Eigur ikki at vera dýrari í Føroyum

Ongin ivi er um, at føroysk handilsfólk leggja tað omaná prísin, sum fólk vilja gjalda, sigur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya, sum vísir á, at vantandi kapping er orsøkin til høga prísstøðið her á landi.

Gerandisvørurnar eiga ikki at vera dýrari í Føroyum enn í Danmark. Hetta sigur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya, sum heldur prískanningina hjá Sosialinum av gerandisvørum vera sera áhugaverda og rættiliga sigandi um støðuna hjá føroyska brúkaranum.

- Einasta gjaldið, sum eigur at koma afturat innfluttum vørum er flutningurin. Restin eru vinningur til handlarnar og so einstakar vørur, sum hava hægri avgjøld enn aðrar, sigur Hermann Oskarsson. Men, sum hann sigur, fyri brúkaran er tað líka feitt, um tað er ein ella annar, sum fær ágóðan. Tí eftir standa vit við, at hvør vunnin króna er væl minni verd her í landinum enn í Danmark.

- Hetta ger, at keypiorka føroyinga er væl lægri enn tann hjá dønum, og harvið eisini livistøðið. Tí frammanundan er BTÚ’ið, sum er inntøka pr. borgara, umleið 85 prosent í Føroyum, í mun til Danmark. Tá umræður gerandisvørur, sum talan er um her, er tað tí hugstoytt at síggja, at ikki bara er inntøkan lægri – tað er eisini dýrari at keypa mat og líknandi í Føroyum, sigur Hermann Oskarsson.

Hann vísir á, at so vilja fólk kanska siga, at aðrar útreiðslur eru lægri í Føroyum, skattatrýstið er ymiskt og so framvegis.

- Men tað er floytandi líkamikið fyri brúkaran, tí hetta snýr seg um hesar mat- og brúksvørurnar, og gevur heldur ikki loyvi til at skrúva prísirnir upp á teimum.


Ongin kapping

Spurdur, hví hetta er so í Føroyum, sigur hann, at allar útlendskar kanningar vísa, at kapping fær prísin niður. Hetta var eitt nú tað sum danir umbóru seg við í nógv ár, tí har var nógv dýrari at keypa enn í Svøríki. Men nú hava tær stóru matvøruketurnar í Danmark fingið rættiliga stóra kapping frá smáum innvandrarahandlum.

-Men vit hava í roynd og veru onga veruliga kapping í Føroyum, tí her eru tvær stórar ketur, sum sita á næstan øllum marknaðinum. Og tá kunnu vit ikki forlanga kapping, sigur Hermann Oskarsson. Og hann vísir í hesum sambandi eisini á bakaríini, sum nú eru savnað í nógv størri eindir enn fyrr.

- Og enn einaferð er brúkarin taparin, sigur Hermann Oskarsson.

Men summi vilja vera við, at tað hevði verið eitt hugskot at lækkað MVG’ið á ávísum neyðsynjarvørum. Hvat heldur stjórin á Hagstovuni um tað?

- Tað er absolutt ongin loysn, tí handlarnir kunnu framvegis leggja akkurát tað omaná vørurnar, sum teir vilja – og tí teir kunnu!


Mangla stovn

Men hvat skal til, fyri at bøta um hesa óhepnu støðuna? spyrja vit Hermann Oskarsson. Og hann greiðir frá, at í øðrum londum hava tey ávís amboð at regulera slíkt við. Eitt nú javnar prískanningar, eitt sterkt brúkararáð og kappingarráð.

- Men vit hava valt, at onki av hesum skal virka nóg væl í Føroyum, sigur Hermann Oskarsson. Og hann greiðir frá, at um rætt var, so valdu vit at styrkja munandi um Hagstovuna, sum eigur at gera prískanningar, og um Kappingarráðið, sum í roynd ov veru hevur eina fína lóg at halda seg til.

- Men Kappingarráðið hevur ikki orku og fólk til at røkja uppgávuna til lítar. Tí í veruleikanum átti ráðið at verið ein veruligur stovnur við eftirlitsmyndugleika, sum eisini kundi tikið upp samráðingar við handilsfólkini, og kravt prísirnir niður, um teir eru ov høgir, sigur Hermann Oskarsson.

Hann kundi sostatt hugsað sær, at tað almenna setti á stovn eitt sterkt kappingarráð, sum bæði virkaði sum brúkarastovnur og eftirlitsmyndugleiki. Hann heldur ikki, at ein brúkarastovnur er loysnin, og als ikki, sum vit hava sæð tað nógvar ferðir nú, at tað eru sjálvboðin fólk, sum taka stig til brúkaravernd í Føroyum. – Búskaparráðið hevur fleiri ferðir gjørt vart við hendan trupulleikan. Tí hvørja ferð vit fáa BTÚ’ið eitt vet uppeftir, verður tað útholað av vantandi kapping, og einum uppaftur hægri prísstøði, sigur Hermann Oskarsson við Sosialin.