Hann helt, at hetta fór at hjálpa eini neyðugari hugburðsbroyting á veg. ? Vit munnu sleppa burturúr hesum, at ongi ?onnur? enn ?vit? skulu sleppa at seta pening í ?okkara? virki, helt hann og segði seg vera [...] Høgni Mohr Í leygardagsblaðnum vóru innleggini hjá pallborðsluttakarunum endurgivin. Innleggini gjørdu ikki serliga nógv burturúr fíggingarmøguleikum vinnulívsins, men beinanvegin tá áhoyrarnir sluppu [...] spurt, hvar vágafúsi kapitalurin í Føroyum er, og í hesum sambandi sóknaðist Ólavur Ellefsen, stjóri á VIT, eftir íløgufeløgum, ið kundu leiða føroyskar pengar úr donskum virðisbrøvum og inn í hitt føroyska
Í øðrum lagi er mín støða, at vit í svari til fyrispurningin um at geva USA hernaðarligt flúgviloyvi í føroyskum loftrúmi senda ein greiðan politiskan boðskap um, at vit ikki góðtaka, at føroyskt loftrúm [...] Eftir míni fatan er tað okkara skylda at gera vart við hesi viðurskifti. Um vit tiga og samtykkja, er stórur vandi fyri at vit eru óbeinleiðis við til at ganga ímóti rættinum hjá hvørjum einstakum menniskja [...] ráðharrin, Per Stig Møller, og løgmaður avtaluna um ægte medinddragelse og medindflydelse . Hetta vóru orð, sum skuldu takast í størsta álvara, varð sagt samstundis sum dentur varð lagdur á, at uttanl
liggur í roynd og veru á Kambsdali. - Vit skulu ikki klaga. Vit hava nóg mikið at gera, sigur verkstaðarleiðarin, Sheila. Pappírsarbeiði Í góðveðrinum týsdagin vóru tey sjálvandi til arbeiðis her á verkstaðnum [...] til hetta var hin einfalda: Verkstaðið fer í summarfrí, tá henda vikan er at enda komin. - Nú royna vit at fáa øll arbeiðini frá hond áðrenn vikuskiftið, sigur Sheila. Inni á verkstaðnum stendur ein bilur [...] kerliga hond, og henni stendur Sheila fyri í dag: Hesin svarti bilurin treingir til eitt vask, og vit fáa høvið at skifta orð við hana undir hesum arbeiðinum. Sum verkstaðarleiðari hevur Sheila ein hóp
kappingini. Tey nógvu gullheiðursmerkini hjá Elspu gjørdu eisini at vit føroyingar »vunnu« kappingina, um vit meta eftir tí mátistokki sum vit vanliga brúka í Føroyum. Danir telja tó ikki á heilt sama hátt [...] Svimjing Farna vikuskiftið vóru svimjarar úr Fuglafjarðar svimjifelag, Ægir og svimjifelagnum FLOT á stórari svimjistevnu í Køge, har tey vunnu flest gullmerki av øllum, í kapping móti 500 aðrar svimjarar [...] og NjM Komandi vikuskiftið er vetrar-FM í Havn, og spennandi veðrur at síggja dystin millum tey sum vóru í Køge, og tey sum nú vilja prógvað at tey eisini høvdu kunnað gjørt mun. Ikki minst, tí tey yngru
fyri byrgingina. Býráðið tók málið upp. Har var ósemja um málið. Vit vóru tríggir, ið valdu loysnina við byrging og atløgusíðu, sum vit royndu at fáa hinar býráðslimirnar við til, tí henda loysn var f [...] landspolitikararnir fyri Norðoyggjar, sum sótu í 1980unum, kravdu byrging við brúgv og siglingarrennu. Vit sum vóru í einum minnilutabólki saman við Landsverkfrøðinginum, royndu at trýsta eina fíggjarliga gjøg [...] byrgingin Eg havi fleiri ferðir sett fyrispurning til skiftandi landsstýrismenn í vinnumálum, nær vit í øllum førum kunnu rokna við at fáa nýtiliga loysn á byrgingini. Tað hevur higar til dags bara verið
har ei skal gleðinnar dagur har halla ei skal ivin tá tyngja mítt sinni aldri meira vit snáva og falla tí tá eru vit heima o Guð Har hvørt Guðsbarn skal standa so fegið skrýtt í snjóhvítum búna á himni [...] fari at minnast vin mín við takksemi og eg drýpi høvur í tøgn og virðing. Tit sum vóru hansara og stóðu honum nær, tit vóru hansara eitt og alt, og øll minni bera uppi í sorgarstund. Ein vinur [...] sjúkur, men tó komu deyðsboðini dátt við - tað koma tey nú altíð. Havi kent Havgrím í nógv ár, og vit hava samstarvað í Tvøroyrar býráð, har hann gjørdi eitt megnararbeiði. Havgrímur var ein av teimum
til framtíðar avbjóðingar. - Serliga eri eg væl nøgdur um dystin móti Kroatia, har vit spæla helt væl. Hesa ferð fáa vit gaman í eitt keðiligt brotsspark ímóti okkum, men teir høvdu havt einar 5-6 opnar [...] Eftir steðgin hekk føroyska spælið betri saman. Eisini tí Albania slepti høga trýstinum, eftir at teir vóru komnir á odda. Tað gav føroyingum nakrar málmøguleikar, og eitt nú høvdu okkara spælarar fleiri hornaspørk [...] byrjan. Men eg vil siga tað so, at kundi eg selt hasar báðar dystirnar fyri samanlagt 0-3, áðrenn vit fóru, so gjørdi eg tað fegin. Tú skalt eisini hugsa um, at menn sum Páll M. Joensen, Jóhan P. Poulsen
eitt stórt vónbrot. Vit høvdu bílagt kamar á gistingarhúsi, og undan hesum høvdu vit eisini lisið eina rúgvu um landið, so vit gleddu okkum sjálvandi til ferðina. Men brádliga stóðu vit í ongamannalandi. [...] í Damaskus, sum kundi siga teimum, at eisini aðrir føroyingar vóru burturvístir við markið orsakað av grøna passinum. Men hóast tey vóru vitandi um hetta, so er mistakið ongantíð rættað. Tað eydnaðist
burturav. Eg kom at kenna Ismar til fulnar, tá val var til kommununa í desember 1966. Vit vóru 3, ið komu inn á sama lista. Vit tóku við í januar 1967. Ismar sat annars í bygdaráðnum í 12 ár og var formaður í [...] gavn fyri bygdina. Eg minnist serliga hansara áhuga fyri at fáa sett Havsild, nú Havsbrún, á stovn. Vit høvdu fleiri fundir við landsstýrið og peningastovnar um ymisk mál og har í millum Havsild. Nakað aftaná [...] var ein gløggur maður í samráðingum, tá tað snúði seg um Fuglafjørð. Hann var vælorðaður og sakirnar vóru sera væl undirbygdar. Ismar var skald og hann var søguríkur maður. Eg gloymi ongantíð blaðið Ljós
nærri jørðini eisini. Tí hava vit nágreinilig tøl fyri bæði vindi, ætt og fugt í luftini í meiri enn eitt ár. Hesar vindmátingar skulu tó halda fram í eina góða tíð enn, men vit hava eisini hagtøl fyri vindi [...] frá, at áhugin var stórur fyri felagnum og at væl fleiri fólk enn tey 15-20, sum vóru til kunnandi fundin mikukvøldið, vóru til stovnandi aðalfundin hjá Nólsoyar Orkufelag. Stutt kann nevnast, at í eina [...] og størsti kuldin er um veturin, og tað er – logiskt nokk – tá, vit nýta mestu orkuna til hita og el. Heilt nágreiniliga vísa tølini, at vit nýta meiri enn tvífalt so nógva orku um veturin sum um summarið