sum nú verður bygt, kann hugsast kanska at virka sum rávørudepil til smærri góðskingarvirkir. Har eru møguleikar at hugsa um. Ein uppgáva í hesum sambandi er at fáa gjørt vegin til Signabø nýtiligan. Hetta [...] va at fáa vegin gjørdan; her má ikki helmast í fyrr enn vegurin veruliga verður gjørdur. Tað er ikki nóg mikið við nøkrum peilipelum, men einum veruligum vegi. Og tað eiga landsins myndugleikar at taka [...] taka sær av. Kommununar partur kann tó vera at streingja enn meira á fyri at fáa vegin gjørdan, til gagns bæði fyri íbúgvarnar á Signabø og fyri nýtsluna av ídnaðarøkinum á Oyrareingjum.
i. Olavus Jespersen sigur, at Lønardeildin hevði kannað, hvussu vanlig mannagongd var, tá vaskifólk varð sett í starv hjá Toll- og Skattstovuni. Tey fingu greitt at vita, at goldin varð vanlig tímaløn [...] Tað var ikki gjørligt at fáa viðmerkingar frá Lønardeildini til nevndu grein, áðrenn hósdagsblaðið fór til prentingar. Men eftir, at blaðið var prentað, ringdi Olavus Jespersen til okkara, so ein viðmerking [...] sigur Olavus Jespersen. Hann sigur, at Lønardeildin kann ikki gjalda nakra eftirløn til vaskifólk á Toll- og Skattstovuni sambært sáttmála av teirri einfaldu orsøk, at eingin sáttmáli er millum Lønardeildina
Eftir at steðgur hevur verið í rennikappingunum í einar tríggjar mánaðar, fara ymsu feløgini kring landið nú aftur undir at fyriskipað kappingar.. Rennifelagið, Roysnið, hevur boðað frá, at fysta kappingin [...] rennikapping, so er ætlanin við hesum fyrst og fremst, at øll tey, sum hava hug at royna seg, skulu hava ein møguleika til tess. Hetta er triðja árið at hesin teinurin verður runnin, og vinnari undanfarna [...] leygardag, og verður teinurin, ið rennast skal, 10 km til longdar. Hetta verður tó gjørt soleiðis, at runnið verður frá Sjómansheiminum, kring keiøkið úti móti Føroya Banka og aftur til Sjómansheimið níggju
Landssjúkrahúsinum, fer felagið at gera vart við, at vit als ikki kunnu góðtaka hesa framferð, sum beinleiðis er í stríð við § 2 í sáttmála okkara við Fíggjarmálastýrið, við tað at hvørki álitisfólk ella starvsfólk [...] ikki minni órógvar okkum, at almennar stovnsleiðslur framvegis halda áfram at ganga uttan um sáttmálaásetingar og soleiðis skapa óneyðugt stríð á arbeiðsplássum. Biðið verður um, at ongi stig verða tikin til [...] til nakra broyting ella uppsøgn og at tað arbeiði, sum er farið í gongd verður steðgað, og ikki byrjar fyrrenn ásetingarnar í § 2 í sáttmálanum eru uppfyltar. Vinarliga f.v. Gunnleivur Dalsgarð, formaður
i frættist, at djúpasta stað inni í Tórshavnar Havn er nú við bryggjuna á Viðarnesi - 9,3 metrar. Til sammetingar kann nevnast, at djúpasta stað við molan er 8, 8 metrar djúpt. Oljuhavn At Norrøna lá við [...] við nýggju bryggjuna á Viðarnesi var bert ein roynd. Mett var, at hóskandi var at royna nýggju bryggjuna í góðveðrinum mánadagin. Ymiskt viðlíkahaldsarbeiði fór so fram, meðan Norrøna lá har. Nýggja bryggjan [...] Ikki sørt, at summi havnarfólk undraðust mánadagin. Tá lá Norrøna við bryggju á Viðarnesi, ið annars ikki júst hevur verið tilhaldsstað hjá størri skipum. Men nú er vent í holuni. Á Viðarnesi hevur dúgliga
serligt. Túsund takk til øll tey, sum hjálptu við at seta dám á tiltakið við Atlantic. Í ár gjørdu vit av at stovna ein grunn, sum skal verða knýttur at Jólaskipinum. Hesin grunnur skal stuðla vælgerandi [...] vælgerandi endamálum í Norðoyggjum. Í ár var avgjørt, at peningurin sum inn kom, skuldi latast til tey avvarðandi hjá Pól Eyðfinni, sála. Tey, sum hava ætlað at stuðlað júst hesum endamáli, men ikki hava havt [...] tíð - ella hava gloymt tað, kunnu enn stuðla við at flyta pening í Norðoya Sparikassa ella Føroya Banka. Freistin er sett til fríggjadagin 14. januar. At enda vilja vit senda eina hjartans takk til øll
jólagávu frá býráðnum í ár. Og tað er, at tey sleppa frá at rinda ansingargjald nú í desember mánað. Meirlutin í Vágs Býráð sigur í eini fráboðan í kvøld, at í samband við at Vágs kommuna hevur fingið væl meira [...] kommuna fer at fáa eina fimm milliónir krónumeira inn enn mett var frammanundan, sigur Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini. Levi Mørk sigur, at tí hevur meirlutin hjá Vágs býráð gjørt av, at einki
friði. Men tá vandin er so stórur sum í dag, ber illa til at vera uttanveltaður. At vera uttanveltaður er at vera uttanfyri. Og tá er lætt at gera sær dælt av einum landi sum okkara. Tí um NATO ikki verjir [...] eiga at vera trygg. Bæði á løgtingi og fólkatingi skal eingin ivi vera um, at vit eru partur av demokratiska vesturheiminum. Tað er tað, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. Og tí er tað trygt at velja
um”, sigur Bergun Kass. Hon sigur eisini, at almennar skipanir eru til fyri fólkið og ikki øvugt. Hon heldur, at Løgtingið eigur at ganga á odda, soleiðis at eldraøkið í øllum landinum verður tíðarhóskandi [...] tíðarhóskandi, dagført og langtíðartryggjað - hetta eigur Løgtingið at taka upp við kommunurnar. Hon vil arbeiða fyri, at almennar skipanir - sum skulu tæna fólkinum - virka væl, eru einfaldar, lætt atkomuligar [...] atkomuligar og soleiðis sum fólkið vil hava tær. Hon fer framhaldandi at vísa á bústaðarviðurskifti og hvussu almenn og privat finna loysnir, bæði hvør í sær og saman.
Tí verður mett úr Klaksvík, at tað er av stórum týdningi at seta rætta venjaran. KÍ vann meistaraheitið í ár við 77 stigum av 81 møguligum. Tað er met. Tað eydnaðist tó ikki at vinna steypakappingina, og [...] Leiðslan hjá KÍ hevur sett eina innbjóðing til fjølmiðlarnar, har tað verður boðað frá, at felagið klokkan 17.30 í dag fer at kunngera hvør er nýggjur venjari í felagnum. Eftir átta ár í Klaksvík, bleiv Mikkjal [...] felagnum hevur verið at vunnið seg í eitt bólkaspæl í Evropa. Hetta kann ein nýggjur venjari so framvegis royna eftir. Tað verður einki sagt um hvør tann nýggi venjarin er. Tað hevur ljóðað, at KÍ hevur leitað