ofta kenna og hoyra foreldur, at tey óivað eru ein av orsøkunum til, at barn teirra hevur hesar trupulleikar. Egil Ruud undirvísti í MBD/DAMP sum eitt viðføtt brek, ið ger, at barnið verður virkistarnað, [...] og pedagogisk. Fyri at kunna eygleiða er tað týdningarmikið, at fakfólk kenna tey eyðkenni, ið eru sermerkt fyri MBD/ DAMP, og eru vitandi um teir viðgerðarhættir, ið skulu til fyri at hjálpa hesum børnum [...] móðurlívi. Hetta kunnu t.d. vera børn, ið eru sera ring at troysta, hava havt kolik og hava verið torfør at tulka signalini frá. Ein hevur leingi hildið, at hesi børn »vaksa frá« teim eyðkennum, ið MBD/DAMP
vit um stutta tíð fara inn í eina nýggja øld skal tað vera vón okkara, at Óli fer at hava heilsuna og hugin at halda fram við at tekna. Vit ynskja honum tillukku við 10 ára starvsdegnum og øll góðynski [...] og teknari gjørdu ta avtalu, at umframt at prenta teknirøðina, skuldi Óli eisini gera aktuellar tekningar til baksíðuna. Hetta var ein roynd, sum seinni hevur víst seg at gerast ein tann mest støðugi og [...] kendur sum teknari kring landið, áðrenn hann fór at tekna í Sosialinum. Hvør minnist ikki mongu stuttligu tekningar hansara í Rukkulakkanum! TAÐ var í 1988, at Óli Petersen í eini samrøðu í Sjónvarpinum segði
Stjørnuni einki at reypa av, og tað gjørdi eisini arbeiðið hjá málverjanum lættari. Ein av orsøkunum til, at munurin var so lítil í fyrra hálvleiki var, at Stjørnan dugdi væl at gera sær dælt av, at Neistin í [...] seinna hálvleiki kom Neistin eftir, at Stjørnan fekk fyrimun av hesum. Tær góvust við útskiftingunum, og so var einki eftir at gera hjá heimaliðnum, sum sostatt ikki megnaði at yvirhála Neistan á øðrum plássi [...] Stjørnan tað sama vunnið dystin. Tí var tað eisini rættiliga óvæntað, at Neistin skuldi vinna ikki minni enn 27-15 í Klaksvík sunnudagin. Av tí at tað hava verið trupulleikar við fax-maskinuni í KÍ-høllini, hava
meiri enn 1500 tímar at gera videoina. Geri framvegis í døpurhuga Nógv rumbul stóðst av, at Geri Halliwell á sinni fór úr gentubólkinum Spice Girls. Geri er framvegis sera kedd um, at hon ikki longur er [...] vil verða við, at ringa lagið hjá Geri er ógvuliga sjónligt, tí at hon altíð gongur í svørtum klæðum. Í dag er Geri Halliwell í gongd við sína solokarrieru, og hon sigur seg fegnast um, at fyribrigdið Girl [...] Girl Power framvegis er á lívi, og hon vónar, at aðrar kvinnur fara at taka undir við hennara solokarrieru og tónleiki. Britney ovast um allan heimin Unga amerikanska skúlagentan, Britney Spears, liggur
eitt bragd. Tað eigur so eisini at geva okkara egnu myndugleikum nakað at hugsa um. Tí hóast Fiskivinnuskúlin í Vestmanna nú hevur virkað í fleiri ár, so er tað líkasum, at politikarar oo. ikki hava givið [...] TALAN er um at fáa nýggjar úrdráttir burtur úr verandi fiskatilfeingi og í hesum førinum fiskaskræðu.Í veruleikanum snýr hetta seg um at koma við burðardyggum og lønandi hugskotum um, hvussu man kann fáa [...] fólk, ið hava verið tilknýtt skúlan í Vestmanna, hildið fast og roynt at virka undir teimum umstøðum, sum nú einaferð hava verið. At næmingar frá skúlanum enn einaferð hava vunnið stóru altjóða kappingina
málið. - Eg haldi, at vit vóru betra liðið, og vit høvdu uppiborið at vinna dystin. Munurin millum okkum í ár og í fjør, at hesaferð trúðu vit veruliga uppá, at tað lat seg gera at vinna finaluna. Arnold [...] royndi so at venja fríggjadagin. Men tað gekk so illa, at hann gavst eftir fimm minuttir. Kviki vongurin, sum hevur verið við á landsliðnum, fekk viðgerð undan finaluni, og sunnudagin var hann klárur at spæla [...] kom út aftaná hálvleikin hevði eg nógva pínu. Eg valdi at halda fram, men eg haldi ikki, at eg spældi upp til mítt besta. Eg hevði trupulleikar við at gera knappar vendingar, segði Heðin á Lakjuni eftir dystin
málið. - Eg haldi, at vit vóru betra liðið, og vit høvdu uppiborið at vinna dystin. Munurin millum okkum í ár og í fjør, at hesaferð trúðu vit veruliga uppá, at tað lat seg gera at vinna finaluna. Arnold [...] royndi so at venja fríggjadagin. Men tað gekk so illa, at hann gavst eftir fimm minuttir. Kviki vongurin, sum hevur verið við á landsliðnum, fekk viðgerð undan finaluni, og sunnudagin var hann klárur at spæla [...] kom út aftaná hálvleikin hevði eg nógva pínu. Eg valdi at halda fram, men eg haldi ikki, at eg spældi upp til mítt besta. Eg hevði trupulleikar við at gera knappar vendingar, segði Heðin á Lakjuni eftir dystin
sjálvum og eisini hjálpa øðrum, sum tala fáment mál, so at tey duga at gera tað sama við móðurmálini hjá sær, tá er tað tvørturímóti ein vernd ímóti tí, at tann siðabundna mentanin rætt og slætt verður trokað [...] paie at siga okkum. Henda grein snýr seg um fornar tjóðir í Evropa. Vit kunnu her avdúka, at Paie er eitt sera gamalt og vanligt mannfólkanavn í Frísalandi. Greinin hjá Timmermann snýr seg um at geva eina [...] móðurmálsorðabókini. Hetta ummælið skal lesarin sjálvur sleppa at lesa. Tað er sakligt og væl undirbygt, og tað gevur ritstjórnini nakað at hugsa um til næstu útgávu. Fólk kunnu tekna seg sum haldarar av
verandi tingmanning bara at vera eitt afturljóð frá eini farnari tingmanning, sum var meiri at sær komin. Tað man óivað tykjast svárt hjá Javnaðarflokkinum, sum størsta andstøðuflokki at hava víkjandi undirtøku [...] Tað er skilligt, at Høgni Hoydal fegnast í viðmerking um úrslitið frá kanningini. Tað góða úrslitið kann flokkurin fyrst og fremst takka honum fyri. Hann er greiður, dugir væl at grundgeva fyri floksins [...] gunum í vár. Men hann er jarðbundin og virkar álitisskapandi. At Sambandsflokkurin stendur seg væl er eina og aleina eini polarisering at takka. Flokkurin hevur hvørki eina greiða linju í ríkisrættars
varð gjørt fyri at lúka altjóða krøv. Strandferðslan er umskilt, tí hon eigur ein gamlan flota og allir sum hava við gomul skip at gera kunnu skriva undir upp á, at hesi eru sera dýr at halda. Tað er sera [...] tað sama, at landskassin má gjalda hallið og í seinasta enda verður hetta lagt á skattabilettina. Dýrt ár 1998 gjørdist eitt dýrt ár fyri Strandferðsluna. Greitt verður frá í ársfrágreiðingini, at óvæntaðu [...] útreiðslur skuldi játtast á eyksjáttanarlóg, men fíggjarnevndin er hvørki til at høgga ella stinga í og Strandferðslan varð noydd at halda útreiðslurnar innan verandi karmar fyri 1998. Ein onnur stór útreiðsla