Enn eitt bragd

SO gjørdu teir tað aftur - næmingar á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna - vunnu eina stóra altjóða kapping - um ta skilabestu nýggju fiskivinnuverkætlanina.Næmingarnir vunnu herfyri heimligu kvalifikatiónina um at koma við til endakappingina í Italia, har fleiri lond luttóku við hvør sínum verkætlanum.

TALAN er um at fáa nýggjar úrdráttir burtur úr verandi fiskatilfeingi og í hesum førinum fiskaskræðu.Í veruleikanum snýr hetta seg um at koma við burðardyggum og lønandi hugskotum um, hvussu man kann fáa eina nýggja framleiðslu, sum so aftur kann verða útflutt og harvið skapa nýggjar inntøkur til landið. Ein kann siga, at her hendir ein samanrenning millum teori og praksis.


FØROYSKIR skúlar hava fleiri ferðir áður vunnið kappingina ?European Business Games? og klárt á odda liggur Fiskivinnuskúlin í Vestmanna. Tað er greitt, at hetta er ikki bara ein kærkomin ?gáva? til næmingar og skúla - tað er so sanniliga ein ótrúlig reklama fyri Føroyar og føroyska útbúgving. Tá hugsað verður um, hvussu fá vit eru og hvussu nógv fleiri resursir tey hava, sum vit kappast móti, so er hetta einki minni enn eitt bragd. Tað eigur so eisini at geva okkara egnu myndugleikum nakað at hugsa um. Tí hóast Fiskivinnuskúlin í Vestmanna nú hevur virkað í fleiri ár, so er tað líkasum, at politikarar oo. ikki hava givið sær nóg nógv fær um henda lítla men spírandi skúlan í Vestmanna.


SO løgið tað ljóðar, so hevur nakað so náttúrligt sum ein fiskivinnuskúli ongantíð vunnið tann frama í Føroyum, sum hann so avgjørt átti. Tí hvat er meira náttúrligt fyri eina fiskivinnutjóð sum okkara at eiga eitt náttúrligt fiskivinnuskúlaumhvørvi!!!


VIT útbyggja vatnorkuna, vit byggja undirsjóvartunlar, vit smíða skip, vit gera ítróttarvallir og mangt annað - men tá tað snýr seg um nakað so náttúrligt sum ein fiskivinnuskúla, so er eingin og lítil áhugi. Soleiðis hevur tað í hvussu er verið higartil. Kortini hava tey fólk, ið hava verið tilknýtt skúlan í Vestmanna, hildið fast og roynt at virka undir teimum umstøðum, sum nú einaferð hava verið. At næmingar frá skúlanum enn einaferð hava vunnið stóru altjóða kappingina er bert ein ásannan av, hvussu stóran týdning hesin skúli hevur - og at føroyskir myndugleikar eiga at prioritera hann hægri - ja seta hann á dagsskránna fyri næstu øld, har vit sameina teori og praksis.