Eiriki Rasmussen (1952-2010) til minnis

Eirik var tann fyrsti fótbóltsspælarin í Føroyum, sum eg mundi komast við.

Myndin er kám, men eg haldi meg ørminnast, at tað hevur verið ein venjingardystur millum landsliðið og pressuliðið í Gundadali í 1972. Eitt gerandiskvøld á hásumri. Undir vestara enda á HB-húsinum høvdu eg og pápi mín stillað okkum.

Hann líktist burturúr á vøllinum. Síðhærdur við sprøklutum pannubandi spentum um enni og nakka, reyðu landsliðstroyggjuni uttaná brókunum og hosunum rullaðum niður á øklarnar. Ein rættur enfant terrible! Ein samrunnur av øllum tí, sum eyðkendi 68-ættarliðið. Ungur, villur og provokerandi. Ein laid-back lívsnjótari, kjølfestur í teimum kátu beatlemania dæmdu 60-árunum. Sjarmerandi - fekk kvinnuhjørtu at blotna. Ein føroyskur George Best.

Á vøllinum millum teir bestu. Elegantur og stílfullur teknikari, reinur í spæli og hugburði. Bólteygað og spælskilið sjáldsama gott. Tann føddi strategurin á miðvøllinum. Hann telvaði fótbólt. Las nágreiniliga flytingarmynstur og renniteinar, varnaðist skiftini áðrenn tey gjørdust sjónlig á vøllinum, sá fyrr enn aðrir, hvussu tómu økini tóku skap, og var í heilum hann, sum sendi gløggar frísendingar í dýpdina ella í rætta renniteinin hjá framherjanum. Væl dugdi hann eisini bæði at taka ferðina úr spælinum, tá ið tað kravdist, ella at fáa gongd á umstillingsspælið við bráðum temposkiftum.

Hvussu eyðsýndar dygdirnar hava verið í dystinum millum landsliðið og pressuliðið í 1972, veit eg ikki, men eftir stendur myndin av einum spælara, sum var øðrvísi enn hinir. Og soleiðis bleiv hann við at vera. Á tí góða HB-liðnum í 70-árunum var hann í nøkur ár tann eyðkendi "El Beatle" við tí síða, flákrandi hárinum og sprøkluta pannibandinum um ennið, ein farvegur av einum hippie, ein svalandi tíðarmynd mitt í føroyska gerandisdegnum.

Hann sprakk av musikkpallinum beinleiðis inn á meistaradeildarliðið hjá HB. Hann kundi tað sama verið vorðin spennandi partur av tí pulserandi poppumhvørvinum í Havn seinast í 60-árunum, tí tónlistagávur átti hann eisini, men uppaftur sjónligari vóru gávur hansara á fótbóltsleikvøllinum.

Longu 19 ára gamal hevði hann ein av høvuðsleiklutunum á tí HB-liðnum, sum í 1971 feldi fimm ára drúgva FM-einaræðið hjá 66-liðnum hjá KÍ. Í tí avgerandi dystinum í Klaksvík var hann ein teirra, sum gekk undan at vekja HB til stríð eftir minni góða byrjan og bráða 1-0 leiðslu til KÍ. Saman við Hendrik Dahl fekk hann í tøkum tíma HB aftur á beint við góðum einstaklingsatgerðum, sum fekk hinar á liðnum at ernast. Sigurin í 1971 var byrjanin til frálíku úrslitini í felagsins gylta tíggjuáraskeiði, sum Eirik átti sín týðandi lut í.

Seinni kom eg sum hálvvaksin at arbeiða saman við honum - einari av mínum barndómsins hetjum - í asfaltsjakkinum hjá kommununi í Havn. Í royktáminum frá glóðheita asfaltinum komu vit so líðandi at kennast. Hann var fryntligur at práta við, hóast aldursmunurin var stórur. Mær dámdi at fregnast um gyltu árini í HB. Eg minnist, at hann fortaldi, at sprøkluta pannubandið, sum eg var so hugtikin av, endaði hjá einari av mongu gentunum, sum tey árini altíð fjeppaðust uppi í honum!

Eirik var fyrrapartin í 80-árunum framvegis ikki eldri enn so, enn at hann saktans kundi spælt fótbólt á hægsta stigi, men káti lívsstílurin mundi hava kravt sítt. Viðhvørt fingu vit kortini lokkað hann við til innandurafótbólt í Gundadalshøllini. Hóast venjingarstøðan ikki longur var tann, hon hevði verið, var bólteygað og teknikkurin einki viknaður. Hann var aftur miðvallargeneralurin, sum stýrdi spælinum - stutt haðani, ið hann eini tíggju ár frammanundan hevði hugtikið okkum við sínum kynstri. Mær vóru hesar løtur eitt stórt privilegium.

Lívsskeið Eiriks kann ivaleyst skiftast sundur í tríggjar partar - rætt sum ein fótbóltsdystur. Í fyrra hálvleiki var hann tann feteraði "El Beatle", síðhærdi úrmælingurin á fótbóltsleikvøllinum. Sjálvur hálvleikurin gjørdist kanska í so drúgvur. Stavnhaldið kámaðist, og lívsneistin kólnaði. Men vinnarasiðvenjan fekk hann at bróta seg leysan og fara á vøllin aftur í seinna hálvleiki við nývunnum treysti. Eirik spældi eisini ein góðan dyst í seinna hálvleiki. Hann nærum yngdist upp og gjørdist ein heilt annar maður. Hann fann sær konu og tóktist eydnusamur og í góðari javnvág við seg sjálvan.

Eirik fór at koyra hýruvogn í Auto eins og pápin. Dámligur og fryntligur var hann at koyra saman við. Dugdi væl við teimum gomlu; var kvikur út at lata upp hurðina og hjálpa teimum inn at sita. Eitt skifti hevði hann nógvar náttarvaktir. Tey árini hevði eg tíðum morgunvaktir, og var ótespiligt gonguveður, plagdi eg at ringja eftir bili um hálvgum sekstíðina. Ofta var tað Eirik, sum koyrdi meg. Eg haldi, at okkum báðum dámdi hesar morguntúrarnar væl. Hugnaligt var at setast inn í fjálga bilin hjá Eiriki ein myrkan og kaldan vetrarmorgun. Nógv var at práta um, teinurin av Kommansmýru niðan í Sortudíki var alt ov stuttur. Bilurin var ofta standandi eina løtu í túninum, áðrenn prátið slitnaði sundur. Tað kundi snúgva seg um gongdina hjá HB ella Liverpool, tónleikin hjá The Beatles - ella eisini um gamlar dagar í asfaltinum.

Eirik var kompromisleysur í sínum sannføringum. Tað, ið hann var, var hann heilhugaður. Hann var havnarmaður við stórum H, HB-ari av heitum hjarta, Liverpool-viðhaldsmaður um ein háls, og nógv tann besti tónleikurin segði hann, var tann hjá The Beatles. Hann kundi stundum tykjast nóg so trongskygdur og avgjørdur, men tað varð hann ikki minni sjarmerandi og dámligur av.

Seinasta biltúrin saman høvdu vit stutt fyri jól í fjør. Bøkur til umrøðu í einum mentanartátti í útvarpinum skuldu fáast til vega og flýggjast út til ymsar ummælarar. Tað gjørdist tí ein av teimum góðu longu túrunum. At hetta fór at verða okkara síðsti túrur mundi hvørgin gruna. Nakrar fáar dagar seinni varð tann herviliga sjúkan staðfest, ið nú varð honum at bana.

Teir á 70-ara liðnum hjá HB eru longu farnir at fækkast. Í fjør var maðurin við líggjanum eftir Finni Helmsdal, nú tók hann eisini Eirik. Longda leiktíðin í seinna hálvleiki var runnin.

Takk fyri dystin, Eirik!

Suni



You´ll never walk alone

When you walk through a storm

Hold your head up high

And don't be afraid of the dark


At the end of the storm

Is a golden sky

And the sweet silver song of the lark


Walk on through the wind

Walk on through the rain

Though your dreams be tossed and blown


Walk on walk on with hope in your heart

And you'll never walk alone

You'll never walk alone

Rodgers & Hammerstein