Ikki sørt, at summi havnarfólk undraðust mánadagin. Tá lá Norrøna við bryggju á Viðarnesi, ið annars ikki júst hevur verið tilhaldsstað hjá størri skipum.
Men nú er vent í holuni.
Á Viðarnesi hevur dúgliga verið arbeitt og av Havnarskrivstovuni frættist, at djúpasta stað inni í Tórshavnar Havn er nú við bryggjuna á Viðarnesi - 9,3 metrar.
Til sammetingar kann nevnast, at djúpasta stað við molan er 8, 8 metrar djúpt.
Oljuhavn
At Norrøna lá við nýggju bryggjuna á Viðarnesi var bert ein roynd. Mett var, at hóskandi var at royna nýggju bryggjuna í góðveðrinum mánadagin. Ymiskt viðlíkahaldsarbeiði fór so fram, meðan Norrøna lá har.
Nýggja bryggjan er ætlað til oljuhavn. Frammanundan standa oljutangar har. Av Havnarskrivstovuni siga tey, at oljubátar stinga ofta djúpt.
Nógv virksemi
Annars er nógv virksemi í Tórshavnar Havn og ymisar útbyggingar fara fram, eins og víðkan av bryggjuøkinum.










