppskot um eykajáttan til skúlaverkið uppá 450.000 kr. Samstundis varð eisini eitt uppskot um broyting í løgtingslógini um talið á skúlanæmingum í hvørjum flokki lagt fram.
Hetta seinni nevnda uppskotið snýr seg í stuttum um, at undantaksloyvi til flokkar við fleiri enn 24 næmingum bert kann gevast eftir samtykki frá lærararáðnum.
Í viðmerkingunum til fyrr nevnda uppskotið um eyka-játtan sigur Tordur Niclasen í viðmerkingunum:
Landsstýrið hevur sum kunnugt hildið fast um, at tveir flokkar á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði skulu leggjast saman.
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara heldur fast um, at talið av næmingum í hvørjum flokki/ bólki ikki skal vera hægri enn 24 og vísir í hesum sambandi á avtalu, ið gjørd varð við Føroya Landsstýri í 1992.
Henda ósemja partanna millum hevur nú staðið við í vikur og ført við sær, at eingin undirvísing hevur verið á avvarðandi skúlum.
Næmingarnir eru teir, ið raktir eru meinast av hesi ósemju ? og eru vorðnir gíslar í einum máli, sum átti fyri langari tíð síðan at verið loyst.
Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur víst á sparingar sum grundgeving fyri, at flokkar verða lagdirsaman og at 28 næmingar kunnu vera í hvørjum.
Hesar sparingar, ið landsstýrismaðurin sipar til, eru longu fleirfaldað funnar við spardum lønarútreiðslum undir verkfallinum.
Fíggarligu fortreytirnar eru sostatt til staðar hjá landsstýrismanninum at fingið málið loyst.
Men tá ikki røkist fyri hesum, verður skotið upp at veita eykajáttan til at haldast kann fram við umtalaðu tveimum flokkunum ? og soleiðis fyribyrgja, at hesir verða lagdir saman.
Hvat sparingunum í lønarútreiðslunum viðvíkur, eigur at verða kannað, hvussu stór sparingin ítøkiliga er á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kring landið og hædd tikin fyri hesum undir viðgerðini av málinum.
Annars verður víst til viðmerkingarnar í løgtingsmáli um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m. og løgtingsmálið um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
Sum skiltist í tinginum í gjár var góður møguleiki fyri, at hetta málið fór at verða avgreitt um vikuskiftið ? men um ikki, verður 2. viðgerð av málinum helst týsdagin í komandi viku.