Frá 1. september at galda lýsir Arbeiðsloysisskipanin nýggja kunngerð, ið gevur sjálvstøðugum vinnurekandi møguleika at tekna serliga trygging. Tryggingin er galdandi, um viðkomandi verður arbeiðsleysur frá sjálvstøðuga vinnuvirksemi sínum.
Hvør kann tekna trygging?
Tey ið hava sjálvstøðugt vinnuvirki einsamøll ella saman við øðrum og hava bústað í Føroyum, hava møguleika fyri at tekna trygging sum sjálvstøðug vinnurekandi. Tó bert um talan er um firma og/ella íognarfelag. Ein treyt er tó, at tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið er høvuðsvinna hjá viðkomandi, tvs. at ein stórur partur av inntøkuni stavar frá ella stórur partur av tíðini verður brúkt til sjálvstøðuga vinnuvirksemið.
Hvat er
sjálvstøðug vinna?
ALS ger eina nágreiniliga meting av, um vinnuvirksemið kemur undir hugtakið "sjálvstøðug" vinna. Ein ábending um at vinnan er sjálvstøðug, kann t.d. vera, um persónur hevur fólk í starvi, hevur skattafrádrátt fyri rakstarútreiðslur v.m., verður skattaður av yvir-/undirskoti av virkseminum, er mvg-skrásettur ella er íognari í íognarfelagi.
Upptøkutreytir/gildiskoma
Fyri at kunna tekna trygging sum sjálvstøðugur vinnurekandi, skal persónur lúka treytirnar, sum eru nevndar omanfyri. Harafturat skal viðkomandi veruliga vera farin undir sjálvstøðuga vinnu. Tryggingin fær gildi frá tí degi, ALS hevur móttikið skrivliga umsókn. Serligt umsóknarblað fæst við at venda sær til avgreiðsluna hjá ALS.
ALS-gjald
ALS-gjaldið er 2,25% av skattskyldugu inntøkuni av vinnuvirkseminum sambært sjálvuppgávu og skattaroknskapi fyri síðst endaða roknskaparár. Upplýsingarnir í sjálvuppgávuni og skattaroknskapinum kunnu verða regulerað við inntøkum og útreiðslum, sum eru óviðkomandi fyri sjálvstøðuga vinnuvirksemið. ALS-gjaldið verður goldið mánaðarliga frammanundan.
Er sjálvstøðuga vinnuvirksemið júst byrjað, verður inntøkan, sum ALS-gjaldið skal roknast av, fyribils mett og ásett av ALS.
Uppathald av sjálvstøðugum vinnuvirksemi
Fyri at hava rætt til útgjald av arbeiðsloysisstuðuli, skal persónliga arbeiðið vera hildið uppat meira enn bráðfeingis. Hettar merkir, at um vinnuvirksemi bert fyribils er steðgað, t.d. tí illa viðrar, onki arbeiði er millum tvey arbeiði, ella tí tilfar/rávøra manglar, verður arbeiðsloysisstuðul ikki útgoldin.
Sum dømi um, at virksemið ikki bert er fyribils steðgað, kann nevnast um virksemið er selt øðrum (tó ikki hjúnafelaga/sambúgva ella ómyndugum børnum), um virksemið er endaliga uppathildið ella um áheitan um tvingsilsølu er latin fútarættinum.
Tað áliggur tí tryggjaða at skjalprógva, at viðkomandi ikki longur er sjálvstøðugur vinnurekandi.
Útgjald
Árligi arbeiðsloysisstuðulin er 70% av skattskyldugu inntøkuni av vinnuvirkseminum sambært sjálvuppgávu og skattaroknskapi fyri síðst endaða roknskaparár. Upplýsingarnir í sjálvuppgávuni og skattaroknskapinum kunnu verða regulerað við inntøkum og útreiðslum, sum eru óviðkomandi fyri sjálvstøðuga vinnuvirksemið. Tó kann ongantíð meiri enn 70% av eini arbeiðaraársløn verða útgoldin.
Fyri at hava rætt til útgjald, skal tryggingin hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár.
Uppsøgn av tryggingini
Er trygging sum sjálvstøðugur vinnurekandi teknað, og ynskjir tryggingartakarin at siga hesa upp, kann tryggingin sigast upp til tann 1. í einum mánaða og við einum mánaða sum minstu freist. Uppsøgnin skal vera skrivlig. Sum dømi kann sigast, at um tryggingin verður søgd upp tann 5. mai 1999, kann henda í fyrsta lagi fara úr gildi frá og við 1. juli 1999.
Um tryggingargjaldið (ALS-gjaldið) ikki verður goldið rættstundis, fer tryggingin úr gildi.
Fráboðanarskylda hjá tryggingartakara
Tryggingartakarin hevur skyldu til at boða ALS frá øllum viðurskiftum, ið hava ávirkan á tryggingarviðurskiftini. Til dømis skal persónur boða frá, um vinnuvirksemið ikki longur er høvuðsvinna, ella viðkomandi ikki er vinnurekandi longur, og viðkomandi skal lata inn roknskap, í seinasta lagið 14 dagar eftir at hesin er góðkendur av Toll- og Skattstovu Føroya.
Soleiðis kunnu reglurnar um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi lýsast í høvuðsheitinum. Fyri eina nágreiniliga lýsing av reglunum verður víst til løgtingslóg nr. 113 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing frá 13. juni 1997 og kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi frá 9. juni 1998. Faldari, umsóknarblað og avrit av ALS-lógini og kunngerðini um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi kunnu fáast við at venda sær til Arbeiðsloysisskipanina.
Arbeiðsloysisskipanin heldur til á Smyrilsvegi 20 í Tórshavn. Avgreiðslutíð er mánadag til fríggjadag millum kl. 10:00 og 15:00, tó mikudag millum kl. 10:00 og 12:00.