ÓLI mundi vera kendur sum teknari kring landið, áðrenn hann fór at tekna í Sosialinum. Hvør minnist ikki mongu stuttligu tekningar hansara í Rukkulakkanum!
TAÐ var í 1988, at Óli Petersen í eini samrøðu í Sjónvarpinum segði frá eini spildurnýggjari teknirøð, kallað Stavnur og Snar. Í endanum á hesi samrøðu segði listamaðurin, at teknirøðin var til sølu fyri t.d. okkurt blað, sum vildi prenta hana. Og tað vildi Sosialurin.
FAST varð millum blað og teknara, og Tíðindablaðið fekk sín fyrsta veruliga blaðteknara, ella rættari, fyrsta føroyska blaðið fekk ein blaðteknara burturav.
HETTA vóru so sanniliga nýggir tónar í føroyska blaðheiminum. Tað mundu bert vera fimm ár frammanundan, at Sosialurin setti - sum fyrsta føroyska blaðið - ein fotograf, myndamann í fast starv. Nú var so túrurin komin til at menna blaðheimin enn meira, hesaferð við einum blaðteknara.
BLAÐ og teknari gjørdu ta avtalu, at umframt at prenta teknirøðina, skuldi Óli eisini gera aktuellar tekningar til baksíðuna. Hetta var ein roynd, sum seinni hevur víst seg at gerast ein tann mest støðugi og mest eftirspurdi tátturin í skrivaðu miðlunum í heila tikið.
HESI 10 árini samstarvið hevur vart hava verið ikki færri góðar 1600 tekningar á baksíðuni. Allar eru tær eisini givnar út í bók, og tann 10. bókin kemur út í dag. Haraftrat hevur verið skipað fyri framsýning í Smiðjuni í Lítluvík á hvørjari ólavsøku við tekningunum hjá Óla.
ÓLI P og tekningar hansara eru vorðin ein týðandi partur av orðaskiftinum og eru tær longu ein partur av okkara politisku søgu. Nú 10 ár eru farin og vit um stutta tíð fara inn í eina nýggja øld skal tað vera vón okkara, at Óli fer at hava heilsuna og hugin at halda fram við at tekna. Vit ynskja honum tillukku við 10 ára starvsdegnum og øll góðynski framyvir. Í sambandi við móttøkuna í dag verða allar tekningarnar hjá Óla P sýndar fram í blaðhúsinum.










