? Eg sá at eg eisini kann gera mun

Lív Poulsen úr Porkeri hevur altíð lurtað við áhuga, tá trúboðarir vitjaðu samkomuna. - Teir tosaðu um at tørvur var á trúboðarum. Men sjálv ætlaði eg mær ikki avstað, sigur hon. Í farnu viku fór hon kortini til afrikanska landið Senegal, har hon í framtíðini fer at virka sum trúboðari

Porkeri ? Senegal: ? Tað var tá eg arbeiddi á einum lítlum sjúkrahúsi í Gambia, at eg fekk eyguni upp fyri tí stóra tørvinum á trúboðarum í Vesturafrika.
? Eg sá nú, at eg eisini kundi gera mun her, sigur Lív Poulsen, trúboðari, sum í Senegal fyrireikar seg til eina tænastu sum trúboðari í hesum landinum.
Hon hevur roynt ymiskt á leiðini til tað nýggja og ókenda, sum nú stendur fyri framman. Hon hevur verið í Ísrael, verið volontørur á einum barnaheimi fyri menningartarnað, hevur arbeitt á Eirargarði og hevur útbúgvið seg til sjúkrasystir.
Síðani hevur hon arbeitt sum sjúkrasystir í Havn, Danmark og á Tvøroyri, inntil hon í 1999 fór til Gamiba at arbeiða sum sjúkrasystir á einum lítlum sjúkrahúsi í 14 mánaðir.
Tað var her at hon veruliga fekk eyguni upp fyri neyðini og tørvinum í hesum landinum. Og nú ? seks ár seinni ? er hon afturkomin til Senegal, har hon í lýdni bíðar eftir teirri uppgávuni, sum Hann, ið sendi hana hagar, skal vísa henni.
Áhugavert er at nevna, at fyri fáum árum síðani varð ein onnur kvinna úr Porkeri og maður hennara send út sum trúboðarar. Tað eru hjúnini Maureen og Christopher Clarke, ið virka sum trúboðarar í Norðurafrika.
Mentan og siðir
Lív fór úr Føroyum í farnu viku og skal verða í Senegal teir komandi fýra til seks mánaðirnar.
Henda tíðin er ein fyrireikingartíð til ta víðari tænastuna, og umfatar m.a. at hon skal læra seg eitt nýtt mál, ið kallast woolof.
? Eg skal tó ikki læra hetta málið til fulnar, men bara so at eg kann klára meg í tí dagliga ? t.d. tá eg farið á marknaðin at keypa ella um eg skal spyrja um veg, sigur Lív.
Henda undirvísingin er skipað við lesnaði, men eisini við praktiskum arbeiði, har Lív kemur at vitja fleiri støð, har fólkið tosar hetta málið. Á henda hátt fær hon møguleika at royna tað hon hevur lært frammanundan, umframt tað at hon soleiðis fær gott innlit í mentan og siðir hjá fólkinum.
Enn veit Lív kortini ikki til fulnar, hvat hennara arbeiði kemur at vera, tá tænastan av álvara byrjar í Senegal.
? Men júst gjøgnum hesar vitjanirnar á mongum ymiskum støðum, vóni eg so at kunna síggja, hvar brúk er fyri mær, og hvar eg kann gerast mestan mun, sigur hon.
Týða Bíbliuna
Hóast Lív er útbúgvin sjúkrasystir, so er tað kortini eitt heilt annað øki, ið hevur hennara áhuga: Týðing av Bíbliuni.
Í dag er støðan tann, at ein rættiliga stórur partur av heim-sins fólkasløgum ikki enn hava eina heila Bíbliu á teirra móðurmáli. Og hjá Lív er hetta eitt mál, ið Gud hevur lagt á hennara hjarta at gera nakað við.
Kemur tað hartil, at hon fer at luttaka í hesum arbeiðinum, so verður tað kortini ikki einans týðingin, sum verður hennara arbeiðsøki. Fólk skula helst eisini læra seg at lesa hesa heilagu bók.
? Í samband við týðingina, so komi eg eisini at arbeiða við at læra fólk at lesa og at skriva. Samstundis við hetta, verður eisini arbeitt við at menna tey smáu lokalsamfeløgini á øðrum økjum, soleiðis sum ein sær tørvin á.
? So tað verður okkurt av hesum, sum eg helst komið at arbeiða við. Eg verði har, sum tørvurin er størstur, sigur Lív.
Í fyrstu atløgu kemur hon ikki at arbeiða við útbúgving sínari sum sjúkrasystir, men sum hon sigur:
? Tá fólk fáa at vita, at eg eri sjúkrasystir, so kann ein ikki umganga at tey banka uppá fyri at biðja um hjálp.
Tá tað so endaliga er avgjørt, hvar Lív kemur at útinna tænastu sína, skal hon av álvara í holtur við at læra seg málið, hjá tí fólkinum hon skal arbeiða millum.
? Hetta kann lættliga taka tvey til fýra ár. Alt er treytað av, hvussu ringt tað er at koma inn í mentanina og læra seg málið.
Lívslang tænasta
Tá trúboðarar fara í onnur lond at arbeiða er ójavnt, hvussu leingi tey eru úti ísenn: Summi binda seg til eitt ávíst tíðarskeið, meðan onnur eru úti, so leingi sum tey duga at síggja, at Gud hevur brúk fyri teimum.
Á Føroyum eru dømir um trúboðarar sum hava verið úti í nærum fjøruti ár, meðan onnur eru úti í tvey til fýra ár. Men hvussu við Lív ? hvussu leingi ætlar hon at vera úti sum trúboðari?
Skipanin, sum hon virkar undir er vanliga hon, at ein er tvey ár úti ísenn og kemur síðani heim í eitt hálvt ár, ella ein er fýra ár úti og so eitt ár heima.
? Men tá man er singul, sum eg, so er tað kanska í longra lagi at verða heima í eitt heilt ár, so eg havi valt at býta tað upp. Men sjálvandi, alt er ikki fastlæst, og tí ber til at variera hesi tíðarskeiðini, um tørvur er á tí.
? Men, hvussu leingi? Eg veit ikki, - eg hopi, at eg kann verða úti til eg verði 65 ár! Men, túveit, alt er opið, tí einki tíðarmál er sett á, sigur Lív.
Hippokrit
At Lív nú er farin so langa leið sum til Senegal sum trúboðari hevur sjálvandi sína søgu, tí hon altíð hevur havt stóran áhuga í missiónsarbeiði.
Heilt frá tí at hon var ung, hevur hetta havt hennara stóra áhuga. Ikki beinleiðis tað, at hon sjálv skuldi fara avstað, men hon lurtaði altíð við áhuga, tá trúboðarar komu á vitjan í samkomuni í Porkeri.
Tað var serliga eitt orð úr Bíbliuni, sum hon hoyrdi ferð eftir ferð:
? Eg hoyrdi ofta nevnt hetta skriftstaðið, um at fleiri fólk mugu fara út í akurskurðin at arbeiða, tí tað mangla fólk. Tað bað eg so eisini um at Gud mátti gera, men tá ætlaði eg mær ikki sjálv avstað.
? Seinni helt eg meg tó vera ein "hippokritt", tá eg bað soleiðis, og ikki sjálv ætlaði mær avstað. So ein dagin segði eg bara við Gud, at vilt tú at eg skal fara, ja, so fari eg, sigur Lív.
Hon sigur, at hon ikki sum so hevur fingið nakað serstakt kall frá Gudi, men heldur hetta, at "Her eri eg, send meg!".
Og soleiðis bar tað til, at hon nú er komin til Senegals sum trúboðari.