Eftir at steðgur hevur verið í rennikappingunum í einar tríggjar mánaðar, fara ymsu feløgini kring landið nú aftur undir at fyriskipað kappingar..
Rennifelagið, Roysnið, hevur boðað frá, at fysta kappingin verður í Runavík komandi leygardag, og verður teinurin, ið rennast skal, 10 km til longdar. Hetta verður tó gjørt soleiðis, at runnið verður frá Sjómansheiminum, kring keiøkið úti móti Føroya Banka og aftur til Sjómansheimið níggju ferðir.
Fyri øll
Hóast talan er rennikapping, so er ætlanin við hesum fyrst og fremst, at øll tey, sum hava hug at royna seg, skulu hava ein møguleika til tess.
Hetta er triðja árið at hesin teinurin verður runnin, og vinnari undanfarna ár varð Sølvi R .Hansen, sum rann teinin í tíðini, 34 minuttir og 20 sekund.
Eftir ætlan skulu einar 20 ymsar rennikappingar haldast kring landið, og verður ein kappingarskrá kunngjørd ein av komandi døgunum.










