Áhugaverd veljarakanning

Tað er áhugavert, at Tjóðveldisflokkurin ikki bara heldur støðuna, men sanniliga hevur framgongd í veljarakanningini, sum varð kunngjørd undan vikuskiftinum. Flokkurin fær meira enn ein fjórðing av øllum atkvøðunum og níggju tingfólk, um val hevði verið. Hóast tað gongur hinvegin hjá samgonguflokkunum, hevur samgongan kortini meiriluta aftan fyri seg.

Tað er skilligt, at Høgni Hoydal fegnast í viðmerking um úrslitið frá kanningini. Tað góða úrslitið kann flokkurin fyrst og fremst takka honum fyri. Hann er greiður, dugir væl at grundgeva fyri floksins politikki, er sakligur og høviskur. Onkur vil kanska siga, at hann er í so demagogiskur. Eisini »sleppur« hann lætt enn, tí so lítið »kjøt« er komið á fullveldisætlanina.


Afturímóti hava hvørki hinir bæaðir landsstýrismenninir hjá Tjóðveldisflokkinum, ella fvormaðurin á tingi, markerað flokkin serliga heppið. Signar á Brúnni hevur ein heilan føvning fullan av ógreiddur málum, sum bíða eftir hansara avgerð. Og tað eru nogv, sum seta spurnartekin við, hvussu væl Karsten Hansen kláraði elddóp sín í lønarsamráðingunum í vár. Men hann er jarðbundin og virkar álitisskapandi.


At Sambandsflokkurin stendur seg væl er eina og aleina eini polarisering at takka. Flokkurin hevur hvørki eina greiða linju í ríkisrættarspurninginum ella í øðrum málum, og ofta tykist verandi tingmanning bara at vera eitt afturljóð frá eini farnari tingmanning, sum var meiri at sær komin.


Tað man óivað tykjast svárt hjá Javnaðarflokkinum, sum størsta andstøðuflokki at hava víkjandi undirtøku - í andstøðu. Men eisini í Javnaðarflokkinum saknast ein linja. Eftir at hava tøvt, gjørdi hann fyri tveimum árum síðani støðuna greiða. Hann vildi virka fyri eini sjálvstýrislóg, og hann markeraði seg rættiliga greitt undan valinum í fjør vár. Seinni sendi flokkurin út sína sjálvstýrisstevnu, sum elvdi til orðaskifti tá, men síðani hevur flokkurin nærum tagt sín egna politikk í ríkismálinum burtur. Og orðaskiftið á tingi um dagarnar vísti, at flokkurin stendur spjaddur í hesum m´li, oghevur lítið nýjugsandi at bjóða upp á í øðrum málum, sum skuldu havt týdning fyri flokkin. Mótvegis Tjóðveldisflokkinum tykist Javnaðarflokkurin ikki trúgva upp á sín politikk og berjist ikki eldhugaður fyri honum. Floksleiðslan heldur óivað, at hon ger sítt ítarsta, men frá síðulinjuni er leikurin ikki nóg framárættaður. Liðið er ikki nóg væl samanspælt, og einstaklingaavrikini ikki nóg heppin.