Nøkur minningarorð um Ismar Joensen

Tann 30. desember andaðist Ismar Joensen úr Fuglafirði. Ismar gjørdist 84 ára gamal. Um Ismar kundi ein skrivað eina stóra bók, bók um hansara ágrýtni, vitan og um kærleika hansara til fólkið, ið býr í hesum landi.

Ismar var ágrýtin maður at fáa gjørt nakað vinnuligt, tí longu sum 11 ára gamal fór hann at seta sildagørn. Morgunin eftir var nógv sild í, tí hann fekk 11,38 kr. í avrokning, hóast prísurin einans var 8 oyru fyri kilo. Eina aðru ferð trektu hann og ein kammeratur hansara og drógu garnið á land. Har var so mikið nógv sild í, at teir fingu 10 kr. í part. Hetta sigur okkum frá hansara ágrýtni frá barni av.
Ismar hevði sera stóran áhuga fyri tí, sum hevði við handil at gera. Hann var einans 15 ára gamal, tá hann fór at arbeiða í handlinum hjá Jóannes Lambaa í Havn. Jóannes var annars ættaður úr Fuglafirði. Ismar dugdi væl at tosa Guds orð, bæði á møtum og manna millum. Hann var ein Harrans tænari burturav.
Eg kom at kenna Ismar til fulnar, tá val var til kommununa í desember 1966. Vit vóru 3, ið komu inn á sama lista. Vit tóku við í januar 1967. Ismar sat annars í bygdaráðnum í 12 ár og var formaður í 3 1/2 ár. Tað var skjótt, at ein legði til merkis, at Ismar legði eina stóra orku í at fáa mál ígjøgnum, sum kundu verða til gleði og gavn fyri bygdina. Eg minnist serliga hansara áhuga fyri at fáa sett Havsild, nú Havsbrún, á stovn. Vit høvdu fleiri fundir við landsstýrið og peningastovnar um ymisk mál og har í millum Havsild. Nakað aftaná fund, har løgmaður Hákun Djurhuus sáli var við, tá segði hann við okkum, at Ismar, hann var ein gløggur maður í samráðingum, tá tað snúði seg um Fuglafjørð. Hann var vælorðaður og sakirnar vóru sera væl undirbygdar.
Ismar var skald og hann var søguríkur maður.
Eg gloymi ongantíð blaðið Ljós á Leiðini, ið hann gav út frá 1945 til 1947.
Landsfelag Pensjónistanna hevur eina andaliga grein í blaðnum Sólsetur við yvirskriftini: Ljós á leiðini. Hana hava vit tikið upp eftir blaðnum hjá Ismari.
Annars so var Ismar uppi í fleiri øðrum málum. Til dømis var hann nevndarlimur í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag frá 1938 til 1942. Í 1942 var hann formaður felagsins.
Góðu Elsa, Jóannes og Páll, tit hava mist ein góðan mann og pápa, og bygdin og landið ein góðan son.
Men eitt kunnu tit gleða tykkum til í stóru sorg tykkara, tað er at tit øll koma at møta Ismari aftur.

Gev mær tí ofta, Harri,
á lívsins tronga veg
hjá tær ein stillan tíma
at tala bert við teg.
At vera hjá tær, Jesus,
er hjartans djúpa trá,
á foldum og í himli
tín halgidóm at sjá!

Við hesum fáum orðum vil eg lýsa Guds frið yvir minnið um Ismar.

Símun P. Poulsen