Strandferðslan stórt hall

Meðan metingarnar av útreiðslusíðunu hjá Svf hildu, meðan inntøkurnar sviku, so gekkst ikki so gott hjá Strandferðsluni. Óvantaðar útreiðslur hava vent einum yvirskoti uppá 300.000 krónur við til eitt hall uppá 5,1 mió. kr.

Føroyski borgarin hevur seinastu tveir dagarnar fingið upplýsningar um tveir rokniskapir hjá almennum fyritøkum, ella landsfyritøkum.

Fyrr í vikuni frættu vit, at hóast útreiðslumetingarnar hjá SvF hildu, so var stovnurin komin í álvarsligar fíggjartrupulleikar, tí inntøkurnar hjá stovninum blivu ikki tað ið roknað var við.

Seinnapartin hósdagin kom ársrokniskapurin hjá Strandferðsluni. Her helt útreiðslusíðan ikki. Heilt óvæntaðar útreiðslur hava vent einum avlopi upp á 300.000 krónur til eitt hall upp á 5,1 millión krónur.

Fyri skattgjardaran merkja úrslitini hjá hesum báðum stovnum júst tað sama, at landskassin má gjalda hallið og í seinasta enda verður hetta lagt á skattabilettina.


Dýrt ár

1998 gjørdist eitt dýrt ár fyri Strandferðsluna. Greitt verður frá í ársfrágreiðingini, at óvæntaðu útreiðslurnar í høvuðsheitinum stava frá viðlíkahalds og umvælingarútreiðslum av skipum.

Fyri at kunna røkja siglingina um Leirvíksfjørð, fekk Dúgvan ísettan ein bógskrúvumotor. Hesin kostaði 1,8 millión krónur. Klassin var eftir Másanum og hetta kostaði Strandferðsluni 1.2 mió. kr.

Peningurin til hesar útreiðslur skuldi játtast á eyksjáttanarlóg, men fíggjarnevndin er hvørki til at høgga ella stinga í og Strandferðslan varð noydd at halda útreiðslurnar innan verandi karmar fyri 1998.

Ein onnur stór útreiðsla var eisini ísetan av nýggjari brandávaringarskipan umborð á Smyrli fyri umleið eina millión. Hetta varð gjørt fyri at lúka altjóða krøv.

Strandferðslan er umskilt, tí hon eigur ein gamlan flota og allir sum hava við gomul skip at gera kunnu skriva undir upp á, at hesi eru sera dýr at halda. Tað er sera torført at gera neyvar útreiðslumetingar.

Fíggjarætlanin fyri 1999 vísir eina nettojáttan uppá 41,9 mió kr. Hetta er ein sparing upp á 3,6 milliónir í mun til fíggjarætlanina fyri 1998. Av størri ætlanum fyri 1999, sum antin eru ella verða framdar, kunnu nevnast keyp at einum minni bussi til styttru farleiðirnar umframt keyp/útskiftina av einstøkum lastbilum, sleiparum v.m.

Sáttmáli um bygging av nýggjari ferju til Sandoyarfarleiðina varð undirskrivaður 22. juni í ár. Strandferðslan er farin undir neyðugu fyrireikingarnar til byggjan av nýggjari ferju til Suðuroyarfarleiðina. Íløgurnar verða játtaðar á sjálvstøðugari høvuðskonto á fíggjarlógini.