Rás 2 er nú klárt við síni fyrstu skrá.
Hóast rásin hevur verið í luftini í meira enn ein mánað, hevur eingin verulig skrá verið gjørd. Men eftir at programleiðari varð settur á rásini, hevur verið arbeitt dúgliga fyri at fáa gjørt eina skrá.
Og seinasta vikan hevur givið úrslit. Nú kunnu fólk lesa í millum annað Hygg og hoyr her í blaðnum um, hvat er á skránni hjá kappingarneytanum hjá Útvarpi Føroya.
Óla Jákup Rólantsson, programleiðari á Rás 2, sigur, at fyrsta skráin er merkt av, at orkan hjá rásini er avmarkað, men hann vónar, at tað fer at bera til at betra skránna framyvir.
Millum teir rættir, sum lurtararnir hjá Rás 2 framyvir fáa á borðið, er prát við skip og sjófólk, sending um húsamarknaðin og eina breyt, sum framvegis koyrir, hóast sendingin hevur mist hevltina av navninum, síðani hon flutti úr ÚF og á Rás 2.
? Vit hava fingið nógv hugskot frá fólki, sum halda at tað manglar okkurt í útvarpinum, og onkur av hesum hugskotum hava vit avgjørt at brúka, sigur Óla Jákup Rólantsson.
Millum hesi hugskot er sendingin, har prátað verður við skip og sjófólk. Ætlanin er, at hendan sending skal geva lurtarunum tíðindi um, hvar tey ymsu skipini eru, hvat tey fiska, nær tey koma heim og hvussu annars gongur.
? Hetta halda vit hevur manglað í útvarpinum, og vónandi kunnu vit framyvir geva fólki fleiri upplýsingar um skipini og fiskiskap, sigur Óla Jákup Rólantsson.
Ítróttur og
andaligt tilfar
Rás 2 fer eisini at gera eina sending um føroyska húsamarknaðin, har prísir, útboð og eftirspurningur fara at verða tikin fram.
Ítróttur og barna- og ungdómstilfar er eisini á skránni. Ítróttur verður fyri tað mesta umrøður undan ítrottarkappingum, tí Rás 2 hevur ikki loyvi at senda beinleiðis frá ítróttarkappingum. Hendan rættin eigur Útvarp Føroya einsamalt.
? Vit hava merkt stóran áhuga millum tey ymsu sersambondini fyri, at ítróttarkappingar verða viðgjørdar, áðrenn tær fara fram, tí í løtuni er mesta umrøðan eftir at kappingarnar hava verið, sigur Óla Jákup Rólantsson.
Kirkjur og samkomur sleppa eisini upp í part á Rás 2, hóast andaliga rásin Lindin skjótt fer at senda.
? Tað er stórur eftirspurningur eftir andaligum tilfari, og tað skal eisini hava innivist hjá okkum, sigur Óla Jákup Rólantsson.
Rás 2 fer millum annað at senda frá gudstænastum og møtum.
Løgtingið er við
Á fyrstu skránni hjá Rás 2 er nógvur tónleikur og undirhaldssendingar, meðan langt er ímillum veruligu tíðindasendingar og tær journalistisku sendingarnar.
? Vit hava ikki orku til at fara undir gravandi journalistikk, men vit ætla at gera onkrar slíkar sendingar, sigur Óla Jákup Rólantsson.
Ein tíðindasending verður tó á skránni allar dagarnar, og henni fer fyrrverandi útvarpsmaðurin Sonni Smith fyrst og fremst at taka sær av.
Sendingin Løgtingið er ætlað eini gjøgnumgongd av teimum málum, sum eru fyri í løgtinginum. Rás 2 ætlar at greiða frá uppskotum og viðgerðini, tey fáa í tinginum.
Seriøsar sendingar
Einasta rásin, føroyingar hava at samanbera við, tá tað kemur til kappingarneytar hjá Útvarpi Føroya er Atlantic Radio, sum langt síðani er farið í søguna. Nýggja rásin sigur seg hava lært av teirri rásini.
? Vit vita, hvussu vit ikki skulu gera, og fólk skulu verða púra vís í, at vit fara at leggja okkum eftir at gera seriøsar sendingar, sigur programleiðarin á Rás 2.
? Vit fara als ikki at góðtaka ónærisligan ella ófantaliga málburð á rásini, og vit fara at leggja okkum eftir at brúka gott føroyskt mál.
Atlantic Radio fekk skotið í skógvarnar, at teir nærum førdu undirgravandi virksemi móti føroyska málinum. Rás 2 ætlar sær ikki at koma í somu somu støð, og programleiðarin, sum hevur eina fortíð í ÚF, sigur, at Rás 2 fer at krevja sama seriøsitet av sínum sendingum, sum Útvarpið ger.
? Men ein munur millum okkum og Útvarp Føroya er, at teir fáa lurtaragjald frá øllum føroyingum. Tað fáa vit ikki, og tí hava vit í byrjanini avmarkaða orku til at gera sendingar, sigur Óla Jákup Rólantsson.