Økir til vinnuvirkir

Ein fyritreyt fyri øktum virksemi er, at tað eru økir, har fyritøkur, størri og smærri, kunnu fáa at hava virksemi sítt á. Hetta er galdandi bæði fyri Kollafjørð og restina av kommununi.

 

Terje Davidsen

valevni á sambands-listanum til Tórshavnar býráð


Í Kollafirði eru heilt fáir møguleikar fyri nýggjum innan fyri Langasand, meðan størri møguleikar eru á ídnaðarøkinum á Oyrareingjum. Frystihotellið, sum nú verður bygt, kann hugsast kanska at virka sum rávørudepil til smærri góðskingarvirkir. Har eru møguleikar at hugsa um.

Ein uppgáva í hesum sambandi er at fáa gjørt vegin til Signabø nýtiligan. Hetta vegastrekkið er landsvegur, og tí er tað ein landsuppgáva at fáa vegin gjørdan; her má ikki helmast í fyrr enn vegurin veruliga verður gjørdur. Tað er ikki nóg mikið við nøkrum peilipelum, men einum veruligum vegi. Og tað eiga landsins myndugleikar at taka sær av.

Kommununar partur kann tó vera at streingja enn meira á fyri at fáa vegin gjørdan, til gagns bæði fyri íbúgvarnar á Signabø og fyri nýtsluna av ídnaðarøkinum á Oyrareingjum.