Tjóvstarturin var stóri trupulleikin á Tvøroyri á veg í hálvfinaluna

Kappróður: Hóast líkindini ikki alla tíðina vóru av teimum bestu, so verður mett, at fastir starturin royndist stak væl

Tað verða ikki tær somu seks manningarnar, sum fara at vinna allar seks FM róðrarnar í kappróðrarárinum 1999. Hetta gjørdist greitt leygardagin. Dreingirnir við Havfrúnni, menninir umborð á Hvessingi, kvinnurnar umborð á Jarnbardi og menninir umborð á Eysturoyingi endurtóku sigrarnar frá norðoyastevnuni og sundalagsstevnuni, meðan genturnar umborð á Ørnini vunnu á Havfrúnni, og Argjabáturin basti Ørvi í kappingini millum áttamannafør.

Tað er merkisvert, at eingin bátur hjá Havnar Róðrarfelag vann á jóansøku.


Gekk væl við

fasta startinum

Tað gekk eitt sindur trilvandi fyri seg fyrstu løtuna, og tað vóru kanska ábendingar um, at kappróðurin á jóansøku skuldi gerast drúgvur, men tá glið kom á, gekk tað næstan sum fótur í hosu. Ætlanin var, at tey bæði innleiðandi umførini millum 5-mannaførini við gentumanning skuldu vera klokkan hálvgum trý, men klokkan var farin av trý, áðrenn fyrsta startskotið ljóðaði:

? Tað var eitt sindur av iva um, um tað var ráðiligt at brúka fasta startin, tí lotið var nokkso fitt, men vit vildu hava fyrireikararnar har suðuri at leggja fasta startin. Tað gjørdu vit, tí lotið var beint undan. At tað var ivi um fasta startin gjørdi, at tað gekk ein løta, áðrenn startdómararnir kundu fara undir takið at leggja bátarnar, men gongdin í róðrunum vísti, at tað var rætt at brúka fasta startin, sum riggaði stak væl, sigur Arnbjørn Madsen, sum saman við Sigurdi Andreasen var høvuðsdómari á jóansøku í Tvøroyri.

Fasti starturin var ikki brúktur á tvey túsund metra málinum, men tað tóktist ikki bila. Manningarnar á størstu bátunum høvdu ongar trupulleikar at útinna boðini, sum tær fingu frá startdómarunum.

Klokkan var akkurát farin av seks, tá 10-mannaførini komu á mál, og tá vóru átta róðrar avgreiddir ? tveir innleiðandi og seks finaluróðrar ? og harafturat høvdu tríggir aðrir startir verið, sum høvuðsdómararnir høvdu sæð seg noyddar at skjóta av aftur.


Tjóvstartur

Á undanfarnum stevnum hevur stóri trupulleikin verið, at bátarnir hava ligið tættir og hava róð saman. Á jóansøku vóru tað onga ferðina so nógvir bátar við í kappingini, at vandi var fyri at bátarnir skuldu rógva saman ? tær átjan gentumanningarnar róðu tvey innleiðandi umfør við níggju bátum í hvørjum umfarinum ? og bátarnir róðu heldu onga ferðina saman.

At tað alíkavæl var neyðugt at skjóta róðrarnar av komst av at fleiri bátar tjóvstartaðu, eitt fyribrigdi, sum ikki er ókent í t.d. renning og svimjing. Í føroyskum kappróðri kemur hetta ikki fyri í hvørjari kapping, men aðra staðni kemur hetta ofta fyri.

? Hetta er ein spurningur, sum ikki er ókendur. Startdómarin rópar klárir, og so kemur tað meiri enn so fyri, at bátsmanningarnar spenna í, tí tær rokna við, at skotið kemur beinanvegin. Spurningurin hevur ofta verið viðgjørdur í Róðrarsambandinum, og nú er tað soleiðis, at tað skal vera eitt lítið glopp millum, tá tað verður rópt, og til skotið gongur av. Hetta vita manningarnar, men tað er upp til tann einstaka startdómaran, hvussu langt bilið frá rópinum til skotið skal vera. Sjálvandi skulu árarnar ikki leggjast í sjógv, fyrrenn startskotið er gingið av, og um onkur tjóvstartar, so mugu vit geva gula kortið, og tað var hetta, sum hendi tríggjar manningar, sigur Arnbjørn Madsen.


Duga betri

Vit hava fyrr í summar nevnt, at tað bæði í Klaksvík og í Hósvík gekk eitt sindur striltið hjá fleiri av yngru manningunum at skikka sær soleiðis, sum dómararnir vildu hava tær at gera, men á jóansøku vóru greiðar ábendingar um, at tað gongur framá við hesum.

Nú er kappróður á skránni hvønn leygardag ? komandi leygardag verður róð í Fuglafirði, og annan leygardag verður kappróður í Sandavági, so róðrarfólkini eiga at vera í venjing at bera seg at í kappingum.

Á Fuglafirði verður róð á øllum trimum teinunum ? eitt túsund, fimtan hundrað og tvey túsund metrum ? meðan tað á Sandavági annan leygardag og á ólavsøku bara verður róð á eitt túsund metrum.