pressuliðið í Gundadali í 1972. Eitt gerandiskvøld á hásumri. Undir vestara enda á HB-húsinum høvdu eg og pápi mín stillað okkum. Hann líktist burturúr á vøllinum. Síðhærdur við sprøklutum pannubandi spentum [...] føroyskur George Best. Á vøllinum millum teir bestu. Elegantur og stílfullur teknikari, reinur í spæli og hugburði. Bólteygað og spælskilið sjáldsama gott. Tann føddi strategurin á miðvøllinum. Hann telvaði [...] átti hann eisini, men uppaftur sjónligari vóru gávur hansara á fótbóltsleikvøllinum. Longu 19 ára gamal hevði hann ein av høvuðsleiklutunum á tí HB-liðnum, sum í 1971 feldi fimm ára drúgva FM-einaræðið
Forna á Nesi Eysturoy. Mamman var ættað innan úr Gerði á Toftum og pápin var ættaður uttan úr Forna. Systkini vóru Andi, Sannebeth, Dania, mamma, Marjus, Ove og Annelisa. Bert trý systkin eru eftir á lívi [...] børn, so aftur her var tað mamma, sum var bæði kona og maður í húsinum. Í 1964 verður pápi okkara álvarsliga sjúkur og doyr síðst á árinum niðri á Ríkissjúkrahúsinum. Mamma hevur sjálv fleiri ferðir sagt [...] í hálvtfjórða ár, áðrenn tey fluttu út í síni egnu hús á Toftum, sum tá stóðu liðug. Tað man hava verið strævið hjá mammu at taka eitt hús upp á seg við trimum børnum. Sjálv átti hon eitt, og tað næsta
hansara var at fara niðan á posthúsið við pakkum til kundar úti á bygdunum. Hann hevði teir í einum tunnusekki, sum hann bar á rygginum. Tað sigst, at tá hann ikki var so stórur á vøkstri, kundu fólk síggja [...] heldur til í dag. Tónleikur og jarðarbrúk Andreas hevði góðar tónlistagávur. Hann lærdi á ungum árum at leika á klarinett hjá bager Hansen, seinni hjá Jens Chr. Guttesen, nevndur Kisan. Hann var saman [...] uppi á Sundsvegnum. Hann seldi hana til Emil Veihe, ið aftur seldi hana til Egil Restorff, áðrenn hon var latin kommununi. Tað kom honum tí væl við, at hann fekk loyvi til at byggja sær heim í 1934 á trønni
verður gagnnýtt á besta hátt. Hví er tað ikki uppgávan hjá Heilsuráðnum at gagnnýta peningin á besta hátt? Í løtuni verða fimm stjórarlønir goldnar, og nú skal tann sætti stjórin setast. Á fíggjarlógini [...] vóru dagførdar á heilsuøkinum, hevði eg skilt tað. Eisini um viðkomandi skuldi verðið við til at gjørt eitt gjøgnumarbeitt álit um fram-tíðarsjúkrahúsverkið í Føroyum, tí hesum er tað tørvur á. Um viðkomandi [...] Heilsumálaráðið ikki gagnnýta peningin á besta hátt, so tað verður sjúklinginum til góðar. Seks stjórar við hvør sínum skrivara og umsiting. Teir ferðast í sama umhvørvi, skulu á somu konferansur og hava sama
Annað virksemi verður eisini á oljuøkinum komandi tíð. Oljuráðleggingarnevndin, sum ikki hevur verið saman síðani í apríl, hevur fund á Hotel Hafnia í hesum døgum. Eitt mál er á skránni, og tað er kolvet [...] útseta íløgur í nýggja leiting og framleiðslu, so er enn einki, sum bendir á, at tey umleið 25 oljufeløgini, ið hava sett Føroyar á sítt leitingarkort, eru við at pakka saman. Heldur tvørturímóti skulu vit [...] arbeitt við frá Føroyaøkinum, á einum fundi við fólk frá Oljufyrisitingini og Jarðfrøðissavninum. Phillips er eitt av feløgunum, sum hevur verið við í forkanningararbeiðinum á føroyskum øki nú í fleiri ár
til, at Føroyar verða seldar á henda hátt. Aðrar bygdir, ið hava tað til vinnu og grundarlag, hava ikki henda sama møguleika. - Hatta er gjørligt hjá manni, ið er einsamallur á útoyggj, men ikki hjá okkum [...] verið á floti, men lítið var at fáa, sigur hann. Ein ferðamaður ger ikki tann stóra skaðan Um sokallaðu lundapakkarnar til ferðafólk sigur Oskar Joensen, at slíkt kann ein, ið býr einsamallur á útoyggj [...] - Kanska sleppa nakrir lundar undan á tann hátt, sigur Oskar Joensen, ið annars heldur hetta vera ein øðrvísi vinnuveg Ferðaráðið: spennandi útferð Annika Joensen á Ferðaráð Føroya sigur í stuttari viðmerking
hevur roynt ymiskt á leiðini til tað nýggja og ókenda, sum nú stendur fyri framman. Hon hevur verið í Ísrael, verið volontørur á einum barnaheimi fyri menningartarnað, hevur arbeitt á Eirargarði og hevur [...] Porkeri ? Senegal: ? Tað var tá eg arbeiddi á einum lítlum sjúkrahúsi í Gambia, at eg fekk eyguni upp fyri tí stóra tørvinum á trúboðarum í Vesturafrika. ? Eg sá nú, at eg eisini kundi gera mun her, sigur [...] . Síðani hevur hon arbeitt sum sjúkrasystir í Havn, Danmark og á Tvøroyri, inntil hon í 1999 fór til Gamiba at arbeiða sum sjúkrasystir á einum lítlum sjúkrahúsi í 14 mánaðir. Tað var her at hon veruliga
kirkjan stóð. Á vári 1828 var ódnarveður á Føroyaleiðini. Barkin Broom úr Glasgow, sum var fullfermd við viði, kom í havsneyð og rak á land í Saksun 9. mai og varð vrak. Farmurin var seldur á uppboði. Viðurin [...] Lydersen Færøe, (1538-1588). Hann sat á Kjalnesi. Fyrsta kirkjan, ið nakað skrivligt er um, varð bygd í 1685. Hon varð bygd á somu grund, sum tann fyrra stóð á. Kirkjurnar vórðu ikki serliga gamlar tá í [...] frá 1298 er Hvalvík á Streymoynni nevnd. Hvussu gomul kirkjubygd Hvalvík er, er ikki nógv skrivligt at finna um, men eitt sindur hava vit funnið fram til. Fyrsti prestur aftan á trúbótina æt Petur Lydersen
Heinesen og inn kemur Dan í Soylu 76.min: Føroyska liðið hevur sína bestu løtu á bóltinum í løtuni. Vit royna at leypa á og koma í fleiri góðar støður. Nú manglar bara, at vit fáa mál og fáa sett lív í [...] orku aftur. 57.min: Føroyska liðið er trýst í botn. Vit klára so dánt at fáa fótin á, meðan teir fremst als ikki fáa fatur á bóltinum hjá okkum. Vertirnir hava eisini rakt stongina tvær ferðir nú. Mál 2-0 [...] málleyst og føroyska liðið hevur tamarhald á støðuni, sjálvt um danskararnir royna at blíva meiri ágangandi. Hinvegin, so klára vit eisini at halda væl upp á bóltin og fáa luft. 23.min: Føroyska liðið
fekk hana at vilja granska og vita meir um krabbameinssjúklingar. -Á tí stráluviðgerðardeildini, sum eg var á í Danmark, kom ein maður fullur av ótta til stráluviðgerð. Her fekk hann eina kalda móttøku [...] altjóða tíðarriti. Tørv á stuðli Orsøkin, til at Kristianna Hammer av fyrstan tíð valdi at granska innan hetta økið, var, at hon út frá drúgvu royndunum sum sjukrarøktarfrøðingur á onkologisku deild hevði [...] Sjúklingarnir handfara støðuna á ymsan hátt, men sambært Kristionnu Hammer hevur sálarstøðan hjá tí einstaka ein avgerandi leiklut. Serliga ein hending, tá Kristianna Hammer arbeiddi á sjúkrahúsi í Danmark, fekk