Flogskiparin: Byggið út í Vágum og gerið hjábreyt um somu tíð

-Vit eiga at síggja eina útbygging av verandi vølli og gerð av eini hjábreyt í Klovanum í Vágum sum eina heild. Hjábreyt í Klovanum og verandi vøllur fara at supplera hvønn annan sera væl. Uppskotið við Klovanum er seriøst og sera áhugavert heldur flogskiparin, Jákup Lauritsen.

Jákup Lauritsen er flogskipari og arbeiðir hjá Atlantic Airways. Hann hevur drúgvar royndir í Føroyaflúgvingini og hevur flogið uppá Vágar í 10 ár. Vit spurdu hann, um tað ber til gera hesa ætlanina við alternativum vølli í Klovanum til veruleika.

 

-Eg haldi vit eiga at tosa um alt hetta sum eina heild og ikki bara um Klovan sum tann alternativa vøllin. Vit mugu ikki gloyma tann verandi vøllin. Hesir báðir supplera hvønn annan sera væl í mínum høvdi, við teimum royndum eg havi. Tað man oftani hoyrir um, tá man flýgur uppá Føroyar eru lágættirnar, sum eru tiltiknar og sum kunnu hava við sær eitt sindur av turbolensi. Nú vóru vit so hepnir, at tann dagin vit vóru úti og royndarflugu hetta projektið í Klovanum, var vindurin um 10 til 15 metrar av útsynningi, sum er tann ringasta ætt at flúgva í, og tað var ótrúliga behagiligt. Har var eingin nevniverdugur turbolensur t at flúgva í. Ikki tað man er vanur við í sambandi við verandi vøll, so eg haldi, at nettupp hesir báðir vøllirnir supplera hvønn annan sera væl. Tá Klovin er minni góður, tá er hin fínur, og tá tann verandi er minni góður, tá er Klovin góður.

 

Supplera hvønn annan

-Meinar tú harvið, at okkum nýtist ikki at hyggja eftir einum nýggjum flogvølli onkra aðrastaðni í Føroyum, tí verandi flogvøllur saman við eini flogbreyt í Klovanum kunnu nøkta tørvin?

 

-Júst so. Tað er rætt og slætt ein fyrimunur, tí tú kemur ikki uttan um tað faktum, at byggir tú ein flogvøll onkra aðrastaðni í Føroyum, so eri eg rættiliga vísur í, at hann verður ringur á onkrari ætt. Her hava vit so tann fyrimun, at tveir vøllir her í oynni kunnu supplera hvønn annan. Tosa við um vetrarflúgving generelt, so er útsynningsættin sera dominerandi hjá okkum, tað er oftani buldraligt, og tá vil ein vøllur í Klovanum vera sera áhugaverdur. Tosa vit um summarhálvuna, so er tað mjørkin, sum nervar. Mjørkin er eisini dominerandi á lágættinina og fer man í gongd við ein vøll í Klovanum, so hevur man sjálvandi alla ta nýggjastu tøknina til taks, og har er ein stórur útviklingur framvegis. Tann skipanin man brúkar í dag, ILS er ein gomul skipan, og man arbeiðir fram ímóti at taka í brúk GPS ella RNP sum tað verður kallað á flogmáli. Tað er so ikki við í hesum projektinum, sum eg skilji, men tað er rættiliga áhugavert, eisini til verandi vøll.

 

Nýggj tøkni

Jákup Lauritsen sigur víðari, at tað vísir seg oftani, at tað í útsynningsættinini í Klovanum er klárt. Men óansæð, er mjørki og tú hevur nýggjastu tøknina, so kanst tú koma langt niður móti vøllinum, áðrenn tú fer uppaftur. Tú kemur so lágt, at tú kanst næstan lenda í øllum veðri og í mjørka. Tað er eisini sera áhugavert. Jákup Lauritsen sigur, at við tí nýggja vøllinum hevur tú møguleika at brúka aðra útgerð, sum er meira nágreinilig í hæddini. Tú kemur nærri vøllinum, áðrenn tú verður noyddur at fara uppaftur, og av tí sama kann sýnið vera verri fyri at byrja uppá eina innflúgving.

 

 

-Kanst tú siga út frá tínum royndum, at vit eiga at kanna Klovan sum ta alternativu flogbreytina í Føroyum?

 

-Heilt avgjørt. Vit skulu sjálvandi gera góðar kanningar. Og eg má endurtaka, at tað góða við hesum er, at Klovin supplerar so væl verandi vøll.

 

Ganga ikki uppá kompromi við trygd

-Tá vit tosa um alternativan flogvøll, so er tað tí vit vilja hava ein tryggari vøll og ein vøll, sum kann taka ímóti størri flogførum!

 

-Trygdin er nakað, sum vit ongantíð ganga uppá kompromi við, og trygdin á verandi vølli er 100%. Tað má sláast fast við sjeytummaseymi. So trygdin á tí nýggja og verandi vølli verður tann sama. Mær dámar sera væl hetta uppskotið, sum fyriliggur í Klovanum. Tað er sera seriøst. Tað er sera týdningarmikið í mínum hugaheimi, at man tosar um Klovan og verandi vøll um sum eina heild.