síni fyrstu skrá. Hóast rásin hevur verið í luftini í meira enn ein mánað, hevur eingin verulig skrá verið gjørd. Men eftir at programleiðari varð settur á rásini, hevur verið arbeitt dúgliga fyri at fáa [...] fáa gjørt eina skrá. Og seinasta vikan hevur givið úrslit. Nú kunnu fólk lesa í millum annað Hygg og hoyr her í blaðnum um, hvat er á skránni hjá kappingarneytanum hjá Útvarpi Føroya. Óla Jákup Rólantsson [...] skal geva lurtarunum tíðindi um, hvar tey ymsu skipini eru, hvat tey fiska, nær tey koma heim og hvussu annars gongur. ? Hetta halda vit hevur manglað í útvarpinum, og vónandi kunnu vit framyvir geva fólki
Jan Müller Hann hevur skrivað hópin av bókum og hevur ferðast um allan heimin við filmum og frásagnum sínum frá mentanum, sum antin eru gloymdar ella enn bara ana. Mentanir koma og fara - fleiri hvørva [...] ikki minni týðandi fongur. - Eg vil fegin hava Trónd við mær aftur til komandi ferðir, men spurningurin er, um hann hevur stundir til tess. Um hann sleppur frá sínum mongu uppgávum. Eg havi skilt, hann [...] um. Virðingin fyri øðrum Vit nýttu høvi til at spyrja Tim Severin, hvat hann vil við sínum bókum og mongu ferðunum! - Høvuðsboðskapurin við mínum arbeiði hevur verið at vísa virðing fyri tí, sum farið
trý børn komu til Føroya fyri aðru ferð stutt fyri ársenda í 1999, men frammanundan hevur dugnaligi tónleikarin búð í trimum ymiskum londum, har hann hevur lært seg at spæla, hevur lært onnur at spæla [...] man hava til uppgávu at fáa grikska russan á føtur, tá hann skal av húsum fyri at undirvísa ungum violinspælarum. Nikolaos Kapnas ivast í, hvat borð vit skulu seta okkum við, men tá hann hevur flutt stólarnar [...] besta læraran, hann hevur havt. Violinlærarin var høgrumegin miðjuna politiskt, men hann tók sær væl av hálva grikkanum úr sovjettiska lýðveldinum, og Nikolaos hevur bara góð orð til yvirs fyri hesum v
William til Svenska Akademiið, at hann tók afturtøkuna aftur, og nú fekk hann sonevndu »Lítlu Nobelvirðislønina«. Um hesa verður vanliga sagt, at fært tú hana, so fært tú ikki hina. Í svari til metingina [...] ávegis frá landbúnað til fiskivinnu og handil. Tað er fitt av siðsøguligum til-fari í skaldsøguni, og hon sigur annars frá, hvat ið nýmótans fyribrigdir frá ferðagrammofonum til sektir kunnu gera um seg [...] William Heinesen hevur til fyri fáum árum síðani verið lítið lisin í Føroyum, og í føroyska skúlanum hevur hann verið mestsum útihýstur. Grundirnar eru fleiri: høvundurin var vinstrahallur, gjørdi gjøldur
hví hann ikki vildi vera við til at bjarga Suðuroyar Sjúkrahúsi 1,8 mió.kr. Og innanfloks stendur enn verri til. Har skilir eingin nakað sum helst. Ónøgdin, sum har hevur leikað á, kom fram fyri almenningin [...] sínum, sum í nýtum orðum segði honum, at hvørki høvd ella hali var á politisku leiðslu floksins. Formaðurin hevur verið gyrdur í brókum síðani tá, og valdi fyri fyrst alment at takka fyri avbukingina [...] , og lovaði bót og betring. Kortini nýtti hann høvið til at siga frá, at tað eina mest vóru útvarp og sjónvarp, har hann annars altíð hevur verið fast inventar, sum áttu ábyrgdina av, at Javnaðarflokkurin
skriva 1900 ? t.v.s. tey fáu her á landi, sum yvirhøvur fingust við at skriva ella høvdu áneyðir fyri slíkum ella dugdu til sovorðið. Og nú øldin er fullrunnin, rætt dagin í dag, í hesum Harrans ári, sum [...] Chr. Matras hevur nevnt, ta breiðu frásøguna, sum hann øll tríatiárini og fjørutiárini stríddist við, at fáa hana at legnast fyri sær rættiliga, í stórum og stórt ætlaðum merkisverkum, til tað umsíðir [...] umsíðir eydnaðist honum heilt fyri hálvaldarskiftið, tá ið hann endiliga hevur skrivað seg fram á sína egnu episku skrift, hevur funnið sín sermerkta frásagnarstíl, sítt útsýni og sín form: tit vita, henda mytiska
2) Nær ert tú fødd? Eg eri fødd tann 30/6-1981 3) Starv? Eg eri studentarskúlanæmingur 4) Ert tú trúlovað ella gift? Eg eri trúlova 5) Nær byrjaði tú at spæla hondbólt? Eg byrjaði at spæla minihondbólt [...] Andersen 10) Hvat er heimsins kvinnuliga landslið? Í løtuni er Noreg tað besta 11) Hvat er tín besti persónligi eginleiki? tað veit eg ikki rættiliga. Tað mugu onnur heldur meta um 12) Hvat er tín størsti [...] ikki rættiliga, men eg havi ein ótrúligan hug til hondbóltin. Eg venji rættiliga nógv. 17) Besti matur? Tað er saltkjøt 18) Besti drykkur? Mjólk 19) Hevur tú nakað frítíðarítriv? Nei ikki sum so, men í frítíðini
Meðan tey ganga niðan eftir, spyr Karsten Hoydal brádliga William Heinesen: ?Tú, William, hvat hevði tú gjørt, um tú komst niðan til mín við einum sputnikki?? ?Ja, so hevði eg bara farið hinvegin runt um knøttin [...] vóru eitt slag av trýeinigheit. Og tað var eisini orsøkin til, at lítla gentan, Annika, hoyrdi mangt prátið teirra millum. Og so ella so hevur hon sitið undir einum parti av tí, teir tríggir vinmennir [...] Hoydal. Hon sær eitt sindur droymandi út. Tankarnir fara til nakað av tí, William Heinesen hevur skrivað. Boðskapurin er so eyðkendur, og kemur altíð til sjóndar, tó tað er á ymiskan hátt. Hetta góða. Annika
er aktuelt. Landið er so pinkaevarska lítið, at tú veitst, at tú um ein tíma ella tveir kanst koma til at renna teg beint í tann persónin, sum tú júst hevur givið eitt lemjandi skoðsmál. Tí er best at skansa [...] við einum mjølvutum smakki í munninum og hugsa: »guviti hvussu illa ella væl hasin veruliga dámdi tað, eg gjørdi«, ella »guviti hvat hann yvirhøvur fekk við av tí?« Afturat fjøldini av onki-sigarum, eru [...] finnast at ella rósa, bert greina listaverkið eftir førimuni, og seinni verða dømdur bara eftir síni umfatandi (ella vantandi) vitan um umtalaða evnið. Í Føroyum ber hetta heilt einfalt ikki til, hvussu fegin
sindur til síðis í nøkur ár, og í heyst valdi eg at gera álvara av ætlanunum, greiðir Johan frá. Ert tú einsamallur um Vega? ? Ja, tað eri eg. Fleiri hava víst áhugað at vera við í ætlanini, men tá til stykkis [...] løtuni ikki ber til at taka skeið viðvíkjandi stýriskipanum, og tað ætlar hann sær at broyta. Skalt tú sjálvur halda skeiðini? ? Nei. Eg havi fingið fatur á fólki uttanlands, sum kemur til Føroya at halda [...] leggur Jóhan afturat. Skeiðvirksemi í vetur Hóast Vega er ein internetkafé, so hevur Johan Joensen ikki ætlanir at avmarka seg til »kafé-virksemi«. Hann gongur longu nú og hugsar um, hvønn tátt hann skal taka