Krabbameinssjúklingar skulu varðveita vónina

Tað er altavgerandi fyri sjúkugongdina, at fólk við krabbameini fáa sálarligan stuðul frá tí løtu, sjúkan verður staðfest. – Tað er umráðandi, at tey ongantíð missa vónina, sigur Kristianna Hammer, ið hevur kannað sambandið millum vón og krabbamein

Tá fólk fáa staðfest krabbamein, verður alt brádliga ein ruðuleiki. Hvussu verður framtíðin? Hvør skal taka sær av mær? Hvussu fer sjúkan at ávirka meg? Hetta eru spurningar, sum ikki eru óvanligir, at tann sjúki setir sær, tá viðkomandi fær boðini um, at hann hevur krabbamein.

Tíverri stendur sjúklingurin í summum førum rættiliga einsamallur við øllum spurningunum, tí í sjúkrahúsverkinum eru ikki altíð stundir til at taka sær nóg nógv av sálarstøðuni hjá tí sjúka.

- Ofta verður sjúklingurin so at siga sleptur upp á fjall, eftir at viðkomandi hevur fingið staðfest krabbamein. Hetta ger, at sjúklingurin lættliga missir vónina um, at alt nokk skal ganga, sigur Kristianna Hammer. Hon hevur starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur í 30 ár, harav 17 ár innan onkologi, tað vil siga krabbameinssjúklingar. Kristianna Hammer hevur eina Ph.d innan gransking av sambandinum millum vónina og krabbamein. Stóra kanningin vísir millum annað, hvussu umráðandi tað er, at fólk, ið fáa staðfest krabbamein, ongantíð missa vónina. Fyri stuttum bleiv tann triðja greinin um kanningina hjá Kristionnu Hammer útgivin í altjóða tíðarriti.


Tørv á stuðli

Orsøkin, til at Kristianna Hammer av fyrstan tíð valdi at granska innan hetta økið, var, at hon út frá drúgvu royndunum sum sjukrarøktarfrøðingur á onkologisku deild hevði sæð, hvussu fólk reagera, tá tey gerast sjúk av krabbameini. Sjúklingarnir handfara støðuna á ymsan hátt, men sambært Kristionnu Hammer hevur sálarstøðan hjá tí einstaka ein avgerandi leiklut. Serliga ein hending, tá Kristianna Hammer arbeiddi á sjúkrahúsi í Danmark, fekk hana at vilja granska og vita meir um krabbameinssjúklingar.


-Á tí stráluviðgerðardeildini, sum eg var á í Danmark, kom ein maður fullur av ótta til stráluviðgerð. Her fekk hann eina kalda móttøku, tá hann spurdi sjúkrarøktarfrøðingin, ið skuldi viðgera hann, um hann fór at doyggja av hesum. Ístaðin fyri at stuðla manninum og vera eitt vanligt medmenniskja í hesi torføru støðu byrjaði sjúkrarøktarfrøðingurin at tosa við hann um ymisk hagtøl og hagfrøði sum heild. Maðurin bleiv sendur heim, og næsta dag hevði hann hongt seg, greiðir Kristianna Hammer frá.

Hendingin fekk hana at vilja kanna krabbameinssjúklingar við tí í hyggju at kunna betra um støðuna hjá teimum og vónandi forða fyri, at fleiri hendingar eins og tann við manninum í Danmark koma fyri.

- Á sjúkrahúsum eru læknar og sjúkrarøktarfrøðingar ofta rættiliga resultatorienterað og gloyma stundum at viðgera allan persónin og harvið eisini hugsa um eitt slag av sálarligari viðgerð ella sálarligum stuðli. Vit skulu duga betur at vísa teimum á týdningin av at hava vónina sum ein lýsandi varða í sjúkugongdini, sigur Kristianna Hammer.


Skulu geva vón

Kanningarnar, sum Kristianna hevur gjørt, vísa, at vónin hjá sjúklinginum er av alstórum týdningi. Soleiðis sum sjúkrahúsverkini arbeiða í dag, verður vónin ofta tikin frá sjúklingunum.

- Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar skulu í størri mun enn í dag duga at vera medmenniskju og eisini hugsa um sálarstøðuna hjá sjúklinginum, heldur enn bara hugsavna seg um, hvør heilivágur riggar best, ella hvør skurðviðgerðin er tann besta, greiðir Kristianna Hammer frá.

Hon heldur tað vera óheppið, at summir sjúklingar kunnu kenna tað, sum at vónin verður tikin frá teimum, tá krabbamein verður staðfest.

- Eitt er, at vit sum læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, ikki bara skulu tosa um hagtøl, men at vit í størri mun skulu hugsa sum vanlig menniskju, tá vit eru til arbeiðis. Sum mannagongdirnar eru í dag, verður vónin ofta tikin frá sjúklinginum, sigur Kristianna Hammer.

Hon vísir á, at í teimum førum, har sjúklingurin kennir stórt vónloysi, eiga fólk innan sjúkrahúsverkini at hjálpa viðkomandi sjúklingi til at fáa vónina aftur.

- Teir sjúklingarnir, sum hava vónina, klára seg betur gjøgnum hesa ógvuliga truplu tíðina, har alt er eitt stórt kaos. Teir hava yvirskot til eitt nú at ganga túrar, hugsa um støðuna og megna at finna orku til at koma ígjøgnum sjúkugongdina.


Mangla neyðugu amboðini

Kristianna Hammer heldur, at bæði læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, og onnur, sum eru um krabbameinssjúklingar, hava lyndi til at halda eina ávísa frástøðu til tann sjúka. Ofta fyri at verja seg sjálvan.

- Stundum kunnu læknar og sjúkrarøktarfrøðingar tykjast kynisk og køld, eitt nú tá álvarsom boð sum staðfesting av krabbameini skulu gevast einum persóni, sigur Kristianna Hammer.

Hon leggur stóran dent á, at trupulleikin ikki eru læknarnir ella sjúkrarøktarfrøðingarnir, men heldur tað, at tey mangla neyðugu amboðini fyri at kunna handfara krabbameinssjúklingar annarleiðis líka frá tí løtu, sjúkan verður staðfest.

- Vit skulu leggja arbeiðið øðrvísi til rættis og handfara støðuna upp á ein annan máta. Vit, sum eru um sjúklingin, skulu duga betur at síggja, hvussu sjúklingurin er fyri sálarliga, og so skulu vit tora at fara inn, har tað ger ilt, sigur Kristianna Hammer.

Hóast hon ynskir, at læknar og sjúkrarøktarfrøðingar eru meira tilvitaðir um sálarstøðuna hjá sjúklinginum, merkir hetta ikki, at tey skulu gerast sálarfrøðingar.

- Tey skulu á ongan hátt hava leiklutin sum sálarfrøðingar. Ístaðin skulu tey vera kenslusom eins og onnur medmenniskju.


Mannagongdirnar skulu broytast

Hon brigslar á ongan hátt læknum og sjúkrarøktarfrøðingum teirra arbeiðshættir og handfaring av krabbameinssjúklingum.

- Trupulleikin er, at skulu mannagongdirnar broytast í sambandi við handfaringina av sjúkugongdini hjá krabbameinssjúklingum, er neyðugt, at læknar og sjúkrarøktarfrøðingar umframt amboðini eisini fáa ta neyðugu vitanina, sigur Kristianna Hammer og leggur afturat, at endamálið við kanningini í seinasta enda er at fáa framt broytingar í mannagongdunum á sjúkrahúsdeildum fyri krabbameinssjúklingar.

Hon kundi hugsað sær, at tann sálarfrøðiligi parturin av útbúgvingini hjá læknum og sjúkrarøktarfrøðingum fer at fylla meir, enn hann ger í dag.

- Skulu vit hava røttu amboðini fyri at hjálpa krabbameinssjúklingum eisini sálarliga, mugu vit læra tað, meðan vit eru í útbúgving. Tí hevði tað verið ynskiligt, um sálarfrøðin fylti meir í útbúgvingini og eisini í eftirútbúgvingum, sigur Kristianna Hammer. 




Um kanningina:

Kristianna Hammer, lektari og ph.d frá Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, hevur skrivað eina grein við heitinum, “Hope Pictured in Drawings by Women Newly Diagnosed with Gynecologic Cancer”, sum er útgivin í altjóða tíðarritinum “Cancer Nursing.” Greinin er skrivað við støði í kanningini, sum Kristianna Hammer hevur gjørt í Danmark um sambandið millum vón og krabbamein. Kannað verður við samrøðum og tekningum, hvussu kvinnur, sum júst hava fingið staðfest krabbamein, greiða frá vón. Hvussu ein persónur megnar hetta tíðarskeiðið, kann hava ávirkan á, hvussu hann kemur ígjøgnum tíðina sum sjúklingur, og her er vónin ein viðspælari.


Til ber at lesa greinina á

www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/23051866