spurningar til Katrin á Neystabø

1) Navn?

Katrin á Neystabø

2) Nær ert tú fødd?

Eg eri fødd tann 30/6-1981

3) Starv?

Eg eri studentarskúlanæmingur

4) Ert tú trúlovað ella gift?

Eg eri trúlova

5) Nær byrjaði tú at spæla hondbólt?

Eg byrjaði at spæla minihondbólt við Neistanum sum 3 ára gomul

6) Hvat er tín størsta uppliving?

Um eg skal vera heilt erlig, so er størsta upplivingin innan hondbóltin ikki komin enn

7) Minniríkasti dystur?

Tað man verða U-Landsdysturin móti Danmark í Fjør

8) Hvør er besti føroyski hondbóltsleikarin í føroysku kappingini (undantikið teg sjálva)?

tað er torført at svara uppá, men Ioana Rapa hjá VÍF og Lotte Sørensen hjá Kyndli eru framúr

9) Hvør er heimsins besti kvinnuligi hondbóltsleikari?

Anja Andersen

10) Hvat er heimsins kvinnuliga landslið?

Í løtuni er Noreg tað besta

11) Hvat er tín besti persónligi eginleiki?

tað veit eg ikki rættiliga. Tað mugu onnur heldur meta um

12) Hvat er tín størsti persónligi veikleiki?

Eg seti alt ov stór krøv til mín sjálvs

13) Besta uppliving?

Ikki komin enn

14) Størsta vónbrot?

Allir teir taptu dystirnir

15) Størsta ynski?

At gerast føroyameistari við 1. deildarliðnum hjá Neistanum

16) Hvat eru tínir størstu eginleikar sum hondbóltsleikari?

Veit ikki rættiliga, men eg havi ein ótrúligan hug til hondbóltin. Eg venji rættiliga nógv.

17) Besti matur?

Tað er saltkjøt

18) Besti drykkur?

Mjólk

19) Hevur tú nakað frítíðarítriv?

Nei ikki sum so, men í frítíðini eri eg nógv saman við mínum vinum

20 Hvat er títt motto?

Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt