Barnafamiljur í Vági fáa óvæntaða Jólagávu í ár

Tað hevur gingið væl í ár og tað fáa barnafamiljur á góðan av

Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini í Vágs býráð, uttan fyri dagstovnin, Eikilundí Vági

Tey foreldur, sum hava børn í barnagarðinum og vøggustovuni hjá kommununi, fáa eina óvæntaða jólagávu frá býráðnum í ár.  Og tað er, at tey sleppa frá at rinda ansingargjald nú í desember mánað.

 

Meirlutin í Vágs Býráð sigur í eini fráboðan í kvøld, at í samband við at Vágs kommuna hevur fingið væl meira inni í skatti í ár, verður einki ansingargjald kravt fyri jólamánaðin.

 

Inntøkurnar av skatti hava verið framúr góðar í har, har Vágs kommuna fer at fáa eina fimm milliónir krónumeira inn enn mett var frammanundan, sigur Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini.

 

Levi Mørk sigur, at tí hevur meirlutin hjá Vágs býráð gjørt av, at einki gjald verður fyri ansingarpláss í des 2022. Nú skal tað so samtykkjast í býráðnum seinni í mánaðinum, men tá ið meirilutin er samdur um tað, verður tað bara ein avgreiðsluspurningur.

 

Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini í Vágs býráð, uttan fyri dagstovnin, Eikilundí Vági