projektið í Klovanum, var vindurin um 10 til 15 metrar av útsynningi, sum er tann ringasta ætt at flúgva í, og tað var ótrúliga behagiligt. Har var eingin nevniverdugur turbolensur t at flúgva í. Ikki tað man [...] Airways. Hann hevur drúgvar royndir í Føroyaflúgvingini og hevur flogið uppá Vágar í 10 ár. Vit spurdu hann, um tað ber til gera hesa ætlanina við alternativum vølli í Klovanum til veruleika. -Eg haldi vit [...] tosa um alt hetta sum eina heild og ikki bara um Klovan sum tann alternativa vøllin. Vit mugu ikki gloyma tann verandi vøllin. Hesir báðir supplera hvønn annan sera væl í mínum høvdi, við teimum royndum eg
prosent í Føroyum, í mun til Danmark. Tá umræður gerandisvørur, sum talan er um her, er tað tí hugstoytt at síggja, at ikki bara er inntøkan lægri – tað er eisini dýrari at keypa mat og líknandi í Føroyum [...] Gerandisvørurnar eiga ikki at vera dýrari í Føroyum enn í Danmark. Hetta sigur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya, sum heldur prískanningina hjá Sosialinum av gerandisvørum vera sera áhugaverda [...] hetta er so í Føroyum, sigur hann, at allar útlendskar kanningar vísa, at kapping fær prísin niður. Hetta var eitt nú tað sum danir umbóru seg við í nógv ár, tí har var nógv dýrari at keypa enn í Svøríki.
ráðharrar við innliti í donsk verjumál. Teir hava eisini tað til felags, at teir hvør sær hava framborið, at Danmark slapp lættari í limagjaldi til NATO, tí teir góvu verjusamgonguni landaøki í Grønlandi og Føroyum [...] framvegis hava eina fíggjarliga uppgerð við støði í NATO-limagjaldinum. Formaðurin í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, er í sama báti. Hann heldur ósamsvarandi upplýsingarnar [...] viðurskifti okkara í NATO-felagsskapinum hanga saman, sigur Hergeir Nielsen. Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsumboð floksins, er av somu áskoðan, og um landsstýrið ikki vil brúka musklar í málinum, fer hann
veikastu í samfelagnum eiga nú sín part. At fáa tað tey ikki fingu í 90 unum. Vit vilja øll yvirliva, vit ynskja eisini at okkara børn skulu fáa møguleikan at yvirliva. Og at liva í Føroyum. Diana í Puntabyrgi [...] Álitið var ikki eitt skot út í luftina! Men lýsti tørvin so greitt sum gjørligt á teimum ymsu økjunum runt í Føroyum. Bráfeingis tørvur Tað var Javni, ið tók stig til hesa kanning. Í arbeiðsbólkinum vóru [...] foreldur hava ikki gingið kravgongu. Hava ikki mótmælt. Hava verið so tolin sum nakar. Og hvat skuldu tey annað. Tey fingu einki at velja í millum. Tey føldu seg gloymdan av politikarunum. Í hesari bíðitíðini
Asbjørn Lómaklett Í seinastuni hevur Bjørt, ið eg annars als ikki kenni, lisið upp í tíðindasendingum útvarpsins, og er tað fragd at hoyra hana lesa, og her verður ikki bert hugsað um ta reinu røddina [...] at hoyra hjá ungum fólki í dag, tíverri. Hon nýtir føroyskt framtungu »r« í endingum, ið hóskar væl til føroyska málið og ikki amerikanska/ enska »r«-ið, sum javnan er at hoyra í dag, tá yngri fólk tala [...] teir við einstøku smálutirnar í stakari sending. Hetta var alt gjørt í fluttari merking, men sera væl riggaði. Nú er vent í holuni. Síðani nýggj fjølmiðlafólk eru komin framat í bæði ÚF og SvF, eru føroysku
fyribrigdi, sum ikki er ókent í t.d. renning og svimjing. Í føroyskum kappróðri kemur hetta ikki fyri í hvørjari kapping, men aðra staðni kemur hetta ofta fyri. ? Hetta er ein spurningur, sum ikki er ókendur [...] leygardag ? komandi leygardag verður róð í Fuglafirði, og annan leygardag verður kappróður í Sandavági, so róðrarfólkini eiga at vera í venjing at bera seg at í kappingum. Á Fuglafirði verður róð á øllum [...] sum hendi tríggjar manningar, sigur Arnbjørn Madsen. Duga betri Vit hava fyrr í summar nevnt, at tað bæði í Klaksvík og í Hósvík gekk eitt sindur striltið hjá fleiri av yngru manningunum at skikka sær
øra manglar, verður arbeiðsloysisstuðul ikki útgoldin. Sum dømi um, at virksemið ikki bert er fyribils steðgað, kann nevnast um virksemið er selt øðrum (tó ikki hjúnafelaga/sambúgva ella ómyndugum børnum) [...] arbeiðaraársløn verða útgoldin. Fyri at hava rætt til útgjald, skal tryggingin hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár. Uppsøgn av tryggingini Er trygging sum sjálvstøðugur vinnurekandi teknað, og [...] dømis skal persónur boða frá, um vinnuvirksemið ikki longur er høvuðsvinna, ella viðkomandi ikki er vinnurekandi longur, og viðkomandi skal lata inn roknskap, í seinasta lagið 14 dagar eftir at hesin er góðkendur
var uppá arbeiðið seinast í mai og roknað verður við, at tað verður liðugt í november. Tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at hildið tíðarfreistina, so sum arbeiðið gongur í løtuni. Talan er um eina [...] at tey stóru skipini sum Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum og aðrir stórir írskir bátar altíð kunna koma at landa. Keiin, sum er í dag, er bygd til bátarnar, sum vóru í 60-unum og 70-unum, so sum Finnur [...] ætlar at byggja sítt pelagiska virkið Pelagos út . Og sum støðan er í løtuni er og lítið pláss á havnaøkinum í Fuglafirði. Tað verður ikki bara bygt úteftir, eisini er tað umráðandi, at tað er djúpt har,
hesin túrurin neyðugur í summar, tá í Norrøna fer undir summarsiglingina aftur.Tað er ikki nøktandi, at ferðafólk noyðastúr koyggjuni klokkan fýra-fimm um morgunin, men ikki sleppa suður fyrrenn seint á kvøldi [...] um fer ikki at kosta landskassanum eyka pengar. Fyrr í ár setti samtykti løgtingið nevniliga eitt annað uppskot hjá javnaðarflokkinum um at seta eina millión av til at stuðla teimum sum búðu í útoyggj [...] javnaðarflokkinum varð tó ongantíð sett í verk, m.a. tí at løgtingsval kom upp í millum og loypti ólag á alt. Flyta pengarnar Nú vil Javnaðarflokkurin so hava uppskotið sett í verk og tí hevur flokkurin lagt uppskot
Mortensen í Vági, reiðari á nøkrum av djúpvatnstrolarunum, og vinnulívsmaður sigur, at tey kenna seg fullkomiliga slept uppá fjall síðani djúpvatnstrolararnir mistu íløgustuðulin í mars mánaða í ár. ? Vit [...] íløgustuðulin ikki, hava teir hall í hundraðtúsund klassanum. ? Hetta hallið fer bara at hópa seg upp. Og so er tað, at okkurt má gerast. Reiðarin og vinnulívsmaðurin í Vági sigur, at vandin fyri, at trolararnir [...] skaðaleysar. ? Tí slepst ikki undan, at tann dagur er kanska ikki so fjarur, at tað má umhugsast at selja djúpvatnstrolararnar. ? Og tað verður ongin trupulleiki. ? Men tað verður ongin í Føroyum, sum keypir