Vísandi til tíðindir í fjølmiðlunum í gjár og í dag um ætlaðar broytingar og harav uppsagnir á Landssjúkrahúsinum, fer felagið at gera vart við, at vit als ikki kunnu góðtaka hesa framferð, sum beinleiðis er í stríð við § 2 í sáttmála okkara við Fíggjarmálastýrið, við tað at hvørki álitisfólk ella starvsfólk hava fingið boð og innlit í hetta í góðari tíð og heldur ikki hava verið við ráðleggingini og tilrættaleggingini av arbeiðinum.
Tað bæði undrar og ikki minni órógvar okkum, at almennar stovnsleiðslur framvegis halda áfram at ganga uttan um sáttmálaásetingar og soleiðis skapa óneyðugt stríð á arbeiðsplássum.
Biðið verður um, at ongi stig verða tikin til nakra broyting ella uppsøgn og at tað arbeiði, sum er farið í gongd verður steðgað, og ikki byrjar fyrrenn ásetingarnar í § 2 í sáttmálanum eru uppfyltar.
Vinarliga f.v.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður










