Føroyar hava í kvøld tapt 3-0 fyri Danmark í tíggjunda og seinasta U21-landsdystinum á hesum sinni. Tað var um reppið, at føroyska liðið megnaði at halda málið reint í fyrra hálvleiki, men í seinasta sparkinum í fyrra hálvleiki, legði Borussia Dortmund spælarin, Jacob Bruun-Larsen Danmark á odda, eftir at vit ikki fingu ruddað vekk eftir horna.
Í seinna hálvleiki løgdu vertirnir nógv fyri. Vit kláraðu ikki at standa ímóti, tá Mikkel Duelund meddaði til uttanfyri brotsteigin og í mál. Eftir eitt áhaldandi trýst, so megnaði føroyska liðið at koma fyri seg, men vit komu ikki til teir stóru møguleikarnar, hóast vit komu í góðar støður.
Eitt sindur óheppið, so fær Danmark aftur at býtt mál, tá tíðin er farin. Onkursvegna springur bólturin soleiðis, at Karstin Hansen ikki fær fatur á bóltin, sum fer í stongina og út til Magnus Christensen, sum skorar til 3-0.
Við sigrinum er Danmark komið víðari til EM-endaspælið, meðan Føroyar enda aftast í bólkinum, eftir at Litava óvæntað vann á útivølki móti Finnlandi.
U21: Danmark - Føroyar 3-0 (1-0)
1-0 Jacob-Bruun Larsen, 45+2
2-0 Mikkel Duelund, 50
3-0 Christensen, 90
Her er beinleiðis frásøgnin frá dystinum:
Liðugt: Tað endar við 3-0 sigri Danmark, sum eisini var betra liðið. Føroysku spælararnir kunnu verða væl nøgdir við fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki megnaðu vit ikki heilt at fylgja við.
Mál 3-0! 90.min: Janus S. Samuelsen kemur inn fyri Betuel Hansen. Danmark skorar eitt heppið mál til 3-0.
86.min: Vit skifta út. Út fer Jóannes Bjartalíð og inn kemur Petur Knudsen. Vertirnir fáa eitt mál kolldømt fyri rangstøðu
85.min: Vit royna framvegis at fáa eitt mál, men orkan er ikki heilt til at renna fram – og aftur. Møguleikar í báðum endum.
78.min: Danskararnir skifta fyri aðru ferð. Mikkel Duelund fer úr, meðan Jens Stage kemur inn. Stutt frammanundan hevur Karstin Hansen ein fína bjarging. Føroyska liðið skiftir eisini út. Út fer Benjamin Heinesen og inn kemur Dan í Soylu
76.min: Føroyska liðið hevur sína bestu løtu á bóltinum í løtuni. Vit royna at leypa á og koma í fleiri góðar støður. Nú manglar bara, at vit fáa mál og fáa sett lív í dystin.
72.min: Danmark gera sína fyrstu útskifting. Robert Skov fer út, og inn kemur Anders Dreyer. Leikferðin tykist passa okkara betri.
”Ikki leika so í”, hoyrst Eli Hentze rópa, tá Ari Olsen ger ov skjótt av í einum innkasti
65.min: Nú hevur føroyska liðið fingið luft eina løtu, har vit millum annað hava havt eitt hornaspark. Vit tykjast at hava fingið eitt sindur av orku aftur.
57.min: Føroyska liðið er trýst í botn. Vit klára so dánt at fáa fótin á, meðan teir fremst als ikki fáa fatur á bóltinum hjá okkum. Vertirnir hava eisini rakt stongina tvær ferðir nú.
Mál 2-0! 50.min: Mikkel Duelund við framúr skoti uttanfyri brotsteigin og so er 2-0 til Danmark. Vit tykjast ikki at spæla við somu orku sum í fyrra hálvleiki
2. hálvleikur: So er seinni hálvleikur byrjaður. Hvørki Føroyar ella Danmark hava gjørt nakra útskifting
Mál 1-0! 45+2.min: Danmark hevur lagt seg á odda, eftir hornaspark. Tíverri er talan um eina villu frá okkum, har vit ikki fáa ruddað vekk eftir hornaspark. Vit hava uppiborið javnleikin, tí Danmark hevur ikki skapt nakað, sum minnur um ein málmøguleika, men hatta var nakað av eini gávu.
45.min: Dómarin hevur lagt tveir minuttir afturat. Gongdin er tann sama.
39.min: Enn stendur føroyska væl í verjustøðu, meðan danska liðið leitar eftir røttu avleveringini.
30.min: Nú er so ein hálvur tími farin. Tað er framvegis málleyst og føroyska liðið hevur tamarhald á støðuni, sjálvt um danskararnir royna at blíva meiri ágangandi. Hinvegin, so klára vit eisini at halda væl upp á bóltin og fáa luft.
23.min: Føroyska liðið verður nú kroyst nakað nógv, men enn er tað ikki blivið til tann heilt stóra málmøguleikan
15.min: Vit hava nú spælt í eitt korter og føroyska liðið er komið væl frá byrjan. Danska spælið er ikki fotandi og verjan fær rudda, tá á stendur.
11. min: Føroyska liðið er væl hesar minuttirnar. Vit hava eitt frísparksinnlegg, og sleppa annars væl burturúr kroystu støðunum. Ein slík støða kostar Victor Nelsson gult kort, fyri at fella Jóannes Bjartalíð.
5. min: Danska liðið leggur stórt trýst á, men vit fáa rudda vekk, og vinna okkum innkast á hálvuni hjá teimum.
1.min: Dómarin hevur bríkslað dystin í gongd. Tað eru nakað av áskoðarum og Danmark hevur longu havt fyrsta møguleikan.
Upptakt:
Vælkomin til beinleiðis frásøgn frá seinasta U21-landsdystinum í hesi EM-undankappingini, sum verður í Aalborg móti Danmark. Tað bleiv fyrr í dag greitt, at føroyska liðið ger tvær broytingar í mun til liðið, sum spældi javnleik 2-2 móti Litava fríggjadagin.
Bartal Wardum og Adrian Justinussen eru ikki við í hópinum, meðan Ólavur Niclasen og Benjamin Heinesen byrja inni. Teir komu báðir inn í dystinum móti Litava, sum endaði við javnleiki 2-2.
Liðini:
Føroyar (4-1-4-1): Karstin Hansen – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclasen, Jóannes K. Danielsen – Betuel Hansen - Benjamin Heinesen, Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen – Jákup L. Thomsen.
Danmark (4-2-3-1): Iversen - Nissen (c), Andersen, Rasmussen, Poulsen - Nelsson, Abildgaard - Larsen, Duelund, Skov - Ingvartsen
Dysturin verður vístur á stóru donsku sjónvarpsrásini "Kanal 5". Í upptaktini er serliga ein maður, sum heldur líti um føroyska U21-landsliðið. Talan er um fyrrverandi landsliðsáleyparan, Flemming Povlsen. Hann sigur, at Danmark skal vinna hendan dystin 5-0. Hóast hann fær eitt mótspæl frá vertinum, sum vísir á, at Føroyar hava spælt javnt tvær ferðir móti Póllandi, so er hann ikki í iva.
- Danmark skal vinna hendan dystin greitt. Tað er risa munur á liðunum. Eg tippi 5-0, sigur Flemming Povlsen.